mikudagur 2. februar 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14
42
Sosialurin
Jan Müller
Nú tað eru gingin 10 ár, síðani
fyrstu leitiloyvini vórðu latin
á føroyska landgrunninum
og hol er sett sá eitt nýtt 10
ára skeið hava vit sett Johan
Dahl,
oljumálaráðharra
stevnu og spurt hann, hvat
er komið burtur úr fyrstu
tíggju leitiárini, og hvørj ar
vónir hann hevur til kom
andi 10 ára skeið, tá tað um
olju leiting og oljuvinnu í Før
oyum ræður.
Tað er nógv hent hesi
seinastu 10 árini, ikki minst
jarðfrøðiliga vitanin vit hava
fingið um føroyska land
grunnin, umframt at tøknin
hevur ment seg munandi
við víkjandi tí at bora á
djúpum vatni og gjøgnum
m.a. basaltfláir og mennist
hon framhaldandi.
Seismisku kanningarnar,
sum verða gjørdar í dag, í
mun til fyri 10 árum síðani,
eru eisini á munandi betri
støði enn áður. Men hinvegin
er eisini greitt, at ”seiðurin
er ikki so lættur at syfta”,
sum nøkur kanska hildu í
byrjanini.
Áhugin
fyri
føroyska
land grunninum er stórur,
og tær boringar, sum verða
framdar komandi árini, eru
prógv um tað. Vit síggja eisini
áhugan frá oljufeløgum, ið
javnan útvega sær dátur frá
Jarðfeingi. Tað virksemi, ið
er bretsku megin markið,
hevur eisini gingið rímiliga
væl í seinastuni, og eisini tað
fær oljufeløg at venda eyguni
hendavegin.
Við
lógarbroytingini,
sum vit framdu fyrr í vár,
har vit fingu ”Open Door”
møguleikan at bjóða øki
út, sum áður hava verið í
út boði og mett framvegis
áhuga verd, verður før oyski
land grunnurin og møgu leik
arnir her umvegis Jarð feingi
marknaðarførdir
á
olju
messum og í olju sam starvs
høpi annars.
Tað er týdningarmikið,
at vit fáa marknaðarført
møguleikarnar, ið eru her,
soleiðis at oljufeløg í minsta
lagi kenna teir – um so tað
fær tey til at koma inn í økið,
veldst um so nógv, ið vit ikki
hava ávirkan á. Men vit skulu
og kunnu skipa so fyri, at tey
feløg, ið koma hendavegin
verða væl viðfarin sum sam
starvspartar.
Trygdin og lóggáva
Hvussu ætlar man í Før
oyum at laga lóggávu og
regl ur um trygd til nýggju
tíð ina?
Eg havi heitt á Jardfeingi
um at verða vakið viðvíkjandi,
hvussu okkara grannar skipa
sína lóggávu og krøv – og
mælt teimum til at fylgja upp
uppá seinastu frágreiðingina,
sum bretar hava gjørt hesum
viðvíkjandi.
Vit hava umhugsað at
bjóða onkrum av teimum,
ið hava gjørt frágreiðingina,
til Føroya at greiða frá teirra
framtíðarhugsanum
um
bor ing á djúpum vatni og
frágreiðingini sum heild, ið
teir hava latið úr hondum.
(Tað er ein arbeiðsbólkur
mann aður
við
bretskum
ting limum, sum hevur latið
gera eina frágreiðing um
trygd í sambandi við boring
á djúp um vatni, blaðm.)
Tað er sera umráðandi,
at vit hvat viðvíkur trygd og
umhvørvi, eru á ovastu rók.
Her eru grundgevingar
og tilráðingar frá okkara
grannum eisini umráðandi
at seta seg inn í og evt. fáa
tikið upp í okkara lóggávu.
Tað er jú ongin orsøk til at
uppfinna djúpa tallerkin av
nýggjum.
