Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 16 Sosialurin Í Dimmalætting 13. januar 2011 er opið bræv til Føroya Skúlabókagrunn frá Rolf Guttesen, ið ikki er hvør sum helst, tá talan er um fakligan førleika innan geografi og geologi. Hann er fyrrverandi Associated Professor við Københavns Universitet, Department of Geography and Geology og núverandi Adjunkt Profes­ sor in Historical Geography, Department of History and Social Sciens út á Setrinum. Brævið er sent til Magnus Tausen (MT), Niels Petersen (NP) og Birgir Kruse (BK), ið sambandi við, at teir høvdu biðið Rolf Guttesen sum serkønan um at hjálpa til við nýggja føroyska Heims­ atlassinum, millum annað at týða tað enska Collins: World Student Atlas til føroyskt. Teir høvdu fleiri fundir og kravdu treytaleysan hond og hálsrætt yvir endaligu verki­ num, uttan nakra trygd fyri at fakligu princippini, sum arbeitt verður eftir tá atlas verða gjørd, fóru at síggjast aftur í tí endaliga verkinum. Tað áhugaverda í hesum sam­ bandi er, at ongin av teimum trimum umboðandi Føroya Skúlabókagrunn, MT, NP ella BK hava dokumenteraðan fakligan førleika, tá talan er um ábyrgd av atlas útgávu, men tað hevur Rolf Guttesen í ríkiligt mát – bæði fakliga og málsliga. Ísland 16 ferðir størri umboðan enn Danmark og stendur fremri Í brævinum upplýsir Rolf at Ísland fær 4 síður meðan Dan­ mark fær eina fjórðingssíðu uttan sjálvstøðugt kort. Ísland fær sostatt 16 ferðir størri umboðan enn Danmark og stendur beint eftir Føroyum, fremri enn bæði Danmark og Grønland, sum vit hóast alt framvegis eru í ríkisfelags­ skapi við. Tá Rolf spurdi um grundgeving fyri henda mis­ javna, fekk hann onki svar. Føroyar og Danmark Faktum er, at Føroyar og Danmark hava verið í ríkis­ felagsskapi yvir 600 ár. 20.000 føroyingar búgva í Danmark. Um 85 ­ 90% av øllum herbúgvandi føroying­ um hava reytt danskt EU­ pass og tað talið veksur fyri hvørt ár. Útvið 90% av øllum føroyingum sum lesa uttanlands lesa í Danmark ­ kvitt og frit – umframt at vit fáa góðan lestrarstuðul. Før­ oyingurin er tvímæltur før­ oyskt / danskt og klárar seg harvið eisini sera væl bæði á norskum og svenskum. Samskiftið við Danmark er fleiri ferðir størri enn við Ísland, bæði socialt, búskapar­ ligt og mentanarligt. Í 2010 til dømis flutti Atlantic Airways 168.701 fólk millum Føroyar og Danmark. Tilsvarandi tal millum Føroyar og Ísland var 13.322 fólk ella 12,7 ferðir færri. Umframt at Føroyar eisini er ein grein av tí europeiska mentanarbulinum Alt hetta skal sjálvsagt endurspeglast í einum komandi ajourførdum føroyskum Heimsatlassi – ikki minst málsliga. Ísland hinvegin er meiri orienterað móti USA enn móti norðurlondum. Mett verður at 90% av føroyingum hava ilt við at skilja íslendskt, og tí enda flestu samrøður ofta á enskum, tá man er og ferðast í Íslandi. Hetta kemur mest ikki fyri í skandinavisku londunum. Manglandi professionalisma Tað er mangt sum bendir á, at skal nýggja Heimsatlassið lúka altjóða krøv, so er Føroya Skúlabókagrunnur ikki rætta forum at standa fyri útgávuni. Teir eru ikki førir fyri at svara Rolf Guttesen upp á teir mest basalu grundstrukturirnar í einum atlassi, so sum at fylgja altjóða leiðreglum og hvørji málslig atlit skulu takast í mun til ta fyrru ella fyrstu út­ gávuna. “Det grejer sig i sjøen” holdningurin, er ikki gott nokk. Rolf Guttesen hevur víst teimum á hvørjar altjóða leiðreglur eru galdandi tá um atlas útgávu ræður, men tað er sum at sletta vatn á gás. Hetta minnir um pro­ blematikkin sum Vár í Ólavstovu nevndi í sam­ røðu við Kringvarpið, at frá­ lærutilfarið í føroyskum á miðnámsstøði var merkt av manglandi professionalismu. Vár í Ólavstovu hevur nú um dagarnar á Syddansk Universitet forsvarað sína ph.d í føroyskum “Mellem tradition og modernitet”. Realisman hevur avloyst ta puristisku epokuna Málsliga er vit á veg út úr tí puristisku epokuni og inn í realismuna. Tann puristiska epokan hevur í ólukku mát merkt tað fyrsta Føroyska Heimsatlassið frá 1993, sum við sínum íslandskt substi­ tueraðu heitum og ov nógvum heimagjørdum krotusmiðu orðum hevur fremmanda­ gjørt og ørkymla føroyingin. Alt hetta við vælsignilsi frá tí gomlu málnevndini, sum umboðaði tað nú falnu puristisku epokuna. Nýggja málnevndin umboðar realis­ muna og kann