mikudagur 2. februar 2011síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14
32
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tekstur: Snorri Brend
Mynd: Jens Kristian Vang
Svínoy: Másin hevur í mong ár
verið álitið hjá svínoyingum, saman
við tyrluni.
Tá avgerð varð tikin um, at Ritan
skuldi sigla higar seinasta summar,
vóru fólk spent uppá, hvussu hon
fór at roynast. Og sum skilst hevur
hon hilnast sera væl.
- Eg havi hoyrt teir tosa um, at
bara í summar ferðaðust 1000 fólk
fleiri út higar, enn árið framm an-
undan.
- So hon hevur havt sín velduga
týdning, og vit vóna bara at fáa
hana aftur. Vit eru von at hava tol,
og tað hava vit sjálvandi eisini nú,
sigur Regin Justinussen.
Trý skip
Sum avgreiðslumaður hjá sjóvegis
flutninginum til Svínoynna, er
ein uppgáva hjá Regin at avgreiða
farmin og postin til oynna - at taka
ímóti fólki, sum skal í land ella um-
borð.
Hann hevur royndir í hesi upp-
gávuni, sum fyri ein part hevur
snúð seg um at standa á bryggjuni,
tá Másin legði at landi.
Hetta hevur hann gjørt í mong ár,
annaðhvørt á Eiðinum ella á Víkini,
um tað ikki viðraði vestanfyri.
Teir seinastu mánaðirnar hevur
hann í øllum førum havt ábyrgd av
avgreiðsluni hjá trimum skipum hjá
Strandferðsluni:
Hjá Másanum sum hevur tænt
fyri seg; hjá Rituni sum varð sett
í sigling til Svínoy og Fugloy í
fjørsummar; og seinastu vikurnar
hjá Alfa Pilot, ið avloysir Rituna, nú
hon er á sleipistøð.
Stæk gott
- Tað er munur á støðuni í dag og
fyrr, sigur Regin.
Másin var sjálvandi góður í síni
tíð, men nú vit hava fingið Rituna,
er tað eitt veldugt framstig.
- Hon roynist heilt óalmindiliga
væl, og tað er einki problem hjá
henni at leggja at, vísir Regin á.
Tað góða er, at Ritan kann taka
nógvan farm, og at tað er sera
vinarligar umstøður hjá teimum
ferðandi, eins og hon er sera góð í
sjónum.
- Ritan rullar næstan ikki, og tí
eru vit sera nøgd við hana, sigur
Regin. - Alfa Pilot siglir skjótt, men
rullar kanska eitt sindur meiri enn
Ritan.
- Men eg veit ikki, veðrið hevur
verið so stak gott higartil, so tað er
einki problem.
1000 fleiri til Svínoyar
SAMFERÐSLA Fyrsta mann sum tey ferðandi til Svínoyar hitta, er Regin Justinussen sum er
avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni. - Eg trívist væl í hesum starvinum, sigur hann.
AVGREIÐSLA
Nakað av farmi er við hvønn dag, tá strandferðslan kemur í oynna. - Ritan (sum í løtuni er á sleipistøð) var eitt stórt framstig fyri okkum, sigur Regin Justinussen, avgreiðslumaður
Ritan roynist heilt
óalmindi liga væl, og tað er
einki pro blem hjá henni at
leggja at