Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 28 Sosialurin Oyggjablaðið góð men dýr l SAMFERÐSLA Tað kann saktans lata seg gera at tryggja svínoyingum regluligt samband við Strandferðsluni árið runt. Yvir í Havn eru góðir møguleikar at leggja eina trygga og góða havn. - Einasti trupulleikin við hesi loysnini er, at eingin vegur er hagar. Tí má ein tunnil somuleiðis gerast, verður sagt í eini frágreiðing frá Landsverki um nýggja ferjuhavn í Svínoy SAMBAND Í dag er tað Ritan ið røkir rutusambandið til Svínoyar, men nú hon er á sleipistøð røkir Alfa Pilot rutuna. Her leggur Alfa Pilot frá landi á Víkini mikudagin í farnu viku, tí ókyrt var á Eiðinum Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Svínoy: - Ein slík ferjuhavn vesturi á Eiðinum er mett at kosta millum 40 og 50 mió krónur, staðfestir Landsverk. Í november mánaði í fjør varð úrslitið av hesum kanningum kunn- gjørt. Hetta hendi eftir eitt drúgt kanningararbeiði, har øll nýmótans tøkni varð tikin í nýtslu. Kanningarnar vísa, at tað er gjør ligt at byggja eina nýggja ferju- havn á vestursíðuni á Svínoynni, annaðhvørt á Eiðinum, har ein atløgubryggja er í dag, ella Yviri í Havn. Verður ein nýggj ferjuhavn gjørd á øðrum av hesum støðunum, hevði tað stytt munandi um sigl- ingartíðina til Hvannasund, eins og tað hevði havt týdning fyri regularitetin. - Tað eru fyrimunir og vansar við báðum havnunum, og eru hesir í høvuðsheitum alduviðurskiftini og atkomuviðurskiftini á landi. - Har onnur havnin hevur fyri- mun, hevur hin vansar og øvugt, stendur í frágreiðingini. Leysliga roknað verður havnin á Eiðinum mett at kosta millum 40-50 mió. krónur. - Sostatt er hetta bert ein trið- ing ur av samlaða kostnaðin sum fyri verkætlanina Yviri í Havn, sum fer at liggja um 140 mió. krónur fyri sjálva havnina og tann tunnilin, ið krevst fyri at kunna nýta havnina, verður sagt. 140 mió Alduviðurskiftini Yviri í Havn eru góð á flest øllum ættum og kanningarnar vísa, at havnin verður nýtilig alt árið. Siglingarroyndirnar vísa, at streym urin verður ongin forðing fyri góðari og tryggari atløgu í havn ini. Onki er heldur til hindurs fyri, at skip kann liggja í havnini í ringum líkindum. Atkomuviðurskiftini frá landi eru hinvegin sera trupul og krevja at ein tunnil verður gjørdur yvir í Havn. Leysliga roknað verður havnin Yviri í Havn mett at kosta umleið 40 mió krónur. Harafturat verður tunnilin við vegum mettur at kosta umleið 100 mió. Samanlagt 140 mió krónur, sambært uppgerðini hjá Landsverki. Alduviðurskiftini á Eiðinum, har Ritan kann leggja at í dag, eru soleiðis háttað, at ein havn her verður nýtilig í umleið 90 pro- sentum av tíðini. Streymur hevur ongi árin á at løguviðurskiftini, og havnin verður mett at verða góð og trygg, tá alduhæddin er lægri enn tveir metrar uttanfyri havnina. Tá aldan uttanfyri havnina er umleið tríggjar metrar og hægri, skolar nógv og máttmikil alda inn yvir havnina. Tá kann onki verða í havnini ella nærhendis. Vegna stóra trýstið verður neyð- ugt við serligum festum í botnin, fyri at verjugarðurin verður nóg sterkur at standa í móti briminum. Atkomuviðurskiftini frá landi er góð eftir vegnum frá bygdini yvir á Eiðið. Leysliga roknað verður havnin á Eiðinum mett at kosta millum 40-50 mió. krónur. Sostatt er hetta bert ein triðingur av saml aða kostn aðin sum fyri verk ætl- an ina Yviri í Havn, sum fer at liggja um 140 mió. krónur fyri havnina og tunnilin