Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 40 - 27. februar 2002 Nr. 40 - 27. februar 2002 5 Lions Club Tórshavn savnar pengar fyri at upplýsa ímóti narkotikanýtslu. Endamálið er at geva næmingunum lívs- virði og sjálvsálit, so at teir m.a. duga at siga nei til rúsevni LIONS QUEST Tíðindaskriv Vikuna fyri páskir skipar Lions Club Tórshavn fyri Tulipantiltakinum undir herrópinum »Nei til narko«. Tað at berjast móti narkotika hevur framvegis stóran týdning. Havandi í huga tað, sum føroyska politiið arbeiðir við í løtuni, so mugu vit ásanna, at eisini í lítla landi okkara er narkotika av alskyns slag. Lions klubbarnir í Føroy- um hava seinastu árini skip- að fyri sokallaðum Lions Quest skeiðum fyri fólka- skúlalærarar og øðrum, ið varða av fólkaskúlanum. Higartil hava á leið 300 fólk verið á skeiði. Endamálið við Lions Quest er at geva næming- unum lívsvirði og sjálvs- álit, so at teir m.a. duga at siga nei til rúsevni. Í seinastu viku vóru allir lærararnir í Hoyvíkar skúla og Eiðis skúla á Lions Quest skeiði í Hoyvíkar skúla. Tulipantiltakið verður framt fyri at fíggja nevndu skeið. Í hesum døgum seta lionslimir í Havn seg í sam- band við fyritøkur, virki og handlar í Suðurstreymoy fyri at fáa tey at keypa bukettir, sum kosta 250 krónur hvør. Ætlanin er so, at henda bukettin saman við skelti við áskriftini »Nei til narko« skal standa frammi á sjónligum staði í vikuni fyri páskir. Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri tiltaki av hesum slagi. Í fjør vórðu seld góð 500 blómutyssi. Lions Quest: »Nei til narko« – Tað er altíð viðkom- andi at spyrja, um arbeiðið, sum verður gjørt innan rús- drekkaviðgerð, er nøktandi. Vísa fólk á tiltøk, sum eru ný- skapandi á økinum, viðgera vit málið í álvara og við vælvild, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýris- maður við almanna- og heilsumálum VIÐGERÐ Turið Kjølbro Gongdin í Føroyum eins og uttanlands er, at talið á kvinnum, yngri kvinnum og smábarnamammum, sum drekka, er nógv vaks- andi. Hetta vísa bæði Finn- ur Helmsdal, barnaverndar- limur í Havn, og Erna S. Hákonardóttir, alkohol- og familjuráðgevi, á í samrøð- um í blaðnum. Men kvinn- ur eru bæði truplar at fáa í viðgerð og ringar at við- gera. Tær vilja treyðugt inn á teir viðgerðarstovnarnar, vit kenna, tí tær vilja ikki lata seg úr sálarliga saman við eitt nú monnum, sum tær kanska kenna. Seta vit á stovn viðgerð, sum burtur- av er til kvinnur, fara fleiri kvinnur í viðgerð, er Finnur Helmsdal sannførdur um. Og Erna S. Hákonardóttir er samd. Hon heldur, at tað hevur bráðskund at skipa eitt serligt tilboð fyri kvinn- ur, eins og gjørt verður aðra staðni. Misnýtslan er so nógv merkt av skomm og fordómum, og tí hava tær tørv á serligari viðgerð. Sjálv lagar hon ráðgeving- ina til kvinnur øðrvísi til enn til mannligar misnýtar- ar. Eingin ætlan er um at seta á stovn viðgerð í Før- oyum, sum er serliga ætlað kvinnum. Ei heldur er nøk- ur ætlan um at endurskoða viðgerðirnar, vit hava í Før- oyum, hóast fleiri røddir í seinastuni hava róð upp undir, at tíðin er komin til at gera broytingar. Í lond- unum rundan um okkum fer stór menning fram inn- an viðgerðarøkið, og rákið er, at tvørfakligt samstarv er ógvuliga munadygt og at úrslitini av viðgerð eru betri, tá ið viðgerðartilboð- ini eru sundurgreinað og tilboð eru serliga til eitt nú kvinnur og ungar misnýtar- ar. Landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum hevur ikki viðgjørt í stýrin- um ella landsstýrinum, um tíðin er komin til at seta á stovn serliga viðgerð fyri kvinnur. – Hetta valskeiðið eru reglugerðirnar fyri viðgerð- arstovnarnar endurskoðað- ar og dagførdar. Einki bendir á, at orsøk er til at broyta viðgerðirnar. Hagtøl og annað vísa, at tørvur er á teimum viðgerðunum. Nógv fólk hava fingið eina rúsfría og innihaldsríka til- veru eftir viðgerð á stovn- unum. Um viðgerðirnar