Er ikki í øðrum førum
eisini neyðugt at endurskoða
viðurskiftini á oljuøkinum
eftir hetta 10 ára skeiðið,
eitt nú um krøv til keikant
o.l. Eigur man t.d. at linka
krøvini í eina avmarkaða tíð
fyri at vita, um man kann fáa
fleiri feløg at bora?
Nei, tað verður ikki gjørt.
Vit fara ikki at linka hesi krøv,
tí keikanturin fyri okkum
er ein liður í at fáa avleitt
virksemi av oljuvinnuni inn
á føroyskt øki – eisini landa
øki. Eg meti sjálvur, at tað
verður heldur ikki kravið um
keikantin, ið fer at gera av,
hvørt oljufeløg bora her ella
ikki. Í tí høpinum er tað málið
lítið fyri oljufeløg. Men eg vil
eisini minna á, at tað mangan
er komið oljufeløgunum væl
við, at tey hava brúkt før
oyska útgerðarhavn, tí tá
tey í skundi hava havt tørv
á at fingið onkra útgerð ella
annað tilfar, hevur tað stytt
um tíðina, at útgerðin hevur
verið her í Føroyum.
Somuleiðis skal tað eisini
gerast javnbjóðis um alt
landið at bjóða fram olju
havnir/oljubasar, eisini har
ikki landfast er við mið
staðarøkið. Tað skal vera
møguligt hjá øllum at bjóða
sínar vørur og tænastur
fram, uttan mun til hvar í
landinum ein er plaseraður
landafrøðiliga.
Inntøkur
Grønland fær hálva milliard
burturúr oljuvinnuni, altso
avleitt. Hvat fáa vit og eru
viðurskifti man kann broyta
fyri at fáa meira burtur úr?
Fyrst vil eg siga, at eg
kenni ikki til fulnar, hvat
upp gerðin í Grønlandi fevnir
um, og skal tí vera varin við
at samanbera tøl.
Í grønlendska partinum
er t.d. íroknað bering av al
menna oljufelagnum Nunaoil,
t.v.s. at Cairn og hini feløgini
í samtakinum, sum hevur
borað og aftur fer at bora í ár
í fyrstu atløgu hava rindað
útreiðslupartin hjá Nunaoil.
Hendan postin hava vit jú
ikki. Eisini eru viðurskiftini
ymisk í londunum báðum,
tá tað snýr seg um, hvussu
trygdarkrøvini verða loyst.
Í mínari verð snýr tað
seg ikki bara um at fáa um
setningin so høgan sum
møguligt, tí tað er ikki vist, at
tað vísir, hvussu nógv kemur
okkum til góðar. Okkurt árið
hevur munandi partur av
umsetninginum verið olja
til útgerðarskip – hetta fær
umsetningin í Føroyum upp,
men tað er avmarkað, hvussu
nógv liggur eftir.
Vit hava fyri tað fyrsta
keikantsregluna, ið tryggj
ar nakað av virksemi. Har
afturat hava vit áseting um,
at føroyskar fyritøkur skulu
hava veruligar møguleikar
at bjóða seg fram at veita
vørur og tænastur. Í kol
vetnis lóggávuni valdi man,
at pengar skulu brúkast upp
á at førleikamenna føroyska
vinnu fyri at hjálpa henni at
gerast kappingarfør.
Hinvegin varð ikki krav
sett um, at ávísur partur
av samlaða virkseminum
skuldi gerast av føroyingum.
Tað er møguligt, at vit skulu
leggja okkum meira eftir
at fáa oljufeløgini at taka
enn fleiri føroyingar í starv
afturat teimum mongu, sum
hóast alt longu eru starvi hjá
oljufeløgum. Men tað skal
so helst ikki í alt ov stóran
mun vera so, at vit útflyta
arbeiðsmegina.
Fegnast um
Statoilboringar
Hvat hevur tú at siga til
at Statoil fer at bora tveir
brunnar?
