Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 40 - 27. februar 2002 Nr. 40 - 27. februar 2002 7 – Vit skulu øll liva og virka í samfelagnum. Fyri at skapa bestu umstøður hjá øllum, er neyðugt at flyta mørk, ikki við hólmgongu, men við samstarvi sigur Óli Holm, landsstýris- maður í mentamálum LÍVSVIRÐI Áki Bertholdsen – Lívið setur nógvar spurn- ingar, og soleiðis eigur tað at vera. Tað er ikki bara ein leið at ganga, men fleiri valmøguleikar. Uppgávan hjá landsins myndugleikum er at skapa karmar, so at fólk hava møguleika at velja, leggja til rættis og virka í samfelagnum. Tað segði Óli Holm, landsstýrismaður í menta- málum, tá ið hann talaði um torgreidda hugrtakið “lívsvirði” á fundi í Javna í gistingarhúsinum í Øravík leygardagin. Javni, felagið hjá teimum menningartarnaðu og húsk- um teirra, hevði økisfund í Suðuroy leygardagin, at úrvald fólk góvu sítt boð upp á, hvat kann skapa lívsvirði. Landsstýrismaðurin í mentamálum var ein teirra, sum fekk høvi at siga sína hugsan. Hann helt, at tá ið Javni stevnir til fundar um lívs- virði, er eyðsæð, at hugsað verður serliga um umstøð- urnar hjá teimum, ið hava brek. – Eg síggi lívið sum eina heild, har øll menniskju eiga at hava møguleika at virka og mennast, í mun til sín egna førleika, segði Óli Holm. Ein gloymdur spurningur Hann segði, at tosað verður um lívið sum eina gávu, eitt undur, ein møguleika vit fingu. – Men samstundis mugu vit sanna, at hjá mongum er lívið eitt baks, eitt stríð frá vøggu til grøv. – Tað eru so mong viðurskifti, ið ávirka eitt mannalív, tað kunnu vera vána heilsa, likamlig-, sinnislig og andlig brek, fíggjarligar- og sosialar umstøður og mótburður av ymsum slag. – Nýføðingurin í vøgguni er sum óskrivað blað. For- eldur og avvarðandi fegnast og vilja geva barninum ein góðan uppvøkstur, so at leiðin liggur opin til eitt gott og innihaldsríkt lív. – Men í øllum stríðnum fyri at náa sum mest, gloyma vit ofta at seta spurningin: Hvat er eitt gott og innihaldsríkt lív, og hvør setur reglarnar fyri hesum. – Sagt verður mangan, at menniskju eru so ymisk bæði í sinn og í skinn. Væl var, um tað bara var í útsjónd og sinnalagi. Men vit eru so ymisk frá skaparans hond. Eru fødd við ymsum førleikum, bæði likamliga og andliga, tí hava ikki øll somu møgu- leikar frá barnsbeini av. – Harumframt eru upp- vakstrarumstøðurnar ym- iskar, bæði í heimi og sam- felag sum heild. Her hugsi eg um, hvat samfelagið kann bjóða fólki á staðnum, har tey búgva, bæði hvat skúla, heilsuverki og frítíð- arvirksemi viðvíkaur Óli Holm helt, at tað, at menniskju eru ymisk og eru fødd við ymsum før- leikum, eru treytirnar fyri lívsins margfaldni. – Men samstundis er tað ein avbjóðing til okkum sum fólk at skapa javn- bjóðis møguleikar fyri øll at mennast, uttan mun til likamligan-, andligan- og fíggjarligan førleika hjá tí einstaka. – At náa hesum endamáli er grundarlagið fyri at skapa innihald í lívinum hjá tí einstaka borgaranum. Lívið er ein felagsskapur Landsstýrismaðurin segði, at tað eru nógvar hugsanir um, hvat fólk halda vera lívsvirði. – Men hóast tað er ym- iskt, hvat vit skilja við lívsvirði, eru tey flestu helst samd í, at tað eru tey viðurskiftini sum geva lív- inum meining og innihald, sum eru tey veruligi lívs- virðini, eitt nú gott granna- lag, arbeiði, útbúgving, gudstrúgv, eitt gott heim o.s.fr. – Fyri at skapa lívsvirði í gerandisdegnum, er tað av stórum týdningi, at fólk eru nøgd og kenna á sær, at meining er í tí, tey takast við til dagligt. Hetta er galdandi fyri øll arbeiði. Hetta mennir okkum bæði persónliga og sosialt og ikki minst arbeiðsplássið, har vit starvast. – Lívið eigur at