Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 Sosialurin Oyggjablaðið Tekstur: Snorri Brend Mynd: Jens Kristian Vang - Útoyggjaproblematikkurin er vaks andi, í mestan mun av tí orsøk, at fullkomin politisk líka - sæla tykist vera viðvíkjandi fram- tíðarstøðuni hjá hesum partinum av landinum. 2. mars í 2007 royndu Høgni Hoy dal og Torbjørn Jacobsen at leggja eitt uppskot til sam tykt - ar fram á ting, har heitt varð á landsstýrismannin í vinnu málum um at leggja fram løg tings lógar- uppskot um heildar ætlan fyri undirstøðukervið í Svínoy. Víst varð til í uppskotinum, at tann leiðin, sum allir svínoyingar hella til, er tunnilsgerð Yvir í Havn og ferjusamband inn á Borðoynna, - eitt samband, sum hevði havt ein tíðsfaktor upp á umleið 12 minuttir. Fyrispurningurin, sum er prentaður aðrastaðni á síðuni, varð settur fram í november 2007, men av tí at løgtingsval varð útskrivað beint aftaná, varð spurningurin ikki svaraður. Staðkent fólk Tobbi vísir á, at samgongumeirilutin í vinnunevndini sigur í sínum áliti: “At Landsverk hevur gjørt royndir fram við allari vestursíðuni á Svínoynni og við verandi lending, og fer stovnurin ein av fyrstu døgunum at boða umboðum fyri bygdaráðið í Svínoy til fundar um úrslitið av royndunum.” Við støði í hesum tók meirilutin ikki undir við uppskotinum sum síðani fall. - Hvussu orðingin “ein av fyrstu døgunum” skal skiljast í samgonguterminologiini, vita vit ikki. Hjá vanligum fólki plagar tað at snúgva seg um eina viku, ella har á leið. - Royndirnar, talað verður um í meirilutaálitinum, hava neyv an verið nær í námindum, tá ið landsstýrismaðurin í eyka- játtanarumbøn í september mán- aði, heitir á tingið um at fáa 1,2 milliónir krónur til modellroyndir av eini møguligari havn norðuri á Eiðinum. - Tað merkir helst, at hetta er tann politiski viljin, so leingi hendan samgongan situr. Ella er hetta bara ein jánkaslig roynd at forhála málið út í ævinleikan, vísir tingmaðurin á. Svínoyingar ivast ikki í, hvør loysn er hin rætta. Ein ferð kring um oynna, eisini hjá óstaðkendum fólki, vísir sjónliga, at ætlanin Yviri í Havn er einasti møguleikin, um ikki farið verður djúpari í al- menna lumman, soleiðis at undir- sjóvartunnil kann gerast millum Svínoynna og Borðoynna. Heildarætlan fyri Svínoy vantar ÚTOYGGJ - Svínoyingar ivast ikki í, hvør loysn er hin rætta, tá talan er um atløgupláss. Tí kennist tað undarligt, at politiska skipanin so massivt gongur ímóti staðkendu ráðleggingunum, sigur tingmaðurin Torbjørn Jacobsen í einum fyrispurningi á tingi fyri skjótt fýra árum síðani. Hóast long tíð er gingin, er hesin spurningurin framvegis áhugaverdur. 4 spurningar til landsstýrismannin 1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi menningini av undirstøðukervinum í Svínoy og ferðasambandinum til og frá oynni? 2. Tvíheldur landsstýrismaðurin framvegis um loysnina við havnabygging norðuri á Eiðinum, hóast staðkunnleikin áhaldandi ávarðar ímóti hesi loysn, og samfelt staðiliga vísir á, at alternativa loysnin yviri í Havn er einasti møguleikin fyri at framtíðartryggja oynna? 3. Skal umbønin um 1,2 milliónir krónur í eykajáttan í september mánaði í ár til modellroyndir av Eiðisverkætlanini skiljast soleiðis, at ferjusamband og tunnil við Havnini sum knútapunkti er slept í politisku skipanini og hjá Landsverki, sum er fakliga ráðgevingin í málinum? 4. Nær kann roknast við, at nakað veruligt fer at henda í hesum nógv umrødda máli um undirstøðukervi í og til og frá Svínoy? oysn ATLØGUR Svínoy hevur í løtuni tvey atløgupláss - eitt á Víkini, beint við sjálva bygdina, og eitt vesturi á Eiðinum, sum er til ta styttru farleiðina til Hvannasund. Besta havnin fyri svínoyingar fæst Yviri í Havn, har tað er bæði er trygt at liggja og stutt at sigla til næstu havn ➡ ➡ Vesturi á Eiðinum Yviri í Havn