mikudagur 2. februar 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14
20
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Svínoy: - Eg búgvi herúti, av teirri
einfaldu orsøk at mær dámar at
vera her. Um eg ikki tímdi tað ella
eg keddi meg her, ja, so kundi eg jú
bara flutt onkra aðrastaðni, slær
Sólvá fast.
Hon er ein av teimum hepnu,
sum hevur eitt lønandi arbeiði í
heimbygdini - í hesum føri á nýggju
smoltstøðini í Svínoy.
- Nú havi eg arbeiði herúti, so
eg havi ongar ætlanir um at fara
nakran veg. Eg havi í øllum førum
eitt gott lív.
Hvønn einasta dag fer Sólvá
til arbeiðis á smoltstøðini sum
tey beint nú eru í ferð við at rigga
til framleiðslu. Hetta er einasta
arbeiðsplássið í bygdini.
Oyggjablaðið hitti hana ein dag
í farnu viku, tá hon var farin til
hús í døgurðasteðginum. I dagens
anledning hevði pápi hennara gjørt
ein góðan døgurða - kókað ræst
kjøt, soleiðis at arbeiðsdagurin hjá
okkum øllum kundi roynast góður.
- Hetta er í fínasta slag, tí tað eru
ikki nógvir aðrir møguleikar fyri
arbeiði herúti. Tí eri eg her, hóast
eg veit, at nógv onnur ikki høvdu
gjørt tað sama sum eg.
- Og var einki arbeiði at fáa her,
ja, so hevði eg helst arbeitt okkurt í
Klaksvík. Eg meini, - man kann ikki
ganga fyri einki í ov langa tíð, sigur
Sólvá.
Hon ætlar sær einaferð seinni
at fáa sær eina útbúgving. Júst
hvørja, hevur hon ikki avgjørt enn,
men tað verður okkurt sum hon
brennur fyri.
- Tú veitst hvussu tað er: Tað eru
altíð onnur sum halda seg vita betri
enn tú. Men man skal ikki altíð
hugsa um, hvat hini halda og siga.
- Eg ætli mær so at velja tað, sum
eg haldi vera rættast og sum er best
fyri meg, sigur yngsti borgarin í
Svínoy.
Einki mist
Í dag eru eingi skúlabørn í Svínoy,
men fyri eini 50-60 árum síðani
vóru tey omanfyri 30.
Sólvá var tó so heppin at
kunna ganga í bygdarskúlanum í
heimbygdini, heilt fram til 9. flokk.
Tá hon skuldu taka 10. flokk, varð
tað gjørt við skúlarnar í Klaksvík.
Hóast bygdarskúlin var lítil
og avmarkaður í ávísum førum,
bar saktans til hjá henni at taka
meginpartin av framhaldsdeildini
í lokala universitetinum.
- Skúlin hevði alt sum kravdist til
9. flokk, og vit høvdu sama lærara -
Jógvan Edmund á Geilini - í øllum
fakunum. Eg haldi í øllum førum
ikki, at eg havi mist nakað.
Bygdin telist ikki millum tær
størstu í dag, men um hetta mundið,
tá Sólvá gekk í Svínoyar skúla vóru
tey upp í 12 skúlabørn.
- Talið av skúlabørnum minkaði
tó nakað, tá ein familja flutti inn
aftur til Hvannasunds at búgva,
greiðir hon frá.
Seinni fór Sólvá á miðnámsskúla,
og tók HF-prógv í 2009. Og nú hevur
hon so fast arbeiði á smoltstøðini í
heimbygdini.
- Eg havi so einki mist, tekur hon
uppaftur.
Von at vera ein
Onkur vildi kanska hildið, at tað
kann ikki vera nógv hjá einum
barni at taka sær til her úti í Svínoy.
Hesum er Sólvá tó ikki samd í:
- Nei, her var bæði trygt og gott
Eingin noyðir
hEr úti
UNGDÓMUR “Altso, heilt erliga, Sólvá: Blívur tú ikki snedig av at búgva einsamøll
harúti í Svínoy?”. Henda spurningin hevur 24 ára gamla Sólvá Eyðunsdóttir Jacobsen
mangan hoyrt. Tað eru helst uppaftur fleiri ið ikki nenna sær at fornerma hana við
einum so nærgangandi spurningi. Tá hon enn einaferð fekk henda spurningin settan av
Oyggjablaðnum, fall svarið beinanvegin: - Eg eri kanska eitt sindur spesiell, av tí at eg
framvegis búgvi herúti. Men snedig, nei, tað eri eg ikki, tí eingin noyðir meg til tað. Eg
búgvi her í Svínoy av fríum vilja, og eg eri ikki flov av at siga, at eg eri svínoyingur!
3-2 til United
Sólvá arbeiðir á smoltstøðini í Svínoy. Hesa ársins tíð fer
hon avstað í myrkri og kemur aftur í myrkri.
Men, fær hon gerandisdagin at ganga? Ella er tað
ikki langligt og myrkt at vera her tey longu og myrku
vetrarkvøldini?
- Tað hevur gingið soleiðis í 24 ár, so tað man fara at
ganga eina tíð aftrat, sigur hon brosandi.
Dagin fyri at Oyggjablaðið vitjaði í Svínoy var nógv at
gera á smoltstøðini, og hon var rættiliga móð tá hon
kom til hús. Men hon visti allatíðina, at hon mátti ikki
sovna, fyrrenn hon hevði sæð yndislið sítt í enskum
fótbólti spæla - Manchester United.
- Jú, tað var ein sera spennandi dystur á útivølli ímóti
Blackpool. Tonk tær til, - teir vóru aftanfyri 2-0, tá 18
minuttir vóru eftir. Og so megna teir altso at vinna
dystin 3-2, sigur ídni United-fjepparin í Svínoy.
Eg eri kanska eitt sindur
spesiell, av tí at eg framvegis
búgvi herúti. Men snedig, nei,
tað eri eg ikki, tí eingin noyðir
meg til tað
HEIMBYGDIN
- Tað er altíð okkurt at gera herúti í Svínoy, hóast
eg eri yngsta fólkið, sigur Sólvá Eyðunsdóttir