mikudagur 2. februar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14
14
Sosialurin
Bjørn Kalsø
løgtingsmaður
Mikið rumbul hevur staðist
av sonevndu “Bankapakku
num”, síðan teir vórðu settir í
verk. Serliga hava Hoydal og
hansara soldátar funnist at.
Nú Eikin er seld, má hóast alt
standa eftir, at “Bankapakkar
nir” ikki vóru so galnir kort
ini. Vóru vit ikki við, er lítið at
ivast í, at, húsaeigarar, vinna
og onnur sótu við skegginum
í postkassanum í dag.
Bankapakkarnir
Bankapakki I veitti stats
garanti fyri innistandandi í
bankanum í tvey ár. Hetta var
neyðugt fyri at styrkja um
álitið á bankarnar. Vandi var
fyri, at peningur fór at verða
tikin úr bankunum, um einki
varð gjørt. Eitt sokallað “run”
á føroysku bankarnar hevði
neyvan spælt væl av.
Við Bankapakka II var í
høvuðsheitum talan um at
leingja statsgarantiið fyri
innistandandi úr tveimum í
fimm ár, og at geva peninga
stovnum, sum høvdu tørv á
tí, møguleika at taka serlig lán
úr statskassanum, sum kunnu
javnsetast við eginpening, og
tí styrkja um kjarnukapitalin
hjá bankunum.
At enda hevði Bankapakki
III til endamáls at gera
eina skipan til bankar, sum
annaðhvørt skuldu takast
av ella seljast øðrum, ið sum
minst
órógvaði
kundan
og peningakervið annars.
Hendan
skipanin
varð
gjørd fyri at lofta bankum,
sum sjálvt við fyrru banka
pakkunum vóru so illa fyri,
at teir ikki kundu halda fram
við sínum virksemi.
Brúk hevur verið fyri
bankapakkunum
Tað vóru ikki mong, ið vænt
aðu, at brúk fór at verða fyri
Bankapakka II og Banka
pakka III í Føroyum. Hildið
varð, at bankarnir vóru væl
fyri. Men tíðin hevur víst, at
allir føroysku peningastovnar
tóku
við
tilboðnum
í
Bankapakka II. Harumframt
varð tíverri eisini neyðugt
at gera brúk av Bankapkka
III, tá Eik Banki í fjørheyst
kom í ringan sjógv og fór av
knóranum.
Dygdin í banka
pakkunum prógvað
Ikki minst sølan av Eik
Banka til TFHolding hevur
víst, at møguleikin at vera
við í skipanini, sum danska
stjórnin setti í verk, fyri at
byrgja fyri óhepnum av
leiðingum á bankavirksemið
orsakað av fíggjar og búskap
arkreppuni,
hevur
havt
stóran týdning fyri okkum.
Statsgarantiið tryggjaði,
at
peningur
ikki
varð
fluttur av landinum. Lánið
úr statskassanum til tess
at styrkja kjarnukapitalin í
bankunum, setti ferð aftur á
peningarenslið, sum annars
var læst fast, og Eik Banki
(helvtin av føroyska banka
kervinum) er endurreistur
uttan stórvegis hóvasták.
Hugsi ikki nakað annað
land á okkara leiðum hevur
havt slíkan møguleika. Vóru
vit ikki við, er lítið at ivast í,
at bankar, húsaeigarar, vinna
og onnur sótu við skegginum
í postkassanum í dag.
Aðrastaðni,
eitt
nú
í
Íslandi, hava vit tíverri sæð,
at alt bankakervið hevur
verið fyri hóttafalli. Tað
hevur havt sera álvarsligar
avleiðingar við sær, sum hava
gjørt, at neyðugt hevur verið
við hjálp uttanífrá.
Eftirmeting
Hóast vit stórliga kunnu
fegnast um loysnina, sum
nú gjørdist veruleiki, mugu
vit kortini eftirmeta alla
gongdina í samstarvinum
millum føroyskar og danskar
myndugleikar í samband við
bankapakkarnar. Eru viður
skifti, sum kundu verið gjørd
øðrvísi og við størri fyrimuni
fyri okkum, eiga tey at verða
lýst og fingin í rætt lag.
Landsstýrið eigur beinan
veg, í tann mun tað er gjørligt,
og út frá royndunum við
bankapakkunum, at betra
um og gera tilbúgvingar
ætlanir, sum uppaftur fyrr
kunnu verða settar í verk,
um vandi er á ferð, soleiðis
at
betur
kann
sleppast
undan líknandi støðum í
framtíðini.
Fari at enda at rósa
landsstýrinum fyri avgerðina
um ikki at vera við til at
keypa Eik Banka, og at ynskja
nýggju eigarunum til lukku
við keypinum og blíðan byr.
Nú verða tað nevnd og
stjórn, sum við skynsomum
rakstri, skulu mynda fram
tíðina hjá “nýggja” bankanum.
Vónandi verður tað til sóma
fyri land og fólk.
