Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

47 Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 Sosialurin Ítróttur UNDIRHALDANDI Í meðal vóru bara góð 45 sekund millum málini í seinnu hálvfinaluni millum VÍF og Neistan í gjárkvøldið, so – um ikki annað – fingu áskoðararnir gott undirhald burturúr Mynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Útgangsstøðan hjá Neistanum var sera góð undan ferðini til Vestmannar, tí Neistin hevði vunnið fyrru hálvfinaluna á heimavølli heili 31-20. Sostatt líktist tað meira ella minni einum avgreiðsluspurningi, tá VÍF tók ímóti í gjárkvøldið. At byrja við sá javnt út, men vestmenningar royndu sítt besta, hóast 11 mál ikki er smávegis at skula vinna innaftur. Tá fyrstu 20 minuttirnir vóru farnir, hómaðu heimafjeppararnir ein lítlan møgu- leika fyri eitt sindur av spenningi, tí tá var VÍF á odda 14-8, so nú vóru bara fimm mál á muni samanlagt. Men so setti Neistin bara ferð- ina eitt sindur upp, so munurin var minkaður niður í tvey mál í steðginum, áðrenn teir bláu fyrstu løtuna eftir steðgin spurtaðu av- stað skjótt vóru tvey og trý mál framm anfyri. Onkra løtuna mitt í seinna hálvleiki stóð á jøvnum, men dysturin gjørdist ongantíð aft ur spennandi, men hinvegin sera leysur, tí ein rúgva av málum komu í báðum endum. – Vit raknaðu við, tá vit vóru seks mál aftanfyri, men annars merkti tað dystin nokk so nógv, at tað meira ella minni var avgjørt frammanundan. Tað sást eisini á teimum nógvu málunum, ið komu, segði spælandi venjarin hjá Neist- anum, Ingi Olsen, eftir dystin á sínum gamla heimavølli. – Dysturin gav okkum tó møgu- leika at royna ymiskt, og millum annað sluppu fleiri av teimum ungu at royna seg, umframt at onkrir spælarar, ið hava verið skaddir, kundu fáa eitt sindur av dystar- venjing. hilmarjan@sosialurin.fo HoNDbóLtUR Hóast VÍF royndi at sprella eitt sindur í fyrra hálvleiki, gjørdi Neistin júst tað, ið skuldi til, og so var finalusessurin tryggjaður í einum dysti, ið hevði ikki færri enn 77 mál at bjóða uppá Sera leyst og liðugt VÍF - Neistin 37-40 (18-16) Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen Neistin víðari samanlagt 71-57 VÍF: Bjarti Hansen 11, Áki G. Olsen 7, Rúni Fossdal 6, Sámal Joensen 6, Magnus Müller 3, Holgar Durhuus 2, Joen P. Høgnesen 2 Neistin: David Edvardsen 11, Finnur Hansson 9, Jugoslav Djumic 8, Ingi Olsen 5, Jákup H. Apol 2, Heini Hanusarson 2, Sjúrður Thomasen 2, Áki Mørk 1 Stjørnan - StÍF I 19-22 (10-10) Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen Stjørnan víðari samanlagt 52-46 Stjørnan: Durita Ljósstein 5, Ella Petersen 4, Bára Skaale Klakstein 3, Edith Hansen 2, Durita Mikkelsen 2, Maria við Neyst 1, Elsba Rasmussen 1, Valentina Suciu 1 StÍF: Fríðrún Danielsen 8, Sunnfríð Johansen 5, Birna Tummasardóttir 5, Birita Poulsen 2, Bára Berthelsen 1, Irena Dam 1 Brotskøst: Stjørnan 4, StÍF 3 Útvísingar: Stjørnan 4, StÍF 3 Hilmar Jan Hansen Fáur mundi ivast í, at tað bara var ein avgreiðsluspurningur hjá Stjørnuni, tá StÍF við sínum næstbesta kvinnuliði vitjaði í Klaksvík í gjárkvøldið, tí fyrru hálvfinaluna á Skála vann Stjørnan við níggju málum, 33- 24. Men dysturin fekk kortini eitt heldur óvæntað úrslit, tí StÍF vann. Gamaní, var liðið hjá strandakvinnum væl mannað og minti ikki sørt um besta kvinnuliðið, men tað skuldi í sjálvum sær ikki givið Stjørnuni trupulleikar á heimavølli. Kortini leikaði javnt á fyri tað mesta, og ímóti endanum á dystinum fóru tær úr StÍF framum og vunnu við trimum málum, 22-19. – Fyri okkara viðkomandi ráddi mest av øllum um, at vit skuldu koma ígjøgnum henda dystin og í finaluna, uttan at vit fingu nakrar býttar skaðar, segði venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Ljósstein. – Samstundis vildu vit geva teimum ungu møguleikan, og tí spardu vit onkrar av teimum føstu spælarunum. Vit vóru á odda fyri tað mesta, men síðstu 10 minuttirnar fingu vit ikki mál, meðan tær fingu tað, og tí vann StÍF. Hóast klaksvíkingar helst vildu ynskt, at Stjørnan vann dystin, so broytir úrslitið ikki ta sannroynd, at Stjørnukvinnurnar eru komnar í steypafinaluna áttanda árið á rað – harav Stjørnan hevur vunnið steypið fýra tær síðstu ferðirnar. hilmarjan@sosialurin.fo Taptu og vunnu í senn HoNDbóLtUR Kvinnurnar hjá Stjørnuni máttu á heimavølli í gjárkvøldið lúta fyri StÍF, men tað broytti einki, tí Stjørnan kom væl og virðiliga í steypafinaluna allíkavæl Hilmar Jan Hansen Bara tveir dystir eru eftir, áðrenn vit vita, hvussu steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum í Coca-Cola Cup-kappingini verða mannaðar. Hjá kvinnunum hevur Tjaldur ein góðan fyrimun, tí liðið á útivølli vann fyrra dystin ímóti Neistanum við átta málum, 31-23. Nú liðini hittast í Runavík í kvøld klokkan 19.30, liggur trýstið tí á Neistanum, ið skal royna at heinta sum mest innaftur. Rúni Mohr og Ragnar Simonsen døma dystin millum tey bæði kvinnuliðini, ið eisini eru við í oddastríðnum í Sunset-kappingini. Munandi størri er spenningurin undan seinnu hálvfinaluni hjá monnum, sum verður spæld á Skála í kvøld klokkan 19.30 millum StÍF og KÍF, tí í fyrru hálvfinaluni teirra millum í Kollafirði, vann KÍF við bara einum máli, 21-20, so her kann alt henda. Altjóða dómararnir, Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen, døma dystin á Skála. Steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum verða spældar í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygardagin 12. februar. hilmarjan@sosialurin.fo Tvey finalupláss eftir HoNDbóLtUR Kvinnurnar hjá Stjørnuni og menninir hjá Neistanum fáa í kvøld at síggja, hvørjum spælast skal ímóti í steypafinalunum um hálvaaðru viku