sum Holberg devisan siga: “at oplyse og for­ nøje, jeg haver for øje”. Sambært grein: “Atlas, alfabet og málráð” hjá Sjúrða Skaale, løgtingslimi, í bløðunum í dag (24/1) fram­ gongur, at tað var breið semja í Løgtinginum, samd mentanarnevnd í Løgtingi­ num og samd málnevnd við Jógvan í Lon Jacobsen um at útihýstu stavirnir: C,Q,W,X og Z skulu inn aftur í okkara alfabet. Hetta skal sjálvsagt endurspeglast í einum kom­ andi Heimsatlassi. Eisini er vert at nevna, at nýggja Staðarnavnanevndin við Eivind Weyhe sum for­ manni er suveren, og júst hevur ruddað upp eftir tí puristisku epokuni, soleiðis at Lambi nú aftur hevur fingið sítt uppruna navn Lamba, Hellur hevur fingið Hellurnar v. fl. Hetta er at frøast um, at tað reella nú tekur yvir. Staðarnavna­ nevndin eigur natúrliga at vera við tá umheimurin skal navngevast. Reella upp­ lýsningstíðin er endiliga kom­ in til Føroyar, hóast flestu lond rundan um okkum longu hava nomið gott av henni í langt yvir 100 ár, men betri seint enn ongantíð! Í bóklinginum “Málmað­ urin í Útvarpinum I, Vetur­ in 2008­2009 – og so nøkur innkøst “(Sprotin 2010), skrivar Jógvan í Lon Jacob­ sen um margfeldið í máli­ num: “Málvísindaliga er hetta avgjørt ein dygd og ein fongur, men úr einum øðrum sjónarhorni – tí puristiska – verður tað helst ikki roknað sum ein dygd”(s.38). Hetta vísur klárt munin millum ta málsligu realismu, sum nú ræður við Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í Málnevndini á odda, og so tað málsliga trongsskygni, ið ráddi mitt í tí puristisku epokuni 1993. Málnevndin og Staðarnavnanevndin eru gevandi dømir um, at tann puristiska epokan er ein farin tíð í Føroyum. Tann hugsandi føroyingurin hevur tikið realismuna til sín og ynskir at liva í nú’inum – og ikki í einum avsondraðum puristiskum dreymalandi. Viðmerkingar í bløðunum Bjarni Djurholm, løgtings­ maður, umrøður júst hetta sama í eini tíðargrein í Sosialinum 21. jan. 2011, undir yvirskrivtini: Nýggja atlassið, ein trongi ella vita til lærdóm? Bjarni vísir millum annað á, at verandi Heimsatlas er ein fótongul fyri leiting á internetinum, og at eitt komandi atlas skal vera ein kelda til víðskygni og lærdóm og kunnleika. Eisini okkara vísi og ótroyttiligi polemikari, Heri Mohr, skrivar í bløðunum í dag (24/1) undir heitinum: “Nýtt Atlas” , har hann heitir á mynduleikarnar um at fáa framleitt tað nýggja atlassið við serkønari hjálp, og har Rolf Guttesen átti at verið sjálvskrivaður. Samstundis meinar hann, at tað gamla Heimsatlassið frá 1993 skuldi verið inndrigið og makulerað. Hesir viðmerkingar tala fyri seg og vónandi fær hetta onkran politiska ábyrgdara at vakna. Fáa vit nú aftur eitt heimagjørt føroyskt Heimsatlas? Kjak Regin Eikhólm – merkt av manglandi professionalismu og nationalpuristiskari raðfesting Undir yvirskriftini: Hita­ pumpur ­ Olja og CO2­útlát, hin 21. jan. greiðir Hanus Vang frá hvussu nógv CO2 útlátið minkar við at nýta hitapumpur. Hitapumpan sjálv út­ leiðir onki CO2, men um hon nýtir el, sum er fram­ leitt við olju, so er onki vunnið. Og táið ikki ovmik­ ið er til av grønari orku, verður øll meirnýtsla gjørd við olju. Rætt er tað at hita­ pumpur kunnu hava eitt heystanarstig uppá 3 ­ geva 3kWh fyri 1kWh frá SEV. Tað Hanus »gloymir« at siga okkum er at, táið vit brenna oljuna sjálvi fáa vit mestsum allan hitan av oljuni. Táið SEV brennur oljuna er meginparturin spillhiti: skorsteinshiti og kølvatn og flutningstap. Virkni er í besta føri (info frá SEV) 0,4 meðan oljufýrið helst skal vera 0,9 ella betur. Tað vil siga at hvørjaferð SEV skal framleiða 1kWh av el við olju, skal nýtast umleið 2,5 ferðir so nógv olja sum táið hon verður brent heima. Um heystanarstigið á hitapumpuni er 3, og øll meirnýtsla hjá SEV verður framleidd við olju, verður CO2 útlátið minkað við muninum millum 3 og 2,5. Í prosentum er hetta 17. Sum støðan er vil eg geva Helga rætt, táið hann sigur at hitapumpur bara flyta oljutangan úr túninum niðan á Sund. Støðan er øðrvísi í teim­ um londum har elfram­ leiðslan ikki er grundað á fossil brennievni. Har til eru vit ikki kom­ in enn hóast arbeitt verður á fleiri økjum við at fáa grøna orku. Vil tú vit meir og kann um tað lønar seg hjá tær at nýta hitapumpu ber hetta til á: orka.teletech.fo Løgið sjónarmið Thormann Kruse