Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 24 Sosialurin Oyggjablaðið Hetta lívið dá ÚTOYGGJ - Tað er sjálvandi ilt at siga við vissu. Men um eg ikki hevði havt nóg mikið at takast við hvønn einasta dag, so veit eg ikki rættiliga um eg framvegis hevði búð herúti, sigur 59 ára gamli Eyðun Jacobsen, fyrrverandi borgarstjóri í Svínoy, og sum nú virkar sum “alt-mulig-mand” hjá Klaksvíkar kommunu í heimbygdini. - Sum støðan er nú, havi eg ivaleyst at gera. Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Svínoy: Tað er ein vanligur miku­ dagur í januar mánaði. Klokkan er farin av hálvgum tíggju, og Eyð un ger seg kláran til enn eina upp gávu. Um eina lítla løtu kemur Alfa Pilot á víkina, og við sær hevur hann postin og onkrar pakkar sum Eyðun skal fáa út til røttu við komandi. Hetta er bert ein av mongum uppgávum hjá Eyðuni í heim­ bygdini. Hesa uppgávuna frem­ ur hann eisini við nærlagni og trúfesti. Tað ræður um at fáa postin út sum skjótast, áðrenn næsta uppgávan stendur fyri framman. ­ Ja, teir hava beint nú ringt um tyrluna. Hon skal koma her um hálv gumtey­tíðina ­ rættari sagt klokk an 13:28 úr Klaksvík. Men tað er ikki vist, at nakað ferðafólk er til okkum. Um so er, fer hon beinleiðis til Fugloynna. ­ Tað var okkurt við einum út lendskum myndamanni sum møgu liga skuldi til Svínoyar, men tað vita teir ikki enn. Tað finna vit nokk útav, sigur Eyðun Jacobsen. ­ Vit fara at tosa saman beint eftir døgurða. Eyðun hevur longu tikið postin inn á lítla posthúsið, og ger klárt til tvær av dagsins uppgávum: At bera postin út, og í øðrum lagi at rigga til at lata posthúsið upp klokkan 3. ­ Vit hava opið tríggjar dagar um vikuna ­ mánadag, mikudag og fríggjadag frá klokkan 3 til 4. Hóast vit ikki eru so mong herúti, so gjalda tey flestu sínar rokningar her á posthúsinum. ­ Tað eru ikki øll sum hava teldu, og kunnu tí ikki avgreiða øll síni ørindi uppá tann mátan. Tí hevði tað verið nokkso keðiligt um einki posthús var herúti, slær Eyðun fast. Eingin ivi er um, at Svín oygg­ in hevur upplivað bæði upp­ gangstíðir og niðurgangstíðir. Nú verður í spenn ingi sæð fram ímóti at smolt støðin aftur fer at virka. Útoyggj Tá Eyðun lítur aft ur um bak og minn­ ist aft ur á farnar b a r n a ­ d a g a r , stend ur eitt sólar­ klárt: F y r i eini fimm­ ti ár um síð ani ella har á leið, búðu oman fyri 200 fólk í Svínoy. Tá var lív, menn­ ing og trivn að­ ur í oynni, sum mong nú meta sum eina út oyggj. Í dag er bert ein tíggj­ unda part ur eftir í bygd ini. Hesa gongdina hev­ ur ein somu leiðis sæð í øðrum bygdum og útoyggjum, men tað var kortini ein týdn ing­ armikil munur: Svínoy minkað í skjótara lagi. ­ Tað sigur seg sjálvt, at tá eingi ungfólk vilja flyta út higar at búgva, og tey gomlu fara, so kann tað bara ganga ein veg. ­ Og tað sært tú eisini aftur í fólkatalinum í dag, harmast Eyðun. Í dag eru 40 fólk skrásett her, og er tað minsta tal av fólki seinastu 25 árini. Afturgongdin í fólkatalinum byrjaði av álvara í árunum beint eftir seinna heimsbardaga. Broytingar Sjálvur minnist Eyðun ikki nak að serliga til hesa tíðina eftir heims­ bardagan, men tá hann vaks upp í 50’unum og 60’unum var væl av fólki í oynni. ­ Hetta var ein serstøk tíð, tí bæði mynstrið við arbeiði og bú­ seting broyttust rættiliga nógv í Føroyum, vísir hann á. Millum broyt ing ar nar vóru tær, ið hendu inn an fiski flotan og fiski skapin, nú skips menn vóru long ur burturi og styttri tíð heima. Fleiri familj ur tóku tí fylgj ur nar av hes um, og valdu at bú seta seg í Klaks vík. Í 60’unum økt ust somuleiðis møguleikarnir hjá fólki at nema sær víðari út búgvingar, millum ann að í Hoydølum, har ein bæði kundi ganga í realskúla og stu­ denta skúla. At ungir og lestrarhugaðir svín oyingar eisini vildu taka við hesum tilboðnum í høv uðs­ staðnum, var einki at siga til. Hetta førdi aftur við sær, at fleiri familjur búsettust í Havn, har børnini gingu í skúla. ­ Soleiðis hevur tað verið alla­ tíðina. Tann sum fyrst hevur fingið sær eina útbúgving, hevur ikki so nógvar møguleikar at gera brúk av henni herúti, staðfestir Eyðun. ­ Hetta er bara veruleiki. Tí búgvi eg her Hinvegin kann ein eisini venda spurninginum á høvdið, og spyrja Eyðun, hví hann altso býr herúti í dag. Og framvegis ætlar tað. Í hansara føri er støðan hon, at konan hevur vaktararbeiði aðra staðni og dótturin, Sólvá býr fram vegis í heimbygdini. Og honum eru litin fleiri álitisstørv til, millum annað við posti, tyrluflúgving og kommunu. ­ Tja, eg veit ikki rættiliga. Eg eri uppvaksin her og mær hevur altíð dámað sera væl her í bygdini, sigur Eyðun. Og hann leggur aftrat: ­ Eg havi ikki altíð gingið herúti. Eg havi siglt úti í nógv ár, og havi sæð verðina alla sum hon var. ­ Men mær hevur kortini altíð dámað væl at koma aftur higar. Og eg havi so altíð havt nokk at takast við hvønn einasta dag. Tí eri eg framvegis her. snorri@sosialurin.fo