mikudagur 2. februar 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14
26
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Myndir: Jens Kristian Vang
Svínoy: - Åh, hevur tú ikki minni?
Er ikki ein eitt-króna í mappuni?
So sleppur tú frá at seta á hundra-
krónuseðilin.
Ein eldri kona, tann 87 ára gamla
Elisabeth Jacobsen er farin til hand-
ils henda fyrrapartin.
Hon hevur brúk fyri onkrum av
tí sum hoyrir til húsarhaldið. Hóast
hon er einsamøll í húsi, er neyðugt at
fara til handils við jøvnum millum.
Millum tingini, ið hon keypir
er mjólk, mjøl og steikimargarin. Í
dag er eingin kø við diskin, so tað er
skjótt at Oddbjørg avgreiðir dagsins
fyrsta kunda.
Løtu seinni fer Elisabeth væl
nøgd útaftur. Hon veit, at um eina
løtu kemur Oddbjørg á gátt hjá
henni.
- Ja, eg arbeiði eisini um heima-
hjálp herúti, sigur Oddbjørg.
- Eg fekk akkurát eitt sindur
av tógvi við bátinum. Tá eg havi
fingið tað uppá pláss, fari eg oman
til hana. Hon býr beint herniðri,
greiðir hon frá.
Bíleggja
Tað var tann tíð, tá handil var her
í bygdini, og mundi bygdarfólkið
vera sera fegið um tað.
Tá tað so brádliga hendi, at eingin
handil var, høvdu fólk ikki annað í
at velja, enn at bíleggja vørurnar
frá handilsfyritøkum aðrastaðni,
tey flestu helst úr Klaksvík.
Men hetta var ikki altíð so lætt.
Tí um ein hevði gloymt at bílagt
okkurt smáting, so var ikki annað
at gera enn at bíða til næstu ferð,
høvið var til bíleggingar.
Fyri fýra árum síðani avgjørdi
Oddbjørg so at lata upp handilin
í heimi sínum ið liggur Um Eiði 16,
sum tað eitur herúti.
- Eg haldi, at fólk eru bara fegin
um at hava ein handil her í bygdini,
sigur hon.
Tað almindiliga
Handil hjá Oddbjørg telist ikki
millum teir størstu, men hevur
kortini tað úrvalið sum ein vanliga
brúkar í húsarhaldinum.
Avgreiðslan fer fram, eins og hon
gjørdi áður í handlunum kring landið:
Tú kemur fram til diskin; biður
lítli handilin
geva vinning
HANDILIN - Eg fór út higar at passa uppá pápa mín, sum var vorðin gamal, og so ynskti eg bara
at hava okkurt aftrat at gera. Og tá eingin handil var herúti, so fór eg bara undir hann, sigur
Oddbjørg Jacobsen, sum seinastu fýra árini hevur havt handil í Svínoy. Handilin er opin millum
klokkan 5 og 6, og tá báturin kemur. - Hóast handilin er lítil, eru umstøðurnar tær somu sum
hjá teimum stóru: Ein má alla tíðina stremba eftir vinningi, sigur Oddbjørg handilskona.
ÚRVAL
- Um veturin havi eg ikki avskorið pálegg ella frukt. Tað eru kundarnir ov fáir til, sigur Oddbjørg Jacobsen, sum her avgreiðir dagsins fyrsta kunda, ta 87 ára gomlu Elisabeth Jacobsen
Her »sleppur« eingin bara
at keypa. Eitt prát fylgir eisini
við prísinum