Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. februar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 40 - 27. februar 2002 Nr. 40 - 27. februar 2002 9 Klaksvík: Leygardagin hendi eitt ferðsluóhapp beint við Christians- kirkjuna. Ein bilur kom niðan gjøgnum Kirkju- brekkuna, og ein kom heimeftir Selheygsgøtu og skuldi omaneftir. Hes- in seinni bilurin sneiddi svingið ov tíðliga av og rendi beint á hin bilin. Ein kona koyrdi henda bilin, og fýra ára gamli sonurin sat í. Drongurin slóg høvdið í forrútin, og bleiv innlagdur til eftirlit fyri heilaskjálvta á Klaksvíkar Sjúkrahús. Leygardagin bleiv sløkkiliðið í Klaksvík boðsent. Hildið var, at tað var eldur í smoltstøð- ini inni í Dølum á Viðar- eiði. Men á veg norður fingu teir fráboðan um, at talan kortini ikki var um eldsbruna, men held- ur um burturbeint rusk, sum teir brendu uttanfyri støðina. Tað var onkur, sum helt, at tað var eldur í eftir øllum roykinum at døma, og tí sendi boð eftir Sløkkiliðinum. –Annars hevur viku- skiftið verið sera friðar- ligt her norðuri, verður sagt av politistøðini í Klaksvík. – sae – Ferðsluóhapp Finnur Helmsdal og Kristian Joensen vunnu teirra lokal- finalur í Danmarks- meistaraskapinum í tipping TIPPING Solby A. Eliasen Finnur og Kristian hava vunnið sær sæti í millum tey áleið 45 fólkini, sum hava kappast um at sleppa á Evroparundferð at hyggja eftir fótbólti á hægsta stigi. Túrurin gongur til Týsk- land, Italia og Onglands. Ikki er greitt enn, hvørjar býir ella hvørjar dystir, tey skulu til. Túrurin er í vikuskifti- num 12.-14. apríl. Teir fáa túrin goldnan úr Føroyum og aftur. Farið verður úr Føroyum fríggjamorgun niður til Kastrup, og so víð- ari harfrá við leiguflogfari til Týsklands. Har fara tey at hyggja eftir einum Bundesliga dysti um kvøld- ið. Síðani verður farið víð- ari til Onglands at hyggja eftir einum Premier League dysti kl. 15:00. Áðrenn tann dystin fáa tey okkurt til matna og aftaná dystin um kvøldið verður eitt hugnakvøld, har skipað verður fyri undirhaldi. Dagin eftir verður so farið víðari til Italia at hyggja eftir dysti í Serie A. Aðru ferð Finnur er við Finnur Helmsdal var eisini á Evroparundferð í 1999, og hann sigur, at túrurin er eitt stórt upplivilsi. Men tá sluppu tey ikki til Italia, tí at onkrar broytingar vóru í dystarskránni í Italia. Men so hugdu tey eftir trimum dystum í Onglandi í staðin. Á hugnakvøldinum á tí túrinum stóðu Jacob Hau- gaard og Hans Otto Bis- gaard fyri undirhaldinum. Har vóru eisini onkrar fót- bóltsstjørnur, millum annað Allan Simonsen, fyrrver- andi landsliðsvenjari. Áhugavert fótbóltsvikuskifti Sum sagt, er ikki greitt enn hvørjum dystum tey skulu hyggja at, men Finnur hev- ur kannað hvørjir áhuga- verdir dystir eru um tað vikuskiftið. Í Týsklandi spæla millum annað 1.FC Kaiserslautern og BV Bo- russia Dortmund, í Italia, Juventus og AC Milan, og í Onglandi Manchester United og Arsenal. –Tað hevði verið ynski- ligt, at sæð hesar dystir, men tað vita vit ikki, um vit sleppa, sigur Finnur Helmsdal. –Fótbóltsdámurin á ein- um vølli, sum til dømis Old Trafford er fantastiskur. Tað sita umleið 60.000 ákoðarar og rópa og syngja. Tað má upplivast. –Sjálvur eri eg sera spentur til at fara til Italia, tí tað sluppu vit jú ikki seinast, so tað eigi eg til góðar, sigur Finnur Helms- dal at enda. Finnur og Kristian vunnu Klaksvík: Týsmorgunin komu Pison, Kvikk og Núpur inn á Klaksvíkina at landa. Teir hava allir verið norðanfyri, og hó- ast tað ringa veðrið, so hevur ligið væl fyri. Teir høvdu góð 100.000 pund hvør, og var størsti part- urin toskur. Serliga teir seinastu dagarnar hava teir fingið nógv, harímill- um eisini nógvan stóran tosk. Prísurin hevur ikki ver- ið tann besti ta seinastu tíðina, men frá Fiska- marknaði Føroya frætta vit, at hann er á veg upp- aftur í mun til tær undan- farnu vikurnar. –Higartil hevur árið hilnast heilt væl, sjálvt um vit hava havt ringt veður tann seinasta mán- aðin. Men teir fáa nógv- an stóran fisk, og