mikudagur 2. februar 2011síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14
Sosialurin
Dagfinnur Danbjørg
Og hetta letur seg einans
gera í eini komandi sam
gongu, ið hevur fólksins væl
ferð og trivnað fyri eyga, og
sum setur og heldur fasta
kós móti málinum.
Hetta eiga CDE og H at
gera, og fyrireikingarnar eiga
teir at leggja upp til skjótast
til ber, soleiðis at tað gerst ein
sjálvfylgja, at teir eftir næsta
val gera samgongu.
Tað er ikki til at skilja, at
Javnaðarflokkurin
blívur
við at samstarva við Fólka
flokkin, tí Fólkaflokkurin varð
stovnaður fyri at knúsa Javn
aðarflokkin, og tað hann upp
runaliga stóð fyri, og honum
hevur eydnast at knúsa hug
sjónirnar, meðan flokkurin
higartil hevur fingið loyvi at
liva sum eitt hím og sum ein
skuggi av sær sjálvum, tí í
dagligdegnum sær tað út sum
um, at pláss í stjórnini hevur
verið nøktandi hjá javnaðar
tingfólkunum fyri at fara í
samgongusamstarv. Javnaðar
hugsjónirnar hava nærum
ikki verið til at fáa eyga á. Fyri
tað kundu teir sitið í andstøðu
ella heima við hús.
Og tað er komið so langt,
at
Jóannes
hevur
gjørt
fascistaleiðarans Benito
Mussolini orð um, at stætta
stríðið er av, til síni, og í tí
sambandinum, so skilji eg,
at hann kann samstarva
við
ein
høgraradikalan,
kryptofacsistiskan, kapital
istiskan yvirklassaflokk, ið
hóast mong orð einans
hevur havt og framvegis
hevur eitt mál fyri eygað
dag og nátt, og tað er at nøra
seg og síni fíggjarliga og í
starvssetanarhøpi. Alt annað
er
lótur
og
orðavavstur
fyri at leiða uppmærksom
heitina frá teimum aktuellu
ránunum, teir eru í ferð við at
fremja til eina og hvørja tíð.
Teirra lótur á frælsisleið eru
væl avdúkaðar bæði í 46 og
aftur eg haldi tað var í 2002,
so vil mann frælsi í fíggjar
ligum høpi fyri hin einstaka
ella fyri landið sum heild, so
eigur mann at halda seg so
langt sum væl møguligt frá
hesum flokki.
Tað var tann tíð, tá Sam
bandsflokkurin hýsti sosialli
beralum politikarum, sum
vildu vera við til at fremja
nøkur munagóð stig fólki
og landi at frama, men tað
sær út til at vera ein farin
tíð, og flokkurin er vorðin
ein konservativur flokkur,
sum livir við kunstigum
andadrátti upp á lánta tíð
við stuðli úr teirra sjálvvalda
móðurlandi vælvitandi, at
skeið teirra er runnið, tann
dagin nalvastongurin verður
kliptur, og at tað helst fer at
vera innan fyri tey komandi
10 til 15 árini. Men hetta fer
ongin flokkur at avgera, tí tað
er og verður einans fólkið,
sum kann taka nevndu av
gerð, og soleiðis eigur tað
altíð at vera: Við fólkinum,
fyri fólkið og saman við fólki
num fyri føðilandinum nú og
forever.
Eisini tí er tað alneyð
ugt at saðla um, og at stríð
ast dag og nátt saman við
fólkinum, so kósin kann
vera sett soleiðis, at hon í
mest møguligan mun gagnar
fólki og landi ikki bara í dag,
men eisini inn í eina ókenda
framtíð.
CDEH og vit mongu, ið
vilja tað besta fyri land og
fólk og ikki bert fyri okkum
sjálvi, mugu taka lógvatak
saman, seta kós móti javn
rættindum, brøðralagi og
frælsi.
Standa
vit
framhald
andi ein og ein í skeivum
flokki og samstarvi, verða vit
útnyttað og feld.
Bert saman standa vit
sterk og kunnu røkka málum,
ið vit higartil hava hildið
vera ómøgulig at náa. Latum
okkum gera tað.
Mótstríðandi áhugamálini í ABC mugu
broytast til felags áhugamál í CEDH
Kjak
Eg skrivaði, fyri eini tíð
síðani,
ein
greinastubba
um hitapumpur og varandi
orku. Onkursvegna havi eg
orðað meg ógreitt, tí eg havi
fingið nógvar viðmerkingar
frá fólki, sum hava misskilt
greinina. Lat meg tí sláa fast,
at endamálið við greinini var
ikki at siga, at hitapumpur
eru ein vánalig orkuloysn
fyri tann einstaka brúkaran.