Eg eri sera væl nøgdur
við, at Statoil hevur avgjørt at
bora hesar báðar brunnarnar
í komandi árum 20112012 og
eri spentur uppá, hvat fer
at koma burtur úr hesum
boringum. Statoil hevur víst
Føroyaøkinum sera stóran
áhuga, og havi eg stórar vónir
til Føroyaøkið. Somuleiðis
hevur Faroe Petroleum, sum
eg skilji, gjørt greitt, at teir
hava áhuga í at bora loyvið
012, og tað er sera áhugavert.
Hvussu hevur tú gjørt
teg og Føroyar klárar til at
takla eitt stórt risafund?
Nær er man nóg klárur?
Vit hava fyriskipað eina góða
kolvetnislóggávu, sum greitt
ásetir, hvussu vit tryggja
okkara inntøkur og skatting
av teimum, sum verða aktør
ar á føroyskum øki. Somu
leiðis hava vit oljuhavn
og virki, sum hava ávísar
før leikar, reiðaríir, ið virka
innan supply og standby.
Men vit mugu eisini tryggja
okkum, at samfelagið annars
verður ment, og at føroysk
arbeiðsmegi og vinna annars
eru før fyri at bjóða seg fram
breitt at veita tænastur
bæði á sjógvi og landi. Vit
hava í dag nógv fólk og skip,
ið arbeiða altjóða innan
oljuvinnuna.
Hvat viðvíkur at taka
olju og evt. gass upp frá før
oyskum oljuøki, er eisini
ein spurningur, sum tey, ið
hava leitiloyvi og okkara
myndugleikar mugu hava
avklárað, hvat frægast er at
gera.
Tað verður neyvan farið
undir at taka olju uppá land
í Føroyum, eiheldur gass,
men mest nærliggjandi er,
at operatørarnir knýta seg í
verandi infrakervi, sum er í
norskum/enskum øki.
Oljugrunnur
Grønlendingar tosa longu
nú um at gera ein oljugrunn,
sum líkist tí norska. Hvussu
heldur tí vit eiga at viðgera
henda spurningin?
Ein oljugrunnur tekur
ikki langa tíð at stovnseta,
men vit eiga at gera greiðar
reglur fyri, hvussu peningur
úr slíkum grunni kann nýtast
samfelagnum og fólkinum at
gagni. Hetta er eitt mál, sum
eg fari at arbeiða við í ár.
Eiga vit at læra av grøn
lendingum og seta á stovn
eitt alment oljufelag a la
Nuna oil.
Tað vil til eina og hvørja
tíð verða ein politiskur spurn
ingur. Nú hava vit tvey privat
oljufeløg, sum eru aktiv bæði
í altjóða høpi og á føroyskum
øki, men hyggja vit at Noregi
og UK, so hevur tað verið
gagnligt fyri hesi lond.
Nær fer tú at bjóða út
lendingum, umboðum fyri
olju feløg og myndugleikum
og politikarum henda vegin
fyri at tosa um oljumenning
og oljusamstarv?
Løtan nú meti eg ikki
er tann rætta. Lat okkum
nú síggja, hvussu leikur fer
í komandi boringum og so
leggja upp til oljumenning
Brynja okkum til
nýtt oljuleitiskeið
- Tíggju ár eru liðin, síðani fyrstu leitiloyvini vórðu latin á føroyska landgrunninum. Sjey brunnar eru boraðir,
og ein virkin kolvetnisskipan er staðfest í undirgrundi9ni tó at einki lønandi fund enn er gjørt. Áhugin
fyri føroyska landgrunninum er framvegis stórur, og tær boringar, sum verða framdar komandi árini, eru
prógv um tað. Nú skulu vit brynja okkum til enn eitt 10 ára skeið sigur Johan Dahl, oljumálaráðharri.
Tað er umráðandi,
at vit hvat viðvíkur
trygd og umhvørvi, eru
á ovastu rók. Her eru
grundgevingar og til
ráðingar frá okk ara
grannum eisini um
ráðandi at seta seg inn
í og møguliga fáa tikið
upp í okkara lóggávu.
Johan Dahl, olJuMálaráðharri