hetta vigar sjálvandi upp ímóti tí vánaliga prísinum. So alt í alt gongur alt væl, siga teir frá Fiskamarkn- aðinum. – re – Gongur væl við fiskiskapinum Javnaðarflokkurin heldur, at foreldur, sum hava fleiri børn í barnaansing, eiga at fáa avsláttur BARNAANSING Áki Bertholdsen Foreldur, sum hava fleiri børn í barnaansing, eiga at fáa avsláttur. Tað heldur Javnaðar- flokkurin. Tveir av tingmonnum floksins, Kristian Magnus- sen og Hans Pauli Strøm, fara nú at leggja uppskot fyri tingið um at broyta lóg- ina um um dagstovnar og dagrøkt, so at foreldur, sum hava fleiri børn í barnaans- ing skulu fáa systkinaav- sláttur. Teir báðir skjóta upp, at tey foreldur, sum hava fleiri børn í dagrøkt, vøggustovu, barnagarði ella frítíðar- skúla, skulu sjálvi gjalda tað dýrasta foreldragjaldið. –Men tey skulu bara gjalda hálvt foreldragjaldið fyri hioni børnini, tey hava í barnaansingini. Hjálpa foreldrum Teir báðir siga, at hetta skal síggjast sum ein liður, ið at bøta um fíggjarligu korini hjá foreldrum, ið hava fleiri børn í dagstovni, dagrøkt ella í frítíðarskúla. –Tey flestu í dag ivast ikki í, at foreldur hava rætt til at vera á arbeiðsmark- naðinum, og at teimum eig- ur at vera tryggjað tilboð um barnaansing við menn- andi innihaldi. Teir siga, at hjá foreld- rum, ið rinda fyri fleiri børn, eru útreiðslurnar til barnaansing møtimiklar, og húski við fleiri børnum hava eisini stórar bústaðar- útreiðslur og aðrar útreið- slur í sambandi við børnini. –Tað er ikki óvanligt, at foreldur hava børn bæði í vøggustovu, barnagarði og í frítíðarskúla samstundis. Rinda tey fult gjald fyri eitt barn í vøggustovu, eitt barn í barnagarði og eitt barn í frítíðarskúla, kunnu útreið- slurnar lættliga koma upp á einar 4.500 krónur um mánaðin. Men verður uppskotið hjá teimum báðum sam- tykt, hevur tað við sær, at tað í hesum føri høvdu for- eldrini fingið einar 700 krónur um mánaðir í av- sláttri fyri barnið í barna- garði og einar 400 krónur í avslátri í mánaðin fyri barnið í fríðtíðarskúla. –Samlaðu eykaútreiðsl- urnar av uppskotinum verða einar 10 milliónir krónur fyri tær kommunur- nar, ið hava barnaansing. Kristian Magnussen og Hans Pauli Strøm skjóta upp, at lógin kemur í gildið 1. januar. Tað gera teir, tí teir halda, at tað er skeivt at áleggja kommununum eina eykaút- reiðslu mitt í einum fíggjar- ári. Men uppskotið hevur vakt stóra misnøgd summa- staðni (sí viðtal við borgar- stjóran á Tvøroyri aðrastað- ni í blaðnum). Vilja hjálpa foreldrum við fleiri børnum Uppskotið hjá Hans Paula Strøm og Kristiani Magnus- sen fer at kosta kommunu- num einar 10 milliónir um árið FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Hósdagin, 21. februar, hevði Jónsvein Knudsen, reiðari, starvast í fiski- vinnuni í tilsamans 25 ár. Í dag eigur hann partafelagið Snaraløk saman við Bjarna Kass. Teir hava skipini Jaspis og Ametyst og Smaragd og Safir. Haraftrat er gamli Smaragd, sum er lagdur og verður avvikl- aður. Nýggjur og stórur bygningur er bygdur í Saltangará, og har heldur felagið nú til í snotuligum og egnum hølum. Tann parturin av bygninginum, sum er til avlops, er allur útleigaður. Jónsvein Knudsen byrj- aði sum 19 ára gamal á skrivstovuni á táverandi Lynfrost, sum Føroya Fiskavirking í dag eigur. - At eg minnist dagin so væl – og eisini nú 25 ár seinni, er tí, at mamma mín,Mina Knudsen, fyllir hendan dagin. Tá ið eg byrjaði, fylti hon 55; nú fylti hon 80. Jónsvein sigur seg minn- ast, at honum dámdi sera væl at arbeiða á Lynfrost. Stjóri á virkinum var Havstein Ellingsgaard. - Um kvøldarnar og í vikuskiftinum plagdi eg at taka ímóti fiski; so hetta var ikki ein arbeiðsdagur millum kl. 8.00 og 17. Men mær dámdi arbeiði so væl, at tað hugsaði eg ikki um. Skip hava at kalla altíð verið knýtt at Lynfrost, bæði beinleiðis og óbein- leiðis. - Tað vóru Højgaard- brøðurnir, Hans Olivur og Ingvard, sum saman við Símuni Hansen løgdu lunn- ar undir virkið í 1954. Símun doyði bert 45 ára gamal av sjúku. Pápi mín, Jens