mikudagur 2. februar 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14
Sosialurin
Klaksvíkingar
føra
fram,
at nú Norðoyatunnulin er
komin, er koyrandi báðar
vegir, og so er líka langt úr
Klaksvík til Havnar sum úr
Havnini til Klaksvíkar.
Hetta verður nýtt sum
grundgeving, tá okkurt skal
vera í Klaksvík og helst bara
í Klaksvík. – Í løtuni snýr tað
seg mest um skúlamál og
heilsumál.
Landsumfatandi endur
venjingardeild í Klaksvík
sum dømi.
Allir føroyingar við ávísum
tørvi skulu til Klaksvíkar
til viðgerð, ambulant ella
innleggjast.
Hvør fær nyttu av, at hon
er í Klaksvík. Allir norðoy
ingar hava sjálvandi stytstu
leið til deildina, og hjá havn
arfólki er líka stutt til Klaks
víkar sum hin vegin.
Latið okkum seta nøkur
tøl saman, tølini eru úr
seinasta álmanakka.
Sí talvu
Her sæst at 11.012 fólk – at
kalla dupult so nógv sum í
Norðoyar Sýslu – fyrst skulu
fram við Havnini, áðrenn
tey koma á teinin millum
Havnina og Klaksvík.
Saman við Havnini eru so
31.117 fólk sum høvdu havt
fyrimun av, at deildin var í
miðøkinum meir enn fimm
ferðir so nógv, sum fólkið í
Norðuroyggjum.
Eftir er Eysturoy – 10.863
fólk – og nakrar bygdir í
Streymoy – 1.070 fólk.
Her
veldst
aftur
um
roknihátt.
Klaksvíkingar hava áður
kannað sær stóran bita
burturav. Kanska er tað ikki
burturvið at lata eysturoy
ingar sleppa at siga sína hugs
an, so hetta bítið kann bíða.
Hugsa
vit
frameftir,
kemur ein tunnil afturat
inn í myndina: sambandið
millum
suðurendan
av
Eysturoy og Streymoynna.
Hesin tunnil, sum tað loysir
seg at gera, hevði helst verið
í gerð nú, um málið ikki varð
forbronglað í løgtinginum.
Sum fólkabýtið og sam
ferðslukervið er í Føroyum í
dag, er tað skeivt at hála eina
gamla avoldaða sjúkrahúslóg
fram og misbrúka hana til
lokalpolitikk og serdeildir til
Klaksvíkar Sjúkrahús.
Vit bíða spent eftir áliti
num um urologiska deild á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og
áhugavert verður at síggja,
hvussu víða álitið hevur
verið til ummælis.
Ymsir roknihættir
Óli Mikkelsen
lækni
Fólk
Suðuroy
4754
Sandoy
1371
Vágar
3101
Vestmanna 1202
Kvívík
584
Í alt 11012
Havnin 20105
Samanlagt 31117
Klaksvík
4845
Norðoyar
5867
Í Degi og Viku fingu vit at
vita, at flakafólkini vóru um
at koppa samfelagnum
Fyri nøkrum árum síðan
varð tosað um fastlønar
skipan, tað gleddust fólkið
um, men nú var landsstýris
maðurin Jóhan Dahl tráð
spurdur
um,
hvat
hann
ætlaði. Hann læt seg fara
við hesum rákinum, at tey
á niðastu rók, tá tað við
víkur løn, men samstundis
sum hetta eru tey sum lyfta
samfelagið upp, fingu ov
nógv og tann lítla flakavirkis
skipanin skuldi vekk.
Katrin Dahl Jakobsen var
eisini spurd og svarar hon:
»hesi fólk skulu hava mat á
borðið, ja, latið okkum fáa
teimum eina munandi betur
skipan, enn tað sum er«.
Avtoftað
Er meiningin at avtofta alt,
sum hevur við fiskivinnu at
gera, ja, sigið tað so.
So kunnu øll í okkara landi
renna í jakkasetti og slips,
so kunnu vit prøva, hvussu
leingi samfelagið koyrur.
Sjómenn og verkfall
Flotin liggur, eingir pengar til
tær familjur, sum varða av.
800 fólk til hús vegna húsa
gang, tað hoyra vit lítið til.
Á middegi
Hoyrdi stór tíðindi, vit skulu
deila 3,5 mió út til listafólk og
legði útvarpsmaður afturat,
eg
sá
smílið
ígjøgnum
útvarpstólið »tað koma meira
pengar seinni«.
Eg nevndi hetta í stuttari
viðmerking í gjár, hetta var
ikki vældámt av viðmerkj
arum úti á portalinum, men
tað leggi eg einki í.
