Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 22 Sosialurin Oyggjablaðið Trøllanes Mikladalur Oyndarfjørður Hellur Fuglafjørður Skáli Morkranes Strendur Kaldbak Hvítanes Hoyvík Tórshavn Argir Velbastaður Kirkjubøur Sandur Skarvanes Skúvoy Stóra Dímun Lítla Dímun Tvøroyri Froðba Hov Porkeri Nes Akrar Víkarbyrgi Sumba Norðast til sunnast við Oyggjablaðnum Síðani á vári í fjør hevur Sosial urin havt Oyggja blaðið sum eitt eyka­ blað í hvørj um miku dags blaði. Her hava vit vitjað kring oyggj arnar, eins og vit hava tikið upp ávís viðkomandi evni, so sum veiðu, før oyska framleiðslu, bilar, fiskivinnu oeweg bøkur. Í Oyggjablaðnum eru vit nú í gongd við eina nýggja rundferð kring oyggjarnar, sum í stóran mun fylgir 7. breiddarstigi á heimsatlasinum. Vit hava valt at kalla rundferðina “Føroyar ­ norðast til sunnast”. Ætlanin er so líðandi, men tó ikki slaviskt ­ at vitja flestu bygdir og oyggjar, ið liggja nærhendis hesum ása hetta komandi árið. Góðan lesihug. snorri@sosialurin.fo Í eini av sendingum sínum í Lind­ ini, nevnd “Brot úr lívsins dagbók” hevur Effie Campbell hesa frá­ søgnina frá eini kvinnu við ættar­ bondum úr Svínoy: Mamma mín er ættað úr Svínoy, so tá ið vit vóru børn, vóru vit ofta har úti og ferðaðust hjá abbasystur okkara, sum var ógift, og sum dag og dagliga livdi í tí andaliga saman við Gudi. Eitt leygarkvøld, tá ið systir mín var har úti, sigur abbasystir við hana, tá ið tær fara til songar: “Eg veit ikki, hvat ið vit skulu hava til døgurða í morgin”. Tær løgdu seg so. Morgunin eftir, tá ið tær eru uppi, gloppar abba­ systirin hurðina at vita, hvussu veðrið mundi vera. Nú liggur ein stór teyggja við nýfiskaðum seiði á trappusteininum. Seiðurin var ókruvdur, høvdini vóru uppiá, og fiskarnir lógu so vakurt í einum rundingi rundan um hetta bandið, teir vóru bundnir í. Abbasystirin gjørdist ógvuliga glað; men hon undraðist eitt sindur, tí brim var í báðum støðum í Svínoy henda dagin. Hon helt, at hon mátti fara at siga teimum takk, sum høvdu givið teimum fiskin. Hon gekk hús úr húsi; men eingin hevði verið til útróðrar, og tískil hevði eingin har givið henni henda fiskin. snorri@sosialurin.fo Hvaðani kom seiðurin? Tyrlupallur til ferðafólkið Hesa seinastu tíðina hava menn arbeitt við at betra um umstøðurnar hjá teimum, ið velja at ferðast til Svínoyar við tyrlu. Í nánd av tyrlupallinum er eitt hús sett upp, og nú verður arbeitt við at innrætta tað til móttøkuna av ferðafólkum. Innan skal gerast eitt bíðirúm, skrivstova og toilett. snorri@sosialurin.fo SAMBAND Umframt møguleikan at ferðast sjóvegis, hava tey ferðandi eisini møguleika at koma til og frá Svínoy við tyrluni hjá Atlantsflogi Mynd: Jens Kristian Vang