Tað sum eg vildi hava
fram í greinini var, at tað er
sera umráðandi, at arbeiðið
við at leggja um frá olju til
varandi orku, sleppur at
halda fram.
Tað var í tí sambandinum,
at eg segði (sum eitt dømi),
at ein hitapumpa, sum fær
elorku úr einum oljutanga á
Sundi, er í roynd og veru eitt
annað slag av oljufýring. Tað
kann gott vera, at talan er
um eina effektiva oljufýring
fyri brúkaran, men framvegis
skal hon hava olju, fyri at
kunna virka, og hækkar
oljuprísurin, so verður hon
dýrari í rakstri.
Tað er tí í fínasta lagið, at
fólk fáa sær hitapumpur, og
uttan iva kunnu tey spara
pengar við tí. Men onkurs
vegna er henda orkuloysnin
ikki fullfíggjað, fyrr enn
vit fáa ein størri part av el
framleiðsluni
úr
varandi
orkukeldum.
Hanus
Vang
skrivaði,
sum eina viðmerking til mín,
at ein partur av elnýtsluni,
sum ein hitapumpa nýtir, er
framleiddur úr varandi orku,
og tí skal tað eisini takast
við í roknistikkið, men so
einfaldur er veruleikin ikki.
SEV framleiðir eina ávísa
mongd av elmegi úr vatni
og vindi, og henda mongdin
verður ikki broytt av, at fólk
keypa sær eina hitapumpu.
Tað vil siga, at øll elnýtslan,
ið er omanfyri tað, sum
SEV klárar at framleiða úr
varandi orkukeldum, verður
framleidd 100% úr olju (eisini
galdandi fyri ta orkuna, sum
føðir hitapumpurnar).
Bert 29 prosent av før
oysku
elframleiðsluni
í
2010 var grundað á varandi
orku. Tí er sera umráðandi,
at arbeiðið við hesi menning
sleppur
at
halda
fram.
Annars verður tað bara ein
spurningur um tíð, til vit fáa
eina nógv størri elrokning.
Lat meg so eisini undir
strika, at eg havi við hesum
ikki tikið støðu til, um orku
útbyggingarnar hjá SEV, altíð
hava verið rættar. Tað er ein
heilt annar spurningur. Men
fyri føroyska samfelagið er
sera umráðandi, at vit flyta
okkum burtur frá oljuni og
fara meira yvir til at nýta
varandi orku.
Mugu finna aðrar
orkukeldur
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Strendur
Í blaðnum mánadagin prentaðu við eitt lesarabræv hjá Egili
Petersen í Sandavági. Tíverri er skeiv myndin komin í blaðið
- myndin var av einum øðrum Egil Peteresen í Kvívík. Vit biða
báðar umbera okkum mistakið!
blaðstjórin
Skeiv mynd
Jónleif Johannesen
Klaksvík
Í dag gjalda allir føroyingar og øll vinnu
lívsrekandi fyri at koma til Havnar. Øll
uttan tey, ið búgva á Eysturoynni og Strey
moynni. Vinna og fólk á hesum oyggjum
sleppa undan at rinda fyri sínar vælút
bygdu ferðamøguleikar. Góðar breiðar vegir,
lýsandi tunnlar og nýumvalda brúgv. Hesi
øki eiga at verða javnstillað við útjaðaran.
Vit eiga at gera ein almennan samhalds
fastan reform, sum umfataðar alt ferðslu
kervið í Føroym, tað veri seg á landi, undir
landi og á sjónum. Tann berandi tankin er, at
vit tá verða fleiri, sum lyfta. Hendan skipan
átti at fevnt um øll tunnilsgjøld, eisini
komandi Sandoyar og Skálafjarðatunnulin,
og ferðagjøld við ferðamannaskipum.
Vit eiga at knýta Norðoya, Vága,
Norðskála og Kollfjarða tunlarnar saman
við ferðamannaskipunum. Alt í eina
skipan. Skipanin skal virka á tann hátt, at
bilurin bert verður skrásettur einaferð um
dagin. T.v.s. at tað kostar tað sama at koyra
gjøgnum allar tunlarnar, sum tað kostar
at koyra gjøgnum ein og hevur tú goldið
í einum tunnli, er ferðabáturin ókeypis.
Hinvegin eru tunlarnir ókeypis, um tú
hevur goldið umborð.
Ein slík skipan hevði lækkað og javn
stillað prísirnar føroyingurin má gjalda fyri
at brúka vegakervið. Ein slíkur reformur
hevði verið fólki og vinnulivinum í Føroyum
at frama. Eisini kundi hann veri trygdin fyri
at bæði Sandoyar og Skálafjarðatunnulin
blivu framdir í verki innan hóskandi
tíðarbil.
Skilagóður almennur
samferðslureformur