Hví kunnu hesi fólkini,
sum skulu hava starvsløn,
ikki heldur fáa eitt arbeiði
til dømis á Kósini, Sandoy
Seafood ella á onkrum ørðum
virki.
Eg havi stóra virðing
fyri mentan og list, men
tað eru eisini onnur fólk,
sum skulu hava møguleika í
samfelagnum.
Tá nú so lítið av peningi
er í okkara samfelag, og fólk
hava stórar trupulleikar, tá
er hetta beinleiðis forargilsi
at hoyra um hasar ótrúligu
starvslønirnar.
Álvaratos
er okkara samfelag úti at
koyra.
Eg nevndi í viðmerkingini
á tingsins røðarapalli, at til
dømis fingu sjúk fólk ikki, í
øllum førum, fylgjara niður
til Danmarkar.
Nei latið okkum heldur
hjálpa teimum, sum hava
hildið okkara landi uppi
og framhaldandi gera tað,
heldur enn javnan at royna
at psyka tey niður inntil tey
rýma av landinum.
Við javnaðarkvøðu
Ja so var aftur eitt álop
á okkara verkafólk
Gerhard Lognberg
løgtingsmaður
BankNordik er komin við sera áhugaverdum og sera
skilagóðum uppskoti um, hvussu ætlanin við einum
Skálafjarðartunli eigur at verða løgd til rættis. Tað
almenna skal inn sum eigari og byggiharri og ikki
longur eitt felag, sum privat áhugaði eiga.
Á fundi við umboð fyri BankNordik 20. jan. varð
eg kunnaður um eina ætlan, sum BankNordik hevur
arbeitt við viðvíkjandi bygging av Skálafjarðartunlinum.
Orsøkin til, at BankNordik hevur tikið hetta stigið er, at
framtíðin hjá P/F Skálafjarðartunlinum er meira enn
ivasom í kjalarvørrinum av krakkinum í Eik.
Uppskotið er, at tað almenna setur á stovn eitt
partafelag, sum skal eiga og reka Vágatunnilin og Norð
oyatunnilin. Hetta almenna partafelagið skal so eisini
byggja og reka Skálafjarðartunnilin. Eginognin og inn
tøkumøguleikarnir hjá felagnum verða so mikið góðir,
at møguleikar fyri góðari og munandi bíligari fígging
avgjørt eru til staðar.
Sjálvandi merkir hetta, at inntøkurnar frá Vágatunli
num og Norðoyatunlinum halda áfram, eftir at lánini
eru afturgoldin. Hetta er fótongulin í uppskotinum hjá
Bank Nordic, tí hvat fara vágafólk og norðoyingar at
siga til, at tey skulu gjalda tunnilsgjald eftir, at tunlarnir
eru afturgoldnir.
Hin vegin er Smyril goldin, men vit gjalda framvegis
fyri at sigla, og tað sama kunnu vit siga um Teistan og
aðrar farleiðir hjá SL.
Avbjóðingin er at gera inntøkurnar til almenna parta
felagið meira samhaldsfastar. Kanska kundi gjaldið fyri
báðar tunlarnar farið nakað niður, samstundis sum vit
útbyggja inntøkumøguleikarnar av veganetinum til
onnur knútapunkt í ferðsluni. Kanska til bergholið
millum Kaldbaksbotn og Kollafjørð ella tvørtur um
brúnna um Streymin.
Ein annar møguleiki er, at vit innbyggja eina
kollektiva fígging til felagið yvir vegskattin, soleiðis at
tað ikki bert verða vágafólk og norðoyingar, sum skulu
standa fyri inntøkunum hjá almenna partafelagnum,
meðan Skálafjarðartunnilin verður bygdur.
Megna vit hetta, og tað eiga vit at kunna, so kunnu
vit sum almennur myndugleiki átaka okkum hesa upp
gávu, sum tað almenna og ikki tað privata eigur og skal
loysa.
Ein slík skipan kann so eisini gera tað møguligt, at vit
longur út í framtíðina kunnu fara undir enn eina stóra
verkætlan nevniliga um Skopunarfjørð. Inntøkurnar
frá Skálafjarðartunlinum, tá hesin verður tikin í brúk,
verða rættiliga stórar, og kann felagið tí fara í gongd við
nýggjar uppgávur.
Hetta er á leið tann ætlan, sum vit høvdu í CHE
samgonguni. Eg haldi, at BankNordik veruliga hevur
gjørt hol í sjógvin við hesum sera áhugaverda uppskoti
til, hvussu vit í framtíðina kunna fíggja slíkar risa
verkætlanir, sum ikki rúmast inni á fíggjarlógini.
Jóannes Eidesgaard
landsstýrismaður
Ætlanin við
Skálafjarðar
tunlinum
aftur á beint