mikudagur 2. februar 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14
Sosialurin
Oyggjablaðið
mEg at vErða
8 til 5
Í eina tíð eru fyrireikingar
gjørdar til at lata eina
smoltstøð uppaftur her
í Svínoy, og er hon nú so
smátt farin í gongd.
Hvønn morgun klokkan
8 møtir Sólvá til arbeiðis
saman við hinum
monnunum á støðini, og
fer til hús aftur klokkan
5, bert avbrotin av einum
døgurðasteðgi.
- Her er nógv nýtt at læra
og nógv at taka hensyn
til, so tað er eitt sindur
strævið onkutíð. Men
eg vænti, at tað verður
uppaftur betri, tá eg
fari at koma meiri inn í
arbeiðið.
- Mær dámar arbeiðið
ordiliga væl, og eg vóni
at smoltstøðin kann
koma væl í gongd og
verða verandi her, sigur
hon.
at vera hjá okkum børnum, og nógv
pláss, har vit kundu spæla úti. Vit
vóru nøkur børn tá og vit høvdu tað
fínt saman, sigur Sólvá, sum spældi
serliga nógv við systur sína, sum er
tvey ár yngri enn hon.
Júst hetta, at hon er von við at
hava fá vinfólk í nánd av sær, er eitt
ið er henni til fyrimunar í dag, kann
ein siga.
- Ja, tá man er vanur við at man
er bara ein her, so kann man gott
klára at búgva herúti. At eg eri ein-
asta ungfólkið í bygdini, er í øllum
førum ikki nakað eg hugsi so øgiliga
nógv um, heilt erliga.
- Eg trúgvi, at tað hevði verið
nógvar ferðir verri, um eg skuldi
flutt av einum stórplássi og út
higar. Tá hevði tað ikki verið tað
sama, slær hon fast.
Dagarnir ganga
Sólvá er von við at hava fá børn
rundan um seg. Nú hon er farin um
tey 24 árini, er hon yngsta fólkið á
oynni.
- Men, slær hon fast. - Eg føli meg
altso ikki einsamalla herúti, sjálvt
um onkur kanska kundi hildið tað.
- Og eg fái so sanniliga dagarnar
at ganga, eisini nú ið tað er tann
myrka árstíðin.
Hon hevur atgongd til alnetið
og teir møguleikar, sum tað gevur
fyri samskifti við onnur. Og í
barnaheimið er eisini ein parabolur
knýttur.
- Sjálvandi behøvist man ikki
at hyggja í sjónvarp allatíðina. Eg
gangi mær onkutíð ein túr ella eg
baki onkrar køkur, lesi onkra bók
ella okkurt heilt annað.
- Man kann altíð finna uppá
okkurt, um man bara tímir. Og eg
tími væl hetta ymiska, slær hon
fast.
- Men eitt dugi eg ikki: Eg dugi
faktist ikki at binda, men kundi
gott hugsað mær at lært tað.
snorri@sosialurin.fo
Eg føli meg altso ikki
einsa malla herúti, sjálvt um
onkur kanska kundi hildið tað
ARBEIÐI
- At arbeiða á eini smoltstøð er spennandi,
men tað krevur sítt, sigur 24 ára
gamla Sólvá Eyðunsdóttir Jacobsen.
- Mær dámar væl hetta arbeiðið