Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 Sosialurin Oyggjablaðið mar mær væl 10 ársverk hvurvu Eyðun hoyrir ikki til teirra sum eru dapurtskygd um framtíðina hjá Svínoy. Serliga ikki nú, ið líkindi eru fyri, at smoltstøðin so smátt er farin í gongd aftur. Smoltstøðin helt lív í bygdini frá miðskeiðis í 80’unum og fram til 2003. Hetta skapti sum vera man bæði lív, trivnað og menning í bygdini, men hinvegin afturgongd og mistreysti, tá hon lat aftur. Fyri Eyðun er eingin ivi um, at ein slík smoltstøð hevði eins stóran týdning fyri tey, sum fiskavirkini høvdu fyri bygdirnar kring landið. Tá vóru teir einir 5-6 mans knýttur at støðini, umframt teir sum arbeiddu við at gera bátahylin lidnan. - Eg var bygdarráðsformaður tá, og kundi bert staðfesta hvussu henda afturlatingin ávirkaði skattainntøkuna. Tað var faktist so galið, at inntøkan fór niður í eina helvt, tá smoltstøðin lat aftur. - So tú kanst ætla, at tað var ein ordiligur smekkur sum vit fingu, tá eini 10 slík ársverk bara hvurvu soleiðis innanfyri stutta tíð, sigur Eyðun. Nú bíðar hann og mong onnur í spenningi eftir, at verulig gongd kemur á smoltstøðina. Kundi meiri enn so hent, at fólk fara at flyta út aftur higar, nú arbeiðspláss verða skapt. SAMFERÐSLA Ein avgerandi treyt fyri at ein bygd sum Svínoy kann varðveitast og mennast er gott ferðasamband. Í hesum døgum røkir Alfa Pilot siglingina, men svínoyingar gleða seg til at Ritan fer at koma aftur. - Vit hava gott sjóvegis ferðasamband, og nógv fleiri fólk vitjaðu her síðsta summar, sigur Eyðun Jacobsen (fremst á myndini), sum saman við Regini Justinussen heintar eina slangu til vatnleiðingina í bygdina NOKK AT TAKAST VIÐ Hóast Eyðun Jacobsen røkir fleiri álitisstørv í heimbygdini, er eisini tíð til annað virksemi í frítíðini - millum annað seyðin og torvskurð Tann sum fyrst hevur fingið sær eina út­ búgving, hevur ikki so nógvar møguleikar at gera brúk av henni herúti Tað sigur seg sjálvt, at tá eingi ungfólk vilja flyta út higar at búgva, og tey gomlu fara, so kann tað bara ganga ein veg