Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 40 - 27. februar 2002 Nr. 40 - 27. februar 2002 3 Tann 20. februar fylti Sofía Sørensen í Hvannasundi 85 ár. Fía er er dóttir Margrethu F. Sørensen úr Innistovu í Hvannasudni og Jústa Justesen, vanliga nevndur Jústi í Depli. Fía var elst av 6 systkj- um, men hon kom ikki at vaksa upp saman við teim- um. Tav bert ársmál millum tey fýra elstu, og longu tá hon júst var komin yvir stetlingsaldur, kemur hon út til Viðareiðis til Jóhonnu og Daniel Johannes joensen uppi við Garð. Jóhanna var abbasystir hennara, systir Andreas Sørensen bónda í Innistovu í Hvannasundi. Jóhanna og Dáli og tey 4 systkini gjørdust so góð við hana, at tey vildu hava hana at vera verandi. Og hon var bert stutt skifti inni í Sundi, og so kom hon útaftur og vaks upp sum Fía hjá Dála. Tað sá annarleiðis út uppi við Garð tá. Gamli vegurin varð brúktur, og húsini Niðri í Húsi, Í Frammi- stovu, á Millaðnum, í Lánni, Eysturi á Gili og hjá Póli á Millaðnum stóðu øll uppi tá. Her vaks Fía upp, sleit sínar barnaskógvar og gekk øll árini í skúla hjá Poul Enok Hansen niðri á Bakka. Og brátt var hon álitið hjá teim gomlu. Systkini vóru gift, búðu ikki her longur. Tey høvdu kúgv, fenað og torvið skuldi eisini fáast til høldar. Og mangan strævn- an dagin hevði hon inni í Dølum bæði fyri tey gomlu og seinni fyri hennara egna húskið at bera burtur, seta upp, miðskifta, kynda upp í eldar og at enda bera inn í krógv og so seinni laða í búðhjallin. Sama við hoynanum. Hon hoyggjaði tá hoyveður var og kylti so upp um kvøldarnar. Og hon var dúglig roytingarkona. Hon fór at tæna í Onagerði hjá Akseli og Benadiktu, og vinalagið við Benadiktu er eins gott enn; tær hava tíðum vitjað hvørja aðra. Hon tænti eisini í Havn o.a. Fía giftist við Hanus Lind Sørensen, Hanusi hjá Hannufíu og Tummas Jóhan. Tey búðu fyrstu árini í Uppistovu í Follindi og seinni uppi hjá Dála. Í 1948 keypa tey húsini hjá Jákup hjá Trónda Niðri á Bakka, sum tá hevði bygt í gerðinum eysturi í Eiðsvík nærindis Kyrjarheyggi. Hanus sigldi øll árini, tey vóru á Viðareiði og var bert heima um vetrarnar, tey seinastu árini við Atlants- farinum. Í 1959 flyta tey inn í Sund at búgva. Hanus tekur tá við sum arbeiðsformaður í fiskahúsinum hjá Kjølbro eftir verpápan, Jústa í Depli, sum legði frá sær. Tey keypa húsini í Sandarabug, sum Andrias hjá Mortani bygdi. Men Hanus doyr longu í 1964, bert 45 ára gamal, á fjalli í Áardali. Og Fía hevur sitið einkja síðani. Fía og Hanus fingu trý børn; Andreas, sum býr í Hvannasundi, Hallgerð, sum býr í Havn og Bjørg, sum býr í Keypmannahavn. Ommubørnini eru 10 í tali, langommubørnini 8, og hon er olduromma at 1 barni. Nakað eftir, at Hanus var deyður, bygdi Andrias í Gerðinum norðan fyri Sandarabug, og har hevur Fía búð síðani; tey hava hvør sína íbúð. Tó í nøkur ár búði hon á Frederiksberg í Keypmannahavn, tá búðu báðar døturnar niðri. Tað, sum hevur eyðkent Fíu er, at hon dugir so frálíka væl at umgangast fólk, og vinaskarin er tí eisini rættiliga stórur. Fólk flykkjast um hana. Vildi tú hitta kend fólk ta tíðina, hon búði í Frederiksgade, ja so var bert at fara inn á gólvið hjá Fíu, so hitti tú bæði yngri og eldri bæði av Viðareiði og úr Hvanna- sundi. Og tað sama er fyri eystan Múlan, tú kemur framvið, steðgar