Bankapakkarnir ikki so galnir kortini
Kjak
Alfred Olsen
løgtingsmaður
Løgtingið samtykti seinasta vár mál nr.
161/2009 um at farast skal undir undirsjóvar
tunnilin, har ið linjuføringin er miðlinjan
við rundkoyring og innkoyring á Sundi, á
Strondum og við Løkin í Runavík.
P/F Skálafjarðartunnilin, sum higartil
hevur gingið á odda í arbeiðinum fyri at fáa
hesa megnar verkætlan framda í verki, fekk
einkarrætt til at gera fyrireikingararbeiðið
liðugt viðvíkjandi ferðslutølum, fígging v.m.
og at gera endaliga avtalu við landsstýrið
innan 1. desember 2010.
Seinasta heyst fór ein skelkur ígjøgnum
okkara fíggjargeira, tá ið Eik Banki fór á
húsagang. Og tá ið Eik grunnurin átti 50% av
partapeninginum, steðgaði arbeiðið upp og er
framvegis ikki komið í gongd aftur.
Eg eri fyri, at tað privata felagið, P/F
Skálafjarðartunnilin, skal fíggja, gera, reka
og hava ábyrgdina av tunlinum, til hann
verður latin tí almenna fyri einki um 2530
ár. Men tað, sum hevur størsta týdningin
er, at tunnilin verður gjørdur ongantíð
ov skjótt, tí hann fer at gagna fólkinum,
vinnuni, umhvørvinum og øllum tí føroyska
samfelagnum við góðum 100 mió kr um árið.
Nú skilst, at tað eru onnur, sum banka
uppá og vilja sleppa at gera tunnilin, meðan
felagið P/F Skálafjarðartunnilin liggur í
andaleypi. Støða má tí takast til hesi tilboð,
so farast kann undir tunnilin, serliga tá ið
hesi siga seg hava fígging tøka.
Eg vil fegin hava at farið verður undir at
gera Skálafjarðartunnilin eftir tí samtykt,
sum Løgtingið gjørdi á vári 2010, og tað so
skjótt sum gjørligt. Men tá ið felagið, sum
fekk møguleikan at gjøgnumføra verkætlan
ina tíverri ikki er virkið í løtuni, eiga vit at
umhugsa, um ikki onnur áhugað skulu sleppa
framat, so at arbeiðið kann fara í gongd.
Fari tí at mæla landsstýriskvinnuni til at
avgreiða samtyktina skjótast møguligt og
finna eina loysn, sum verður til gagns fyri
okkum øll.
Skálafjarðartunnilin
Nú er tíðin komin til at farið verður undir
at gera Skálafjarðartunnilin!
Fyrst eitt sindur um COP
tøl.
COPtalið er tað ein
fær burturúr hvørjum kilo
watttíma,
hitapumpan
brúkar. Er COPtalið 3, fært
tú tríggjar kilowatttímar
út sum varma fyri hvønn
keyptan kilowatttíma.
Runt roknað kann sigast
at COPtalið er 3 fyri luft til
vatn pumpur. Fýra fyri vatn
til vatn og 5 fyri luft til luft.
Vit brúktu 2400 litrar av
olju árliga til varma og heitt
vatn. CO2 útlátið av tí var
eini 6400 kg.
Við at skifta til luft til
vatn pumpu skulu nýtast
eini
6000
kilowatttímar
árliga.
Um hvat loysir seg kann
sigast, at tá oljuprísurin var
upp í móti 6 kr fyri liturin, so
loysti tað seg væl, í hvussu
er áðrenn SEV hækkaði
prísin.
Sjálvandi hevði verið sera
fíggjarliga best at keypa
eina lítla húsvindmyllu til at
reka hitapumpuna. Men tað
krevur, at SEV má vera bass
eng, tí hitapumpan krevur
eini 7 til 10 kw fyri at koyra.
Men sum er vil SEV ikki tað.
Men hví? Í Skotlandi kunnu
smáar vindmyllur setast
til eina stikkkontakt, og
sjálvandi kann elmálarin
mala báðar vegir.
SEV
Streymurin, vit keypa frá
SEV, er í meðal 55 prosent frá
olju. Tað lutfallið er ætlanin
at betra. Men tað røkka vit
ikki við at turrleggja landið.
Tað munar alt ov lítið,
serliga á sumri. Herumframt
má hvør útbygdur vatn
megawatttími
eisini
út
byggjast við olju á Sundi,
um veitingartrygdin skal
vera í lagi. Tí noyðast vit
heldur at útbyggja sjóvar
falsmyllur og vind. Altjóða
er nógv menning á veg.
Tá tú keypir 6000 kilo
watttímar, so eru nú 3300 frá
oljueli. Her er nyttustigið
eini 45 prosent, íroknað linju
tap og fjarhitan í Havn.
SEV brúkar sostatt eini
630 kg av olju til hesar 3300
kilowatttímar.
Tað gevur eini 2000 kg
útlát av CO2.
Í mun til oljufýringina er
tað eini 31 prosent.
Hanus Vang
Neyvari
hitapumputøl