vera ein felagsskapur ímillum menniskju, so eingin kennir seg einsamallan og uttan- fyri. Tí er tað týdningar- mikið, at vit geva okkum stundir til at samskifta við okkara medmenniskju, uttan mun til førleika, ella eitt nú hugsjónir. Nógv er gjørt men langt er eftir Landsstýrismaðurin hug- leiddi um, at lívið tykist okkum mangan gátuført, og vit standa spurin, hví tað lagar seg so ymiskt. Onkur, ið vit hildu átti allar sømdir, fekk kanska ikki so nógv burturúr eftir okkara tykki, meðan tað lagaði seg væl hjá summum, ið vit ikki hildu hava so góða barlast. – At tað lagar seg so ym- iskt veldst bæði um, hvørj- ar umstøður menniskju hava at skapa sær lívsvirði, Tað er neyðugt at flyta mørk – Tað, at menniskju eru ymisk og eru fødd við ymsum førleikum, eru treytirnar fyri lívsins margfaldni, Men júst tað er avbjóðingin til okkara at skapa øllum javnbjóðis møghuleikar, sigur Óli Holm, landsstýrismaður í mentamálum, tá ið hann hugleiðir um torgreidda hugtakið lívsvirði og hvat fólk halda vera lívsvirði. Sjálvur legði Óli Holm áherðslu á, at stavnhaldið má vera, at øll fáa javn- bjóðis umstøður at mennast og virka í samfelagi okkara. Á henda hátt helt hann, at vit kunnu skapa møgu- leikar hjá fólki at skapa sær lívsvirði í tilveruni. – Eg veit, at enn er langt eftir á mál, tá tað snýr seg um okkara heilsuverk, skúlaverk og samferðslu. Sjálvur umsitir hann mentamál og skúlaverkið og tí legði hann serligan dent á tað í hesum sam- bandi. – Innan skúlaverkið er nógv nátt, hóast langt er eftir á mál. Vit fingu fyri trimum árum síðani nýggja fólkaskúlalóg, sum stað- festir skúlan fyri øll og í tí sambandi ásetur – næmingalagaða undir- vísing – at næmingum verður veitt sernámsfrøðilig hjálp og – at skúlum verður veitt sernámsfrøðilig ráðgev- ing Hann segði, at í nýggju lóggávuni verður næming- urin settur í miðdepilin, og undirvísingin lagað til førleika hansara, so at hann kann fáa sum mest burtur úr skúlagongdini. – Hann skal læra at ar- beiða sjálstøðugt, sam- stundis sum flokkurin skal mennast í felag, so at tann einstaki næmingurin verður partur í einum felagsskapi, har javnvirði og javnrætt- indi ráða. – –– – Næmingarnir skulu læra at samstarva, taka av- gerðir og kenna samábyrd av arbeiðinum í flokkinum, virða onnur og duga at nýta meginreglurnar fyri at liva og virka í einum fólka- ræðisligum samfelag. – Eisini skulu næmingar kunna fáa sernámsfrøðiliga hjálp, eins og skúlar skulu kunna fáa sernámsfrøðiliga ráðgeving, so at ein og hvør næmingur skal kunna trívast, mennast og læra í mun til førleikarnar hjá tí einstaka barninum. Hann segði, at tað tekur tað drúgva tíð at fáa eitt umfatandi lógarverk at virka til fulna. Men í hesum skúlaári er nógv rokkið. – Játtanin til fólkaskúlan sum heild er munandi hækkað, so at farast kann, eitt nú undir næmingalag- aða undirvísing. Samstund- is er játtanin til Sernáms- depilin, ið veitir skúlum ráðgeving og hjálp í ser- námsfrøðiligum spurn- ingum, eisini økt. Haraftur- at hevur Deyvaøkið fingið betri umstøður og farið er undir at gera næmingalagað undirvísingartilfar til byrj- narundirvísingina. Fleiri valmøguleikar Hann segði, at lívið setur nógvar spurningar, og so- leiðis eigur tað at vera. Tað er ikki ein leið, men fleiri valmøguleikar. – Uppgávan hjá landsins myndugleikum er at skapa karmar, so at fólk hava møguleika at velja, leggja til rættis og virka í sam- felagnum. Soleiðis at tann einstaki, uttan mun til førleika, finnur meining og virði í tí, hann tekst við, bæði í arbeiði, heimi og í frítíð. Og eisini at tann fjøl- brekaði og sjúki fær um- støður at taka lut í og fylgja við í tí, ið fyriferst og hevur