eru nóg góðar og nóg nógv fólk verða hjálpt, ber altíð til at kanna. Tað er altíð viðkom- andi at spyrja, um arbeiðið, sum verður gjørt, er nøkt- andi og fylgja við í, hvat hendir innan viðgerðarøkið aðrastaðni. Vit hava ikki viðgjørt, um vit eiga at seta á stovn serliga viðgerð fyri kvinnur. Fyri deyvum oyrum Hava fólk ætlanir um at seta á stovn onnur viðgerð- artilboð, er ringt at fáa ljóð fyri hesum hjá almennu myndugleikunum. Tað eru í øllum førum royndirnar hjá Ernu S. Hákonardóttir, sum í seks ár hevur arbeitt sjálv- støðugt sum alkohol- og familjuráðgevi í Havn. Hon sigur í viðtali í blaðnum herfyri, at føroysku mynd- ugleikarnir sova og ikki ynskja at tosa um hesi við- urskiftini. – Myndugleikarnir halda væl standa til, tá ið vit hava tveir viðgerðarstovnar, men ynskir onkur at seta í gongd arbeiði, sum eru í londun- um rundan um okkum og sum góðar royndir eru av, eru ongir møguleikar fyri fígging uttan at veðseta egnar ognir ella fara í bank- an at læna pengar. Mynd- ugleikarnir sláa seg til tols við tí sum er, uttan at loyva nýhugsan framat. Hvussu úrslitini eru á verandi stovnum gáa teir ikki um, ei heldur spyrja eftir. Í Føroy- um er eingin grunnur, har tú kann søkja pengar til at seta í gongd ymiskt til frama fyri børn og ung úr misnýtarafamiljum. Sjálv havi eg spurt nógva staðni, eisini í Almanna- og heilsu- málastýrinum, men haðani havi eg einki svar fingið, heldur ikki frá landsstýris- manninum, sum eg havi sent bræv. Men áðrenn vit kunnu gera broytingar, mugu vit tosa opið um trupulleikarnar sum eru. Teir eru alla aðra staðni, og vit eiga ikki at billa okkum inn, at teir ikki eru her. Spurningurin er bara, hví vit lata eyguni aftur fyri teimum her. Vit hava av tí sama ikki ment okkum inn- an fyri viðgerð í fleiri ár, sigur Erna S. Hákonardótt- ir. Landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum vísir aftur, at myndugleik- arnir avvísa nýskapandi til- tøkum. – Vísa fólk á tiltøk, sum eru nýskapandi á økinum, viðgera vit málið í álvara og við vælvild. Í hvønn mun nýggj tiltøk fáa stuðul ella hjálp, er ringt at meta um frammanundan. Fáa vit eitt uppskot um at seta á stovn viðgerð, sum er ser- liga ætlað kvinnum, kanna vit málið, hvat tað kostar og so framvegis. Hinvegin er tað uppgávan hjá Fyribyrg- ingarráðnum at mæla landsstýrismanninum við almanna- og heilsumálum til at seta nýggj tiltøk í verk og einki tilmæli er komið haðani um, at viðgerðirnar, sum vit hava, skulu endur- skoðast, sigur Sámal Petur í Grund. Nýskapandi rúsdrekkaviðgerð vælkomin – Fáa vit eitt uppskot um at seta á stovn viðgerð, sum er serliga ætlað kvinnum, kanna vit málið, sigur Sámal Petur í Grund Á einum universiteti eiga fólk at kunna siga hvat tey vilja undir egnari ábyrgd, og Jógvan Mørkøre hevði tí fullan rætt at úttala seg um Menas- kanningina. Tað sigur deildarráðsformaðuri n á Søgu- og Sam- felagsdeildini, nú rok stendst av at Jógvan Mørkøre í Sosialinum førdi fram kritik av kanningini. TALUFRÆLSI Rúnar Reistrup Jógvan Mørkøre, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, er so hart átalaður av ovastu leiðsluni á Setrinum, at hann nú hevur søkt um at sleppa í farloyvi. Eftir at tað í longri tíð hava verið samskiftistrupulleikar á Fróðskaparsetrinum or- sakað av arbeiðinum við sonevndu Menas-kanning- ini, fleyt bikarið eftir øllum at døma yvir, tá Jógvan Mørkøre, í samrøðu við Sosialin, millum annað alment managongdina í arbeiðinum at gera Menas kanningina, sum tá ikki enn var almannakunngjørd. Mánakvøldið kundi Út- varpið so bera tey tíðindi, at Jógvan Mørkøre hevði biðið um at sleppa í far- loyvi í tríggjar mánaðir. Talufrælsi Deildarráðsformaðurin á Søgu- og Samfelagsdeild- ini, Jóan Pauli Joensen, upplýsir, at Jógvan Mørk- øre, ið er knýttur at deildini sum adjunktur, hevur søkt um farloyvi orsakað av ávísum trupulleikum, men leggur dent á, at talan er