mikudagur 2. februar 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14
Sosialurin
Oyggjablaðið
nn broyta alt
bygt bát
Mikudagin í farnu viku legði Atli Jacobsen enn
einaferð leiðina til Svínoyar. Hesaferð var tað fyri
at hjálpa til arbeiðinum at rigga nýggju smoltstøðina
í bygdini til.
- Man kann altíð geva eina hjálpandi hond, nú sonurin
eisini arbeiðir her, sigur hann.
Atli er fittur í hondunum, og hevur bygt sær summarhús í
Svínoy og ein bát, sum enn ikki er flotaður.
- Báturin stendur fiks og ferdigur í garasjuni á Eiði, men eg
havi ikki tímað at flota hann í vetur. Tað verður einaferð út
ímóti vári, sigur Atli.
AFTURGONGD
- Tað er harmiligt at síggja, at Svínoy er so
nógv minkað. Men her eru møguleikar
fyri at hon kann menna seg aftur,
sigur Atli Jacobsen, sum hevur
búð á Eiði síðani 1978. Mikudagin
vitjaði hann aftur í heimbygdini
4,5
tunnil
Sambært einum yvirliti
hjá Landsverki eru 4
tunlar í Kalsoynni.
- Teir vóru hepnir og
fingu eisini ein hálvan
tunnil til seyð og eina
ferjulegu.
- Fingu vit bara EIN
tunnil úr bygdini og
Yvir í Havn, so var
framtíðin hjá Svínoy
bjargað, staðfestir Atli
Jacobsen.
Møguleikar eru eisini
fyri at gera ein minst
1800 metrar langan
flogvøll og fyri at fólk
kunnu fáa grundøki at
byggja sethús á.
Eg fór tá eftir øllum húsunum, og kundi
við sorg ásanna, at í hasum húsunum búði
eingin; í teimum næstu ein gamal drongur;
í tí triðja ein gomul kona; tað fjórða húsið
stóð tómt og so framvegis