Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 30 Sosialurin Oyggjablaðið Ein tunnil kan BYGDAMENNING - Tað skal ikki nógv til, fyri at gera tað liviligt í Svínoy. Fekk oyggin ein 1700 metrar langan tunnil Yvir í Havn og eina ferjulegu har, so hevði verið munandi øðrvísi, sigur 72 ára gamli svínoyingurin, Atli Jacobsen. Hann búði her fram til 1978, tá hann bygdi sær hús á Eiði, haðani konan eisini er ættað. Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Svínoy: - Fingu svínoyingar bara EIN tunnil, so hevði tað verið fantastiskt, sigur hann. Tað var tann tíð tá kalsoyingar fingu sínar tunlar og sína ferju- legu, og sum aftur hava skapt livilíkindi hjá fólkinum har. Fyri Atla er eingin ivi um, at hendi hetta framstigið eisini fyri svínoyingar, hevði úrslitið verið tað sama: Bygdin hevði ment seg aftur; fólkið høvdu kunnað búsett seg her; arbeiðspláss kundu verðið skapt herúti; og onnur høvdu kunnað arbeitt aðrastaðni, tí tað bert tók smáar 10 minuttir at sigla til Hvannasunds. - Ja, fingu vit bert ein ein- stakan tunnil, so var oyggin bjargað. Men tað vísir seg at vera trupult at fáa hetta málið loyst, sigur Atli Jacobsen. Kom tunnilin og kom ferju leg- an á trygga og kyrra plássinum Yviri í Havn, høvdu møguleikar fyri aling á sjónum eisini verið av bera góðir. - Tú sært, - her eru møguleikar at skapa arbeiðspláss, men so má okk urt alvorligt henda nakað skjótt. Finna uppá Mikudagin fór Atli enn einaferð til heimbygd sína. Í dag er hetta ein ferð, ið ein ikki noyðist at hugsa so nógv um, ella gera tær stóru fyrireikingarnar til. Tá var øðrvísi at fara av oynni ella út aftur higar fyri 72 árum síðani. Og tá satt skal verða sagt, var tað helst meiri hugaligt at koma til Svínoyar í árunum eftir seinna heimsbardaga, tá Atli gekk í skúla her. - Ja, tonk tær til: Tá vóru vit 34 børn í skúlanum. Ein lærari hjá okkum var Meinhard Johannesen sum seinni varð lærari í Klaksvík. Hann var sonur Lamba-Jóhan. Karl og Andreas vóru eisini lærarar her, greiðir Atli á. - Í dag er munur á, nú yngsta fólkið í oynni er 24 ár. Ein annar munur var eisini tað sum børnini spældu við. Í eini slíkari bygd við stórfingnari náttúru var altíð okkurt at taka sær til. - Vit máttu bara finna uppá sjálvi. Tað var ikki sum nú, ið tú bara kanst fara í BR at keypa tær leiku toy, sigur Atli við einum brosi. - Tey yngru plaga at spyrja meg, hvat vit fingu dagin at ganga við. Eg veit ikki, - vit høvdu altíð okkurt at tríva í. Dagarnir rukku faktist ikki til, og heldur ikki kvøldini, tá vit elskaðu at gera fortreð hjá fólki og fáa teir at renna eftir okkum. Úr 250 til 20 Eins og so manga aðrastaðni var bygdarlívið tá merkt av úti ar- beið andi sjómonnum og heima- arbeiðandi sjómanskonum. Eins og so mangir aðrir ung- ling ar, fór Atli eisini til skips í 1954, tá hann bert var 14 ára gamal. Um hetta mundið var Svín oy ein rættiliga stór bygd. Her búðu eini 250 fólk og góður trivnaður var í bygdini. - Og nú, - nú veit eg ikki um tey eingang koma upp í 20. So vánalig er støðan í dag, sigur Atli harmur á málinum. Tann stóra afturgongdin byrj aði seinast í 50’unum, tá fólk fluttu av oynni. Tey flestu fóru ann að hvørt til Klaksvíkar ella til Havn ar. Har vóru arbeiði at fáa, í mun til heim bygdina har einki var. - Tað vóru fleiri sum fóru, men eg haldi at tað var serliga eitt ávíst tíðarskeið at nógvar familjur fluttu av oynni. - So steðgaði tað tíbetur eitt sindur á, men bygdin minkaði kort ini so líðandi til tað sum hon er í dag, sigur hann. Elstur í Kollinum Atli fór sjálvur av bygdini í 1978, og búsettist á Eiði hetta árið, tí sum hann brosandi tekur til: - Tú, veitst hvussu tað er: Man fær sær eina konu aðrastaðni frá, og hon vinnur altíð. - Eg hugsaði við mær sjálvum, at tað gjørdi akkurát tað sama fyri meg, hvar eg búði. Eg var kortini til fiskiskap í Barents- havinum ta mesta av tíðini. Tey fingu sær grundøki á Eiði, og bygdu í roynd og veru tey fyrstu húsini á staðnum sum eiðisfólk kalla í Kollinum í 1978. - Eg plagi at siga tað við eiðis- menn, at eg eri elsti maður í Koll- in um. Ja, 33 ár, tey ganga eisini skjótt, sigur Atli, sum legði av at roykja sama dag sum tey fluttu inn í nýggju húsini. Tey eiga trý børn, harav son urin hevur fingið arbeiði á nýggju smolt støðini í Svínoy, her tey eisini hava bygt sær eini summ ar hús. - Men annars er ikki nógv gongd í byggjarí’num her úti. Nøkur summ arhús, men ikki stórt annað enn tað. Keðiligt Sum gamal svínoyingur hevur hann við harmi kunnað staðfest, hvussu bygdin er minkað til tað sum hon er í dag. Eitt kvøldið sat hann uppi í summarhúsunum og hugdi oman yvir bygdina, samstundis sum hann gjørdi sær sínar hug- leiðingar um støðuna. - Eg fór tá eftir øllum hús un- um, og kundi við sorg ásanna, at í hasum húsunum búði eingin; í teimum næstu ein gamal drongur; í tí triðja ein gomul kona; tað fjórða húsið stóð tómt og so framvegis. - Ja, soleiðis er tíverri lívið her úti: Eitt tómt hús fyri og annað eftir. Eg veit ikki, hvussu nógv tóm hús standa herúti - kanska eini 40, eg veit ikki. Men tú skilir, at hetta er øgiliga keðiligt, slær Atli fast. Men hann hevur gjørt eina sera áhugaverda eygleiðing aftr- at: Umstøðurnar í bygdini, - tí sam stundis sum fólkatalið er minkað, hevur bygdin ongatíð verið í betri standi enn júst nú. - Tá alt fólkið búði her, gingu tey og tvassaðu í runu á bygdar- veg unum. Í dag eru allir vegirnir asfalteraðir, men nú er eingin at ganga eftir teimum. - Tað er rættiliga keðiligt at bygdin er minkað soleiðis, men av tí at oyggin er so sløtt, eru møguleikar fyri at menna hana aftur. Her er so nógv uppland og slætt, at øll húsini í Klaksvík kundu ligið her úti. So her er ikki mangul uppá pláss. Fingu vit bert ein ein­ stakan tunnil, so var oyggin bjargað. Men tað vísir seg at vera trupult at fáa hetta málið loyst Tá alt fólkið búði her, gingu tey og tvassaðu í runu á bygdarvegunum. Í dag eru allir vegirnir asfalteraðir, men nú er eingin at ganga eftir teimum