Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15 4 Sosialurin Áki Bertholdsen - Gongdin er ræðandi og nú skal nakað gerast. Annika Olsen er ikki sørt skelkað av, hvussu umfatandi smuglingin av rúsevnum er til Føroya. Hon sigur, at fyrr var tað mest hassj, sum varð smuglað til Føