mikudagur 2. februar 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14
46
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge
Fýra dystir vóru í ensku
Premier League í gjárkvøldið,
har tey trý oddaliðini, sum
vóru á vøllinum, øll vunnu
sínar dystir.
Á Old Trafford gjørdi Wayne
Rooney skjótt av í dystinum
móti Aston Villa. Bara 49
sekund vóru farin, tá Wayne
Rooney legði heimaliðið á
odda. Stutt fyri hálvleik økti
sami Rooney eftir innlegg frá
Nani. Darren Bent minkaði um
munin í seinna hálvleiki, men
Nemajna Vidic slerdi sigurin
fastan fyri Manchester United
við frálíkum máli.
Arsenal var aftanfyri tað
mesta
av
dystinum
móti
Everton, men síðstu tjúgu min
utt irnar vendu Arsène Wenger
og hansara menn dystinum.
Louis Saha legði Everton á odda
um miðjan fyrra hálvleik, men
tjúgu minuttir fyri tíð javnaði
Andrey Arshavin og løtu seinni
avgjørdi Laurent Koscielny við
stútara.
Síðstu ferð, Chelsea og
Sunderland
møttust,
vann
Sunderland samførandi á Stam
ford Bridge. Chelsea hevði ikki
bretska metkeyptið, Fernando
Torres við, men tað megnaði
allíkavæl at skora fýra ferðir
á útivølli móti Sunderland.
Chelsea vann dystin 42 eftir at
hava verið aftanfyri 10. Málini
hjá Chelsea skoraðu Frank
Lampard, Salomon Kalou, John
Terry og Nicolas Anelka, ið var
heilt framúr í álopinum hjá
teimum bláu.
Manchester United liggur
fimm stig fremst, nú øll liðini
hava spælt 24 dystir. Arsenal er
næstfremst, meðan Machester
City hevur níggju og Chelsea
tíggju stig upp til oddasessin.
trondur@sosialurin.fo
Ensku odda-
liðini vunnu
Premier League Wayne Rooney
rakti aftur málið, Chelsea skoraði
fýra mál uttan Fernando Torres,
og Arsenal vendi hóttandi tapi
Hilmar Jan Hansen
Spakuliga nærkast kappingin í Eik
liguni hjá kvinnum endaspurtinum,
og serliga millum tey fremstu
liðini eru treytirnar harðar, tí hvør
einasti dystur hevur týdning. Sum
er, eru trý lið um boðið í kappingini
um tvey finalupláss – Mjølnir við 14
stigum og Fleyr og SÍ við 11 stigum
í part – so einki teirra hevur ráð at
missa nakað sum helst.
Í gjárkvøldið hevði Mjølnir vitjan
í Badmintonhøllini í Klaksvík, men
gestirnir úr Drátti fingu ikki broytt
tann veruleika, at Mjølnir er oddalið
og Dráttur botnlið. Talan gjørdist
um ein tryggan 30 sigur, ið styrkti
støðuna hjá klaksvíkskvinnum á
oddasessinum.
Dráttur royndi at muta eitt
sindur ímóti í fyrsta setti og fylgdi
við upp til 15, men so setti Mjølnir
ferðina upp og tók settið. Hóast tær
í Drátti royndu, hvat tær kundu, so
munaði tað lítið, tí Mjølnir snøgt
sagt var betri á øllum plássum
og í løtum mestsum dusaði sær á
vøllinum.
Í øðrum og triðja setti sluppu
allir eykaspælararnir hjá Mjølnir
upp í part, og framvegis var
munur á liðunum, so tað sigur
eisini eitt sindur um breiddina hjá
oddaliðnum. Í triðja setti fór Mjølnir
framum 113, men tá so Dráttur
byrjaði at nærkast, fór heimaliðið
aftur til sterkastu uppstilling og
koyrdi sigurin heim.
Sostatt liggur trýstið nú á Fleyr
og SÍ, ið hava spælt ein dyst minni
enn Mjølnir, men eisini eru trý
stig aftanfyri. Og hóast hesi bæði
tykjast væl sterkari enn restin, so
eru aftur bara trý stig niður til ÍF
og fýra til TB, ið bæði eru lið, sum
ein góðan dag kunnu spæla teimum
ovaru eitt puss.
Óansæð, er lagt upp til ein
spennandi endaspurt hjá kvinn
unum, har tað í løtuni sær út til, at
tað bara er ein spurningur um, hvat
av hinum liðunum sleppur at spæla
FMfinalur ímóti Mjølnir.
hilmarjan@sosialurin.fo
Mjølnir - Dráttur 3-0
(25-20, 25-15, 25-18):
Mjølnir trýstir
Fleyr og SÍ
FLogbóLtur Uttan tær stóru armsrørslurnar vunnu
kvinnurnar hjá Mjølnir ein tryggan 3-0 sigur, tá Dráttur
vitjaði í Klaksvík í gjárkvøldið. Harvið leggur oddaliðið
trýst á næstu liðini á stigatalvuni, Fleyr og SÍ
Hilmar Jan Hansen
Síðstu ferð, Helgi L. Petersen
spældi
í
bestu
føroysku
fótbóltsdeildini, var tann 24.
august í 2008, tá hann spældi
við ÍF. Síðani hevur talan
bara verið um nakrar dystir
í næstbestu deildini, men nú
hann hevur skrivað undir ein
eitt árs sáttmála við NSÍ, kundi
verið líkt til eitt »comeback« í
bestu deildini.
Í øllum førum fegnast tey í
NSÍ um, at rituvíkingurin aftur
er at finna á heimabeitinum: –
Vit fegnast um at hava fingið
knýtt Helga at hópinum, tí við
sínum drúgvu royndum kemur
hann ivaleyst at fáa stóran
týdning fyri hópin – bæði á
vøllinum og uttanfyri, sigur
formaðurin í NSÍ, Sølvi Reinert
Hansen.
Helgi,
sum
sambært
faroesoccer.com hevur spælt
162 dystir og skotið 52 mál í
bestu deildini, hevur millum ár
og dag eisini roynt seg í øðrum
feløgum enn NSÍ, eitt nú GÍ,
B36 og ÍF. Tá hann í 2001 spældi
við GÍ, skjeyt hann heili 24 mál
í 24 dystum.
Ein
stóran
part
av
kappingarárinum
2009
var
hann venjari hjá FC Hoyvík,
men
annars
hevur
hann
síðstu tvey árini verið hollur
fótbóltsviðmerkjari hjá Rás 2
og Sosialinum.
Helgi aftur
í gaggurnar
FótbóLtur Eftir ein steðg frá fótbólti
á hægsta stigi, fer 32 ára gamli
rituvíkingurin, Helgi L. Petersen, aftur
at royna seg í barndómsfelagnum, NSÍ
StYrKt StØÐa
Við greiða 3-0 sigrinum á Drátti í gjárkvøldið styrkti Mjølnir sína støðu sum
oddalið, samstundis sum liðið legði trýst á Fleyr og SÍ, ið renna aftaná
Mynd: Álvur Haraldsen