á, støkkur inn á gólvið og sær hana standa við kannuni og skeinkja vinfólkum ein heitan munn, ella hon situr við onkrum plaggi oat gera liðugt, meðan hon prátar við gestirnar. Og ikki minst tey yngru ættarliðini vitja hana, jú, omman og langomman er teimum góð. Tá Fía fylti áttati, var stórur føðingardagur í Hvanna- sundi. Hesaferð var hon burturstødd. Men sum tann fólkamagnet Fía er, so ivist eg ikki í, at fjøld av fólki hevði møtt upp at heiðra henni. Hjartaliga tillukku! Tøkk fyri árini, ið farin eru, Fía, og hav blíðan byr. Michael Sofía Sørensen áttatifimm Fía v.m. op Benadikta Uppi við Garð Í gjár lat listamað- urin Zakaris Heinesen upp listaframsýning á Torginum í Snarskivuni hjá Tórshavnar býráð. FRAMSÝNING Tíðindaskriv Snarskivan, ið er av- greiðslan hjá Tórs- havnar kommunu, hússt saman við postav- greiðsluni í gamla post- húsbygninginum í mið- býnum. Hugnaliga for- høllin, nevnd Torgið, verður eisini brúkt til listaframsýningar, sum mentamáladeildin skip- ar fyri. Síðani Snar- skivan læt upp, hava skiftandi framsýningar verið á Torginum, har føroysk listafólk hava sýnt fram, og nú er Torgið karmur um eina áhugaverda framsýning hjá Zakaris Heinesen. Á framsýningini í Snarskivuni eru 13 olju- málningar og 6 akva- rellir, ið eru til sølu. Framsýningin verður hangandi uppi til fyrst í apríl mánaði. Høvi er at síggja framsýningina, tá ið opið er í Snarskivuni, mánadag – fríggjadag kl. 9-16, tó hósdag kl. 9- 18. Listaframsýning í miðbýnum í Havn Teir báðir egna til Løgtingsvalið, men senda kommununum rokningina, heldur Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri UPPÍLEGGING Áki Bertholdsen – Hetta er beinleiðis ódámligt. Hetta er at føra valstríð til Løgtingið fyri pening hjá kommununum. Finnleif Guttesen, borg- arstjóri á Tvøroyri, er ógvu- liga misnøgdur um upp- skotið, sum teir báðir javnaðartingmenninir, Kristian Magnuessen og Hans Pauli Strøm nú fara at leggja fyri fyri Løgtingið um avsláttur til foreldur, sum hava fleiri børn í barnaansing. (sí aðrastaðni í blaðnum). Hann vísir á, at barna- nsing er eitt málsøki, sum kommunurnar hava fingið at umsita heilt og fult. – Tí er tað rættiliga ódámligt, at løgtingsmenn nú fara at leggja seg út í málið við tí fyri eyga at áleggja kommununum størri útreiðslur. – Hetta er at leggja seg út í viðurskifti, sum Løgtingið onki hevur við at gera long- ur. Hann vísir eisini á, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu hetta fer at raka tær ymsu kommunurnar. – Kommunur, sum onga barnaansing hava, sleppa fullkomiliga snikkaleysar, men tað verður rættiliga dýrt hjá kommunum, sum hava góð og fjølbroytt ans- ingartilboð til sínar borg- arar. – Finnleif Guttesen legg- ur dent á, at hann er heldur tað ljóðar skilagott at for- eldur, sum hava fleiri børn í ansing, skulu fáa avsláttur, tí tað er ein stór útreiðsla hjá teimum. – Men hetta eru viður - skifti, sum kommunurnar sjálvi eiga at áseta. Antin er málið lagt út til komm- unurnar at umsita, ella er tað ikki. Tað er ódámligt, a løgtingið leggur eitt mál út til kommunurnar at umsita, men kortini leggur seg út í, hvussu tað verður umsitið, við tí fyri eyga at áleggja kommununum eykaút- reiðslur. Hann sigur, at tað er ov ofta, at Løgtingið áleggur kommununum eykaút- reiðslur og hann stúrir fyri, at