Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 37 Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 T á ið manningin á flogfarinum varð bjargað, kom Fagriklettur, ein 30 tonsari úr Vági, inn eftir á veg til Tvøroyri. Teir komu so yvir til flogfarið og fingu ein enda um velið. Tað varð so roynt at sleipa flogfarið inn á grunt. Men at sleipa eitt flogfar baklens gjøgnum sjógv var ikki lætt. Men vit komu seinni eftir, at vit skuldu havt so stutt boð sum gjørligt til bátin sum sleipaði. Tað passaði seg akkurát soleiðis, at politisturin á Tvøroyri Oscar Wiberg, hevði verið úti í fjørðinum á floti. Hann kom yvir til flogfarið og tók upp líkið av manninum, sum flotnaði upp. Nógvir bátar vóru komnir á vanlukkustaðið. Tað eydnaðist at sleipa flogfarið inn áraka kirkjugarðin í Froðba, og har sakk tað. Stutt eftir fekk stjórin fyri marinustøðina í Havn fjarrit frá tí hægsta innan Coastal Command. Hann flutti fram bestu tøkk sína til øll á Tvøroyri fyri ta skjótu og góðu hjálp, sum var sýnd flog­ manningini. Teir, ið vóru á lívi, kundu takka fólkinum á Tvøroyri fyri hetta, varð sagt í fjarritinum. Flogskiparin hevði roynt hetta fyrr Tað segðist at 1. flogskipari hevði verið úti fyri tí sama í Korea í krígnum har, sum hevði verið beint frammanundan. Tá hevði hann brotið geislar í rygginum. Men hann var so komin fyri seg aftur. Hesa ferð var hann eisini so frægt fyri, at hann kundi sita í bátinum, sum tók hann umborð. Men hann varð so lagdur í song á sjúkrahúsinum. Dagin eftir kom ein bretsk korvett H.M.S Pincher á veg úr Reykjavík inn á Tvøroyri eftir flogmanningini og líkinum. Teir tóku eisini fýrbøtaran, sum flog­ farið var komið eftir. Tað vóru nógv fólk, sum fylgdu tí deyða flogmanninum, tá ið hann fór umborð. Fremst gingu seks av hansara bjargaðu felagum, summir við hond í fatli og aðrir við bindi um høvdið. Tveir felagar høvdu fingið slíkan skaða, at teir sluppu ikki heim við tá. Tað var so nógv fólk á kaiuni, at politiið mátti halda gonguleiðina opna til skipið. Tá ið farið var av Tvøroyri nýttu teir eisini høvið at steðga á, har vrakið á flogfarinum lá, og at blaka ein krans á sjógv. Fýrbøtarin hevði fingið ov lítið at drekka Seinri vísti tað seg, at tað var fýrbøtarakrampa maðurin hevði. Hetta kemur av at arbeiða í hita uttan at fáa nóg mikið at drekka, sokallað dehydrering. Tá ov lítil væta er í kroppinum kann slíkur krampi gerast úrslitið. Trupulleikin var kanska eisini tann, at teir drukku bara whisky fyri tosta, og whisky er vatndrívandi og verri enn einki. Tað gingu bert einir 14 dagar, tá ringir Georg Thomsen til mín, tá lá sami maður aftur á sjúkrahúsinum við somu diagnosu! Bjargingin av vrakinum 3­4 dagar eftir vanlukkuna varð roynt við einum bretskum trolara at bjarga vrakinum av flogfarinum. Eg var so við saman við politisti­ num umborð, tá teir fóru út. Teir trolaðu so við veiri fleiri ferðir um vrakið fyri at fáa fast. Nú hendi tað seg fleiri ferðir, at luftbløðrur kom upp í vatnskorpuna. Hetta vísti seg at vera bensin. Tá var komið hol á tangarnar. Tað var stilli og frost. Men hevði tað verið um summarið í hita og bensinið fordampaði, kundi hetta verið vandamikið, um tað eksploderaði. Tað var júst tað sum hendi undir Koreakrígnum, og beindi hetta fyri fleiri skipum. Tað hendi tá tað óhapp , at hesin trolarin fekk ein veir um skrúvuna, og ein annar bretskur trolari mátti koma til hjálpar. Men vrakið fekst inn hagar, sum kaiin á Krambatanga nú er. Tvey lík í vrakinum Eivind Mortensen, smiðjumeistarin, gav