Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 Sosialurin og oljusamstarv, um tað vísir seg, at hesar komandi bor­ ingar finna kolvetni/gass í rakstrarverdum mongd um. Samstarv ­ Hvat verður títt næsta stig í sambandi við Grønland? Tú hevur longu spælt út og sagt, at tú ynskir samstarv. Kubik Kleist, landsstýrisformaður tók væl ímóti tíni innbjóðing til samstarv og segði, at hann nú bíðaði eftir eini inn­ bjóðing, t.d. at vitja her í tí høpi. ­ Okkara umsiting, vinna, einstaklingar og virkir hava ment førleikar innan olju­ økið, sum vit kunnu bjóða fram og haldi eg, at vit eiga at vera opin fyri samstarvi og møguleikum, sum kunnu gagna bæði okkum og Grøn­ landi. Vit hava somu av bjóð­ ingar, eru bæði lond á einum vegamóti, har ein nýggj og sera áhugaverd og avbjóðandi vinna stendur fyri durum og eiga vit at finna saman um tey mál, møguleikar og avbjóðingar, sum eru og arbeiða við fe lags loysnum, har tað ber til. Eg haldi, at eitt átak millum grønlendskar og føroyskar myndugleikar og vinnu eigur at verða fyri­ skipað fyri at skapa net verk, og har sam starvs møguleikar verða troyttir. Eg fari í næstum at seta meg í samband við Kubik Kleist hesum viðvíkjandi. ­ Tú vitjaði í fjør Gaz prom í Moskva. Hvat kunnu vit vænta av tí vitjanini? ­ Eftir áhugaverdu vitj an­ ina í Moskva sendu vit til far viðvíkjandi olju leit ingar­ møgu leikum og kunning um virksemið og ætlanir hjá Føroya Tele. Ætlanin er framhaldandi at halda Gazprom kunnað um gongdina viðvíkjandi leiting eftir kolvetni í Føroyum. ­ Jarðfeingi hevur verið fyri nógvum broytingum sein astu árini. Fara har at verða gjørdar nýggjar broyt­ ingar í hesum kom andi 10 ára skeiðnum? ­ Tað er sjálvandi soleiðis, at umsitingin má lagast eftir umstøðunum. Og hvussu tær fara at verða, vita vit av góðum grundum ikki. Men tað er greitt, at fer kolvetni at verða útvunnið, verður eisini neyðugt at styrkja hendan partin av umsitingini, eins og aðrar partar. Víðkan av Føroyaøki ­ Hvat sigur tú til arbeiðið hjá okkara myndugleikum og embætisfólki at víðka Føroyaøkið suður­ og norð­ urettir? ­ Hetta hevur verið eitt sera stórt og umfatandi arbeiði, ið eg skilji er sera væl úr hondum greitt í góðum samstarvi við danir. Tað var skilagott í síni tíð at skipa hetta ar beiðið soleiðis, at vit rindaðu okkara part av kostnaðinum og hava verið við til at stýrt gongdini. Hetta hevur givið okkum gott innlit í hesi viðurskifti og ment okkara førleikar innan hetta økið – serliga innan løgfrøði og jarðfrøði. Førleikar, ið óivað fara at koma okkum til góðar. Hvat úrslit, ið landgrunsnevndin hjá ST kemur til, mugu vit so síggja. Tað kann taka rúma tíð. Johan Dahl sigur at enda, at nú vit eru farin inn í eitt nýtt 10 ára skeið við oljuleiting og vón andi eisini veruligum kol vetnisfundum og út bygg ing, so arbeiðir hann eisini við eini ætlan at skipa fyri eini stórari ráðstevnu í Føroyum, sum bæði hyggur 10 ár aftur í tíðina, hvat er hent og komið burtur úr og síðani hyggur 10 ár fram, hvussu man ynskir menningin skal vera. Hetta er so ein av verkætlanunum, sum liggur á arbeiðshyllini til at taka fram, tá tíðin er búgvin til tess – saman við teimum røttu aktørunum heima sum burturi. jan@sosialurin.fo - Eg havi givið okkara fólkum boð um at hyggja eftir teimum tilmælum, sum politikarar og serfrøðingar í okkara grannalondum hava gjørt fyri at bøta um trygdina kring boring á djúpum vatni og eisini bjóða teimum til Føroya at umrøða hesi Mynd: Jens Kristian Vang