Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 Sosialurin Oyggjablaðið má eisini Síðani í summar hevur Ritan røkt ferðasambandið millum Hvanna­ sund og tær báðar eystastu oyggjar okkara, Svínoy og Fugloy. Fyri nøkrum vikum síðani fekk Ritan tekniskt brek, har ein samstundis sá seg noyddan til at skifta nakrar plátur út, har tering var komin í. Fólk hava verið sera fegin um nýggja strandferðsluskipið, sum gav nýggjar møguleikar fyri ferðing og fyri flutningi av tí ið krevst til smoltstøðina í oynni. Vónir verða settar til, at arbeiðið sum MEST ger í Rituni fer ikki at taka ov langa tíð, og at hon kann verða sett aftur í sigling seinni í hesum mánaðinum. snorri@sosialurin.fo UMVÆLING Ritan er í løtuni til umvæling hjá MEST í Havn Mynd: Álvur Haraldsen Tekniskt brek góðan dag; prátar eina løtu; sigur hvat tú skalt hava; fær hetta á diskin; tú rindar fyri; prátar aftur eitt sindur við handilskonuna ella onnur um tey eru har í somu ørindum; og fer síðani til húsa aftur við vøruni. ­ Ja, eg havi vanliga bara hetta her almindiliga til sølu, ­ nakað av dagligdagsvørum, góðgæti, soda­ vatn og tílíkt. Men um summarið, tá nógv fólk er herúti, keypi eg meiri inn og tá er úrvalið eisini nakað størri. ­ Hinvegin so vita fólk av handli­ num, og um tey steðga leingi herúti, so ringja tey og spyrja hvat eg havi. Og tað sum eg ikki havi, tað taka tey so sjálvi við sær, vísir Oddbjørg á. snorri@sosialurin.fo 12 av 15 At hava ein slíkan handil í eini bygd, hevur annan týdning enn bert at hava eitt stað at kunna keypa í. Handilin hjá Oddbjørg er eisini eitt savningarstað fyri bygdarfólkið. Her “sleppur” eingin bara at keypa. Eitt prát fylgir eisini við prísinum. - Ja, skal eg siga akkurát sum er, so eru ikki nógv fólk eftir í bygdini, men eg haldi, at tey øll eru í handlinum hvønn einasta dag - um tey ikki akkurát keypa so nógv, so hava tey góða tíð og dáma væl at steðga á fyri at fáa eitt prát, sigur Oddbjørg og brosar. - Her eru eini 15 fólk í bygdini, og onkran dag eru 12 teirra í handlinum. Her finst eisini ein svørt og dupult leðursofa. Hon hevur sína funksjón: - Ja, hon er til tey gomlu, sum ikki orka at standa so leingi í kø, um nógv fólk er inni, sigur Oddbjørg brosandi. KUNDAR Í Svínoy eru eini 15 fólk í løtuni. Onkran dag kunnu 12 teirra keypa í handlinum. Elisabeth Jacobsen hevur júst verið til handils og er nú ávegis til hús við vøruni Øll eiga fisk Einasti handilin í Svínoy telist millum teir fáu bygdarhandlarnar, sum enn eru á lívi. Fyri at fáa tað at bera til, ansar hon eftir hvat hon keypir inn. Eins og hjá teimum stóru handlunum í Klaksvík og í Havn, má útboð og eftirspurningur fylgjast. Í eini bygd, sum hevur verið nógv knýtt at fiskivinnuni er tað helst so, at fólk munnu eiga væl av fiski inni. Og soleiðis er eisini veruleikin í Svínoy. ­ Eg havi nakað av døgurðamati í frystaranum, eitt sindur av kjøti. Herúti hava øll fisk í boksini, so tað behøvist eg ikki at selja í handlinum. ­ Men treyðugt so, havi eg knettir og okkurt líknandi at selja, men tað er alt sera avmarkað, vísir hon á. ­ Eg fái breyð tvær ferðir og mjólk tríggjar ferðir um vikuna, og tað haldi eg at fólk eru fegin um. ­ Men sjálvandi er veðrið ikki til vildar og báturin ikki fær lagt at, so royni eg altíð at hava eitt lítið lagur í frystiboksini. Tú kemur fram til diskin; biður góðan dag; prátar eina løtu; sigur hvat tú skalt hava; fær hetta á diskin; tú rindar fyri; prátar aftur eitt sindur við handilskonuna ella onnur um tey eru har í somu ørindum; og fer síðani til húsa aftur við vøruni