seinni eitt tilboð uppá vrakið. Tilboðið var uppá 1 kr. pr. kg. aluminium, umframt at hann skuldi gjalda útreiðslurnar av teirri fyrru royndini at bjarga vrakinum. Tað var høgt upp á hólminum, og Eivind fekk vist 5 kr. pr.kg. Teir fingu togað vrakið eftir botninum inn ímóti landi við einum spæli og við hjálp av sandbátinum Carla, sum lyfti uppundir. Ein stórur partur av vrakinum kom eisini uppundan. Eg fekk tá ein bát at seta meg yvir um. Tá vóru teir við at rigga av fyri dagin. Hetta var lítlanýggjársaftan, og tað varð skjótt myrkt. Tá funnu vit eitt lík í flog­ farinum. Tað var 23 ára gamli flying officer Allan Abercrombi, sum var navigatatørur. Eg fekk so ein mann at hjálpa mær við at fáa mannin úr vrakinum. Tað eydnaðist eisini, og vit fingu eitt segl um líkið og hivaðu tað umborð. Deyði maðurin bleiv so fluttur á sjúkrahúsið. Hetta var nú heldur ikki uttan trupulleikar. Maðurin var lagdur inn í líkrúmið. Sjúkrahúsið var tá nýtt, og tað vísti at lukturin frá hesum rúmi fór við ventilatiónini um alt sjúkrahúsið. Men tá varð líkið lagt í eina sinkkistu og sett í eitt pakkhús á kaiuni. 2. januar funnu vit eitt lík aftur­ at í tí parti av flogfarinum, sum ikki var komið uppundan. Vit sóu í einum seiðakikara ein stivla og eina hond, sum eins og veittraði til okkara. Hetta var 2. piloturin John Ray­ mond Hill, sum framvegis sat í stólinum. Hann var nakað illa farin og mátti skerast leysur. Hann gjørdist 32 ár. Hann hevði mappu uppi á sær við mynd av konu og tveimum døtrum. Tað varð beinanvegin sent boð niður til Onglands um hetta. Men har var eingin áhugi fyri at fáa líkini heim so merkiligt tað ljóðar, so teir vóru jarðaðir á Tvøroyri. Tann fyrri, sum varð funnin, varð jarðaður á Tvøroyri nýggjársdag frá kirkjuni. Sagt varð í blaðnum Føroya­ tíðindi, at hetta var ein hátíðarlig jarðarferð, stór mannamúgva var og fylgdi. Flogskiparin varð so jarðaður nakrar dagar seinni. Ein maður varð ikki funnin. Hann var bert 19 ára gamal, og hann hevði til uppgávu at kasta ankarið úr eini lúku framman í flogfarinum, og er onkursvegna horvin. Tøkk frá Royal Air Force Nakrar dagar seinni er í Føroya­ tíðindi soljóðandi tøkk : Royal Air Force vil við hesum bera okkara hjartaliga tøkk til fylgj­ andi fyri ta veittu hjálpina til mann­ ingina á Sunderland flogfarinum í samband við vanlukkuna á Trongisvágsfirði tann 23. oktober: • Ríkisumboðsmannin • Kristian Djurhuus, løgmann, við konu • Ejler Djurhuus, sýslumann, við konu • E. Rubek Nielsen, lækna • J. Vandborg, kommunulækna • Færøernes Marinedistrikt • Georg Thomsen, stjóra og • Eivind Mortensen Eisini verður takkað manningum á teimum førum, sum komu til hjálpar. Somuleiðis E. Vilhelm, prest, kórinum og øllum teimum, sum hjálptu til við jarðarferðirnar. Somuleiðis verður takkað fyri allar tær vøkru blómurnar. Ejler Djurhuus: Sjúka trolaramanninum manglaði bert vætu Í seinasta parti greiddi Ejler frá syrgiligu flogvanlukkuni í 1954, sum kostaði fleiri monnum lívið. Men tað vísti, at henda flogferðin var púra óneyðug Elin mamma Kristian og omma Ejler Djurhuus var úr Gjørðum í Porkeri. Langabbi Kristian, Per Larsen, var ein megnarmaður. Hann var millum annað við til at fíggja Royndina Fríu hjá Nólsoyar Páll Í næstseinasta parti vóru læknahúsini á Tvøroyri av misgávum lýst at vera sýslumanshúsini. Men hetta eru sýslumanshúsini Í komandi partir greiðir Kristian m.a. frá tí góða grannalagnum í Havn, millum annað teimum á Lava. Ejler hevur millum annað frásagnir um skemt í Hvalba