Knudsen, sum doyði í 1986, var sum handverkari við til at byggja virkið, sigur Jónsvein. Áhugin fyri skipunum - Sum frá leið, byrjaði eg eisini at fáast við skipini, sum Lynfrost hevði. Hetta var einpartur av arbeiðinum á skrivstovuni. Taka vit so eitt langt lop fram til kreppuna fyrst í nítiárunum, tá ið alt fór á húsagang, keyptu Jónsvein og aðrir tá tey skip, sum knýtt vóru at virkinum. - Fleiri, sum vóru við til at keypa skipini, høvdu ongan serligan áhuga í skipunum sum so, men vildu vera við til at skapa eitt grundarlag, so skipini kundu vera siglandi. Í dag eigur og rekur Snaraløkur hesum skip, og reiðari er Jónsvein Knud- sen, sum nú hevur starvast í 25 ár innan fiskivinnuna. Hendan dagin, Sosialurin av tilvild datt fram við, høvdu tey køkur og annað gott at bjóða fólki, sum hugdu inn á gólvið. Gongur væl Jónsvein er væl nøgdur við gongdina seinastu árini, og árið í fjør var gott hjá skip- unum. - Tað var ógvuliga torført at útvega pening til tess at skapa nakað undir kreppuni fyrst í nítiárunum. Eg vil siga, at tað er lættari at útvega miljónir í dag, enn tað var fyrst í nítiárunum at útvega 50.000 krónur, um tú vildi skapa nakað. So, hetta var ein torfør tíð, ásannar hann. Umframt skipini, sum Snaraløkur eigur, hevur felagið eisini umsitingina av skipunum, Vesturvarða og Suðurvarða, sum Bjarti Mohn eigur. Tilsamans hevur Snara- løkur – við manningum – eini 55 fólk í starvi.Vit ynskja Jónsveini Knudsen hjartaliga tillukku við degnum. Jónsvein Knudsen 25 ár í fiskivinnuni - Vit keypa upsan heldur bíligari frá týsku trolarunum enn upsan, vit keypa á marknaðinum í Føroyum, hóast ES- upsin er nógv størri, sigur Jason Johannesen FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Týsdagin var týski trolarin, Susanne, í Saltangará við fullari last. Teir løgdu veiðina, sum vá 260.000 pund, upp til Fiskavirking. Væntandi landar ein annar týskur trolari, J. Von Køln, í Saltangará hósdagin. Men hetta var ikki heilt vist, tá ið vit frættu týsmorgunin. Góður upsi Jason Johannesen, virkis- leiðari, sigur, at Susanne fiskaði í ES-sjógvi, norð- anfyri Hetland, og teir høvdu hampiliga góðan upsa, nógv størri enn tann, sum føroysku skipini fáa í løtuni. Spurdur, um hesin fisk- urin er dýrari at keypa enn upsin, sum er á føroyska marknaðinum, sigur Jason, at so er ikki. - Vit keypa upsan heldur bíligari frá týsku trolar- unum enn upsan, vit keypa á marknaðinum í Føroyum Jason sigur, at týsku trolararnir gjøgnum fleiri ár hava lagt nakrar lastir upp í Saltangará á hvørjum ári, men hetta er so tann fyrsta lastin í ár.- Hava vit ikki kunnað keypt hendan fiskin, tí nógvur fiskur hev- ur verið inni, hava skipini landað til onnur virkir, men vit verða gjarna spurdir fyrst, um áhugi er fyri last- ini, sigur hann. Smáur upsi undan Føroyum Tey arbeiddu hvønn dag á Fiskavirking í Saltangará í síðstu viku, og soleiðis verður eisini hesa vikuna. Jason fýlist á, at upsin, sum føroysku skipini landa, er so óvanliga smáur, hóast hetta er gýtingartíð, og tann stóri fiskurin skuldi staðið tættur. - Eini 60% av veiðini, sum kemur uppá land, er upsi 4, sum vigar undir 1,5 kg. Hetta er næstan tann reini seiður, sum hann tekur til.Jason vísir á, at hetta plagdi at vera góð fiskitíð á Fugloyarbankanum ella eysturi í Holinum, teir rópa, men haðani kemur næstan bara smáur upsi. - Hesa tíðina av árinum er fiskurin eisini rak, so torført er at fáa nakað burturúr honum. At kalla alt fer til blokkframleiðslu. Nú gera vit næstan ongar portiónir, men á teimum virkjum, har portiónir verða gjørdar, kann eg ikki hugsa mær, at nógv fæst burtur úr hesum fiskinum. Virkisleiðarin sigur, at sambært fiskimonnum, ber hesin smái upsin eisini rogn. - Men um hann gýtir, tá ið hann er so ungur, vita fiskifrøðingarnir betur atsiga enn eg, sigur Jason Johannesen. Týskir trolarar í Saltangará við góðum upsa Jónsvein Knudsen hevur starvast í fiskivinnuni í 25 ár Nýggi og snotuligi bygningurin hjá P/F Snaraløki í Saltangará C M Y K 9 8