teirra áhuga. Hetta krevur bæði fíggjarligar umstøður og samstarv og samskipan millum stovnar. Hann vísti á, at tilmæli er gjørt um sernámsfrøðiliga økið. Tað hevur verið til hoyringar hjá feløgum, skúlum og stovnum. – Samanumtikið kann sigast, at tørvur er á at fáa málið lýst greiðari og í størri høpi og til hetta krevst rúmari tíð. Tí havi eg sett ein innanhýsisbólk, ið skal lýsa kostnaðin av tilmælinum. Harumframt havi eg eisini avgjørt at skipa fyri fundum við foreldrafeløg, MBF, Ser- námsdepilin og skúlastjór- arnar í fólkaskúlanum fyri at fáa málið lýst so breitt sum til ber. Óli Holm helt nevniliga, at tað er umráðandi, at tann skipan, sum nú verður vald fær undirtøku bæði frá brúkarunum av skipanini, teimum, sum skulu virka í skipanini,og teimum, sum skulu fyrisita skipanina. – Í álitinum verður mælt til stórar broytingar og verður tilmælið sett í verk ella bara partar av tilmæl- inum fer tað at betra mun- andi um korini hjá teimum brekaðu, segði hann. Hann segði eisini, at 2002 kosið at vera árið hjá fólkaskúlanum við heitin- um ”tann góði fólkaskúl- in”. Í hesum sambandi ver- ið arbeitt við ymsum evn- um, eitt nú næmingalagað undirvísing, trivnaður, samstarv, eftirmeting og sernámsfrøði. Hann segði, at ætlanin er, at øll skulu fáa høvi at siga sína hugsan um, hvat ein góður fólka- skúli er. – Vit skulu øll liva og virka í samfelagnum. Fyri at skapa bestu umstøður hjá øllum, er neyðugt at flyta mørk, ikki við hólmgongu, men við samstarvi. Vit mugu veita trygd fyri menning hjá teimum minni mentu, samstundis sum øll fáa sínar avbjóðingar,segði Óli Holm, sum at enda las brot úr yrking, har ein lærari skrivar til ein menn- ingartarnaðan næming: Tú lærir meg, at lívið er meir enn vøkur orð. Er meir enn tøl og bøkur og annars heimlig kor. At kærleiki og hjálpsemi – ja, alt, sum lívið ber, eru dýrabarar gávur, okkum givnar her. Yrkt hevur Sædis Eilifs- dóttir, lærari í Gøtu – Soleiðis eiga vit at læra hvør av øðrum uttan mun til, hvørji vit eru ella hvønn førleika vit hava, segði Óli Holm. Leygardagin skipaði Javni fyri fundi, har ymisk fólk vóru biðin at hugleiða um hvat kann skapa lívsvirði. Nakað av fólki var møtt, men tíverri mest fólk, ið onkusvegna hava tilknýti til Javna Føroysk brúkslist í SMS BRÚKSLIST Tíðindaskriv Hósdagin letur for- kunnug framsýning á Torginum í SMS. Tá sýnir 26 ára gamli Gundur Mikkelsen fram tað, ið rópt verður brúkslist. Gundur hevur síðan hann var heilt ungur havt stóran áhuga fyri list og sniði. Hann hevur eisini verið á nógvum ym- iskum skeiðum í hes- um yrki. Í løtuni les- ur hann byggifrøði í Rom. Samstundis undir- vísir hann á Lista- skúlanum í Havn. Heitið á framsýn- ingini hjá honum í SMS er Italskt snið. Tað, sum eyðkennir framsýningina er skapanarevni og sniðið á lutunum, sum eru einfaldir, tíðarleysir, snøggir og lagaligir at nýta. Lutirnir eru fram- leiddir úr mahogni og stáli. Nevnast kunnu fløguhaldarar og vín- hillar. Hendan list er ógvuliga væl umtókt í Danmørk, men enn ókend at kalla her heima. Gundur sigur, at danir eru ógviliga frammalaga, tá ið tað um brúkslist ræður, t.d. í sambandi við møblar sum list. Serliga amerikumenn vísa donsku brúks- listini stóran ans. S a m a n u m t i k i ð heldur Gundur, at ilt er at siga, hvussu framsýningin hjá honum verður mót- tikin. Men hann vón- ar, at áhugi verður, og at fyritøka hansara, Follend, sum frá líður verður kend fyri brúkslist úti í heimi. Framsýningin hjá Gunduri er opin til leygardagin kl. 14.00. Umframt framsýn- ingina hjá Gunduri hevur Norðbil bila- framsýning á Torgin- um í SMS. Bilafram- sýningin er eisini opin til leygardagin kl. 14.00 C M Y K 7 6