Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 Sosialurin Oyggjablaðið Tekstur: Snorri Brend Mynd: Jens Kristian Vang Svínoy: - Tað er ótrúligt, so nógv sum eitt einstakt arbeiðspláss kann betýða fyri eina so lítla bygd sum okkara, slær hann fast. Hann hevur búð meginpartin av lívi sínum í heimbygdini, og hevur eisini verið formaður í bygd- arráðnum. Og hann hevur eisini kunnað fylgt gongdini - ella rættari sagt: afturgongdini - í Svínoy. - Eg vil tó ikki siga, at heimbygd mín er nakað undantak. Hava fólk arbeiði, so hugsa tey ikki um at fara aðrastaðni at búgva, sigur Eyðun Jacobsen. Hagtølini prógva eisini tað sum Eyðun ber fram. Sambært Hag- stovuni búðu 61 fólk í bygdini í 2002. Árið eftir var talið komið heilt uppá 73, sum eisini er tað hægsta seinastu 25 árini. 2003 var eisini árið, tá smolt- støðin lat aftur. Og tað var beinan- vegin at fólkatalið tók at minka. Í 2004 búðu sostatt einans 58 fólk í Svínoy. - Tað hevði verið gott, um fólka- talið aftur fór at vaksa, sigur hann bjartskygdur. Líkindi eru veruliga fyri hesum: Ferðasambandið sjóvegis er batnað munandi, síðani Ritan fór at sigla higar seinasta summar; tyrlan flýg- ur regluliga til Svínoyar; og nú eru somuleiðis møguleikar fyri at fáa arbeiði í oynni, eftir at smoltstøðin so smátt er farin at rigga til. Flutt útaftur Eyðun Jacobsen minnist væl aftur á umstøðurnar í bygdini, áðrenn smoltstøðin varð bygd í 80’unum, og hvørja ávirkan tað hevði, tá hon lat aftur í 2003. - Áðrenn smoltstøðin kom, høvdu flestu menn sítt arbeiði á sjó- num, meðan nakrir fáir arbeiddu á landi. - Meðan teir arbeiddu við smolt- støðini, gjørdu vit samstundis báta- hylin her í bygdini. So tú kanst ætla, at hetta hevði stóran týdning fyri trivnaðin í kommununi - og ikki minst fyri skattainntøkuna, vísir Eyðun á. Um hetta mundi var arbeiði til umleið 10 mans einar 10 mánaðir um árið, tey árini meðan bátahylurin stóð í gerð. Seinni varð so farið undir smoltstøðina, har fleiri hildu fram í arbeiði. Tá so smoltstøðin lat aftur, hendi tað ikki heilt óvæntaða, at menn fluttu aðrar staðir at finna sær arbeiði. Í roynd og veru var bert ein teirra verandi eftir - Eyðun sjálvur. - Men nú ið smoltstøðin lat upp- aftur, eru tveir teirra fluttir út aftur higar, umframt onnur fólk ið eru knýtt at støðini. - Og tí er tað mín pástandur, at har arbeiðspláss eru, hagar koma fólkini eisini, slær Eyðun Jacobsen fast. Arbeiði dregur fólk til oynna BYGDARLÍV Tað er kanska í fyrra lagi at tosa um, at framtíðin hjá Svínoy er tryggjað. Í øllum førum er greitt at nýggja smoltstøðin, saman við batnaða ferðasambandinum hevur skapt grundarlag fyri hesum. - Tað er púra vist, at nú sær eitt sindur betri út, sigur 59 ára gamli svínoyingurin, Eyðun Jacobsen. ARBEIÐI Eyðun Jacobsen hevur nógv álitisstørv at útinna - eitt teirra er at bera postin út