hetta fer at vinda upp á seg. Ikki minst fýlist hann á, at uppskotið frá teimum báðum javnaðartingmonn- unum kemur beint í kjalar- vørrinum á teimum hørðu atfinningunum, sum kommunurnar høvdu ímóti Løgtinginum, eftir at tað samtykti skattalættan til pensjonistar sum kom at kosta kommununum stórar eykaútreiðslur, stutt eftir at tær høvdu lagt sínar fíggj- arætlanir. Høvdu kommunurnar vita av skattalættanum frammanundan, hevði bor- ið til at lagt upp fyri eyka- útreiðslunum í fíggjarætl- anunum. Men tað tykist ikki sum um løgtingslimir hava lært stórvegis av tí málinum, heldur Finnleif Guttesen. Familjupolitikkur – Hetta er heilt burturvið. Sjálvt um málið er lagt út til kommunurnar at umsita, merkir ikki, at Løgtingið skal frásiga sær alla ávirkan til at seta nøkur familju- politisk tiltøk í verk. Kristian Magnussen, løg- tingsmaður, sum er annar av uppskotsstillarunum, er alt annað enn samdur við borgarstjóran á Tvøroyri. Hann sigur, at vit hava eina løgtingslóg um dag- stovnar dagrøkt við nøkrum ásetingum í og sjálvsagt eigur Løgtingið at kunna áseta nøkur viðurskifti, eisini á familjupolitiska økinum. – Tað mátti tvørturímóti verið kærkomið hjá komm- ununum at kunna veitt húskum við fleiri børnum ein lætta. Hann heldur tí ikki, at hetta er at leggja seg út í kommunal viðurskifti. Hann heldur avgjørt heldur ikki, at hetta er at fara ov langt niður í smá- lutir í eini rammulóg. – Í løgtingslógini stendur m.a., at foreldragjaldið er 30%, er tað so eisini at leggja seg út í kommunal viðurskifti, spyr løgtings- maðurin. Hann sigur, at ætlanin er at uppskotið skal ikki koma í gildið, fyrrenn 1. januar, júst fyri at kommunurnar ikki skulu koma í rasshaft, men hava møguleika at leggja upp fyri eykaú- treiðslunum í næstu fíggj- arætlanini, tí nú fáa tær góða tí at fyrireika seg til tað. – Tí er hann heldur ikki samdur í, at hetta er at val- agn fyri kommunurnar rokning. – Hetta er eitt familju- poltiskt tiltak, sum komm- unurnar fáa góða tíð at fyrireika seg til. Annars heldur løgtings- máðurin, at nú uppskotið ikki skal koma í gildið, fyrrenn 1. januar, eigur Landsstýrið at taka upp samráðingar við kommun- una um okkurt slag av endurgjaldið aðrar vegir, so at kommunurnar verða skaðafríar, tó at hann ikki uppá standandi fót veit, hvat tað skal vera, men tað eiga at vera nógvir møgu- leikar. Kristian og Hans Pauli leggja ódámligt uppskot fyri Løgtingið Hjá foreldrum við fleiri børnum er barnaansing ein fíggjarlig byrða. Men Løgtinigiðå eigur ikki at blanda seg uppí, heldur borgarstjórin á Tvøroyri Myndin er tilvildarlig C M Y K 3 2 Smyrilsvegur 2 Postboks 3100 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Tel (+298) 351220 Fax (+298) 351230 e-mail: lm@lm.fo www.lm.fo NÝTT TELEFONNUMMAR frá 1. mars NÝTT TELEFONNUMMAR frá 1. mars TEL 35 12 20 TEL 35 12 20 35 12 30 35 12 30 nýggja faxnummarið er ELECTRIC PFLEIF MOHR FROST team85 STÓRT TILTAK Í ARGJA SKÚLA Mattombola Bommtombola Café Lutaseðlasøla Klatriveggur Skreiðirør Fiskibrunnur Ponyríð Leygardagin 2/3-2002 frá kl 15 00 Tíðindi Viðmerkingar Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið Mattombola · Bommtombola · Café Lutaseðlasøla · Klatriveggur Skreiðirør · Fiskibrunnur Hoppiborg · Ponyríðing Sodavatnssøla Leygardagin 2/3-2002 frá kl. 15.00 gja Skúla