Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 36 Miðvikan Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 6. partur A bbi var ógvuliga errin av mær, og hann plagdi at reypa av einum bragdi, eg skuldu havt gjørt, tá ið eg var 5 ára gamal. Hetta var ein summardag, tá eg sum vanliga spældi á sandinum á eystaru vág. Her rann Havnará oman. Tað var altíð roynt at leypa um ánna turrskøddur. Men ein dagin var tað ein genta Trina hjá Andreas á Kák, sum vildi sleppa um ánna, men sum ikki klár­ aði at leypa. Eg helt tað vera synd í henni, so eg tók hana í føvningin og leyp uttan at fara í ánna. Hetta var abbi errin um, og tók tað sum eitt prógv um, at eg hevði arvað hansara kreftir. Hann reypaði so ofta um hetta, at eg gjørdist flovur av tí. Gott at liva í Porkeri Heima hjá okkum var sera smáligt og trongligt. Hetta var mamma als ikki von við. Í hennara barndómsheimi í Porkeri var ríkiligt við øllum, og var tað vanligt at geva teimum at eta, sum vóru treingjandi. Soleiðis hevði tað verið í fleiri ættarlið. Abbi mammu var stórbóndi og livdi undir napoleons­ kríggini fyrst í 1800 talinum. Tá var ofta hungur í Føroyum, tí skipini sum skuldu koma til Føroyar við vøru, vórðu kaprað á leiðini. Eitt ár neyðin var serliga stór, sendi langabbi húskallarnar á fjall, og ætlaði at taka seyð fyri at metta tey hungrandi. Men beint sum seyðurin var komin í rætt, kom ein stór grind inn á Vág, og langabbi kundi sleppa seyðinum aftur. Árið eftir hendi tann vanlukkan, at allur bóndagarðurin brendi. Tað varð riggað til eitt størri brúdleyp, og tað var ofta at húsini vóru lænt til slík endamál. Tað var nógv bakað til brúdleypið, og tey høvdu ikki ansað nóg væl eftir, og eldur var í. Trygging var eingin tá í tíðini. Alt brendist inni eisini. Mamma plagdi at fortelja, at aftaná eldin funnu tey gull­ og silvurpetti frá smúkkum og kontantum peningi. Langabbi æt Per Larsen, og hann hevði fingið silvurbikar fyri framúr jarðarbrúk. Hann var vist tann einasti føroyingur, sum tá hevði fingið hendan heiður. Hann var saman við tofta­ bóndanum í Vági við til at fíggja byggingina av Royndini Fríðu hjá Nólsoyar Pàll. Ein djørv íløga sum fekk stóra mótstøðu frá embætismonnum í Havn. Arbeiðsdagurin 12 tímar Inntøkan hjá pápa sum handverkari var 25 oyru um tíman. Tað varð arbeitt 12 tímar um dagin. So vítt eg minnist fekk mamma 10 kr. um vikuna at halda hús fyri, og tað var ríkiligt, tá eingir gestir vóru. Men við gestum í húsinum stóð á. Men mamma hevði eisini inn­ tøkuna av mjólkini frá teimum báðum kúnum, men tað var kortini ikki tað stóra. Prísurin var 10 oyru fyri liturin ella pottin. Mamma gav nógva mjólk burtur, og ofta tók hon róman av mjólkini at geva vinum og kenningum til føðingardagar og tílíkt. Men vit dreingir fingu altíð ríkiligt av mjólk og tað fingu eisini onnur í ættini. So tað var ikki so nógv eftir at selja. Eitt var at mamma kundi fáa pening at halda hús fyri, tá ið pápi hevði arbeiði. Men tað var fleiri ferðir, at hann var arbeiðsleysur og sjúkur. Hann var eisini fleiri ferðir úti fyri óhappi. Fyrstu ferð var tá hann mundu gingið burtur við grindabáti við Kirkjubønes, tá eg var hálvt ára gamal. Hetta merkti hann fyri lívið. Hann tordi illa út við báti eftir hetta. Tá eg var seks ára gamal fekk hann skaða í knæið undir arbeiði umborð á skipi, og hann kundi ikki arbeiða í seks vikur. Eingin var inntøkan. Eina ferð kemur keyp­ maðurin Jens Olsen á vitjan. Hann vildi tá geva pápa eina 10 krónu, men pápi noktaði at taka ímóti henni, tí hann roknaði hetta sum eina olmussu. Men hetta dámdi ikki mammu, men har var einki at gera. Triðju ferð pápi kom til skaða hevði tað nærum kostað honum lívið. Tá var eg 9 ár. Hetta var tá hann arbeiddi við at byggja húsini saman við H.C.W. Tórgarð. Teir vóru báðir upp í einum stiga, sum datt. Tá fekk pápi opið kraniubrot. Hann misti tó ikki vitið. Hann tók seg til høvdið og føldi, hvat ið var hent. Tá bað hann hinar lata seg liggja, tí hann doyði skjótt kortini. Ein sum var har, var Niels Debes, sum saman við pápa varð bjargaður við Kirkjubønes. Hann fekk skipað fyri at fáa lagt pápa á eina børu, og so bóru teir hann til læknan. Mamma fekk at vita, at illa stóð til. Men eina løtu seinni komu pápi heim til gongu millum tveir mans, sum leiddu hann. Hetta var vorið sum sjúkraflutningur. Pápi fór so til songar. Pápi kom at liggja leingi sjúkur, og tað tók honum eisini langa tíð at koma fyri seg aftur. Onkur mátti gera mannfólka­ arbeiðið í húsinum sum at sópa undan neytunum og at geva teim­ um, og hetta fall so á meg so ungur sum eg var. Men har var einki annað at gera. Fekk hug til jarðarbrúk Tá fekk eg eisini hug til jarðarbrúk. Tað sama var við torvarbeiði. Av brøðrunum kom eg at gera tað mesta. Johan bróður gjørdist sjúkur, og Martin kom at arbeiða hjá posthúsinum. Hann var nógv í Danmark eisini, tí hann fekk tuberk­ lar og varð innlagdur á sanatorium í Danmark. Tað var ikki fyrr enn Martin varð giftur, og kom at búgva fast í Havn, at hann fekk sama áhugan fyri jørð sum eg sjálvur. Kristian Djurhuus: Langabbi fór á fjall at forða hungursneyð, men tá kom loysnin! Í Havn var nógva staðni neyðarsligt. Men í Gjørðum í Porkeri haðani mamma kom, stóð væl til. Langabbin vildi bjarga hungursneyð í bygdini við at fara á fjall eftir seyði til tey hungrandi Gamla Christian í Ólastovu dámdi væl at reypa av abbasoninum og navnanum. Her er hann saman við konuni Onnu Mariu Brøðurnir í Ólastovu Martin, Johan og Kristian, sum gjørdist løgmaður Tað finnast áhugaverd postkort í ættini hjá Kristian Djurhuus. Henda myndin er frá kongavitjanini í 1907