ikki um trupulleikar á Søgu- og Samfelagsdeild- ini. Tað bar ikki til at fáa orðið á Maluna Marners- dóttir, rektara á Fróðskap- arsetrinum, áðrenn blaðið fór til prentingar, men við Útvarp Føroya mánakvøld- ið, segði rektarin í stuttari viðmerking, at tað er rekt- arin, sum myndar Fróð- skaparsetrið úteftir. Spurdur um tað er nakað forgjørt í at ein adjunktur úttalar seg alment um mál, ið viðkoma Fróðskaparsetr- inum, svarar Jóan Pauli Joensen, deildarráðsfor- maður, at tað á einum universiteti prinsipielt er hvørmans rættur at siga tað, hann vil. - Um ein adjunktur til dømis ikki er samdur við tí, sum Fróðskaparsetrið al- ment førir fram, so er tað hansara fulli rættur at gera sínar egnu viðmerkingar. Tá hann úttalar seg er tað fyri egna ábyrgd og tí hevur Jógvan Mørkøre prinsipielt sæð fullan rætt til at siga hvat hann vil. Tað er um- ráðandi við talufrælsi, kanska serliga á einum universiteti, sigur Jóan Pauli Joensen og leggur afturat, at eftir hansara tykki var einki í vegin við mátanum, sum Jógvan Mørkøre úttalaði seg til Sosialin. Óneyðuga hørð orð Sambært deildarráðsleið- aranum á Søgu- og Sam- felagsdeildini, botna trupulleikarnir í sambandi við Menas kanningina í, at misskiljingar hava havt við sær, at tað eru follin nøkur óneyðuga hørð orð, sum hava verið til óneyðugan ampa. - Talan er eftir mínum tykki um eitt mál, sum er farið fullkomuliga út av proportiónum. Tað hava verið samskiftistrupulleikar í sambandi við arbeiðið at gera Menas-kanningina, men nú er úrslitið av henni almannakunngjørt, og so eiga vit at leggja tað aftur- um, sigur Jóan Pauli Joen- sen. Hann hevur valt at við- mæla umsóknini hjá Jógv- ani Mørkøre um tríggjar mánaðar langt farloyvi. - Eg vóni at Jógvan Mørkøre vendir aftur, tá teir tríggir mánaðirnir eru gingnir, og at vit tá hava lagt trupulleikarnar við Menas-kanningini afturum, sigur Jóan Pauli Joensen, deildarráðsleiðari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Deildarráðsleiðari á Setrinum: Tað er frítt at siga hvat man vil Jógvan Mørkøre hevur fingið eina ávaring frá leiðsluni á Fróðskaparsetrinum, tí hann í Sosialinum fyri tveimum vikum síðan úttalaði seg kritiskt um manna- gongdina í sambandi við Menas kannngina. Nú fer hann í farloyvi Rúnar Reistrup Tað fall ikki í góða jørð, at Jógvan Mørkøre, adjunktur á Fróðskaparsetrinum, í grein í Sosialinum úttalaði seg kritiskt um tann ar- eiðshátt, sum varð nýttur undir sonevndu Menas kanningini. Eftir at greinin varð prentað, hevur hann fingið so harðar ákoyringar frá rektaranum á Setrinum, at hann nú hevur valt at fara í farloyvi fyri at koma burtur frá øllum rokinum. Í sama viðfangi hevur hann heitt á Magistarafelagið um at lata sakførara hyggja at málin- um. Tá tað kom Jógvan Mørkøre fyri oyra, at Setursleiðslan hevði við- gjørt greinina á einum fundi og avgjørt, at greinin skuldi fáa avleiðingar, valdi hann at søkja um farloyvi. - Nú er tíðin komin til at eg taki meg burturúr hesum og lati sakførara hjá Magistarafelagnum hyggja eftir málinum, sigur Jógvan Mørkøre, sum ikki kennir seg hava orsøk til at irða seg um nakað av tí, hann hevur sagt við blaðið. - Ivi var sáddur um óhefta leiklutin hjá Fróð- skaparsetrinum í hesum kanningararbeiðinum, og málið er endað sum fyri- spurningur í tinginum, tí at Fróðskaparsetrið valdi at stinga høvdið í sandin í staðin fyri at bera so í bandi, at øll kort vórðu løgd á borðið, sigur Jógvan Mørkøre. Gitingar og leysasøgur fingu frítt spæl, har navngivnir persónar fingu hongt bæði líkt og ólíkt um hálsin. Tað kann eingin liva við í longdini. Fyrr ella seinni noyðist tú at taka blaðið frá munn- inum, sigur Jógvan Mørk- øre. Hóttur at tiga Tað fekk avleiðingar fyri Jógvan Mørkøre, at hann valdi at úttala seg um Menas kanningina, áðrenn hon var almannakunngjørd. Leiðslan á Fróðskaparsetrinum hevur givið honum eina álvarsliga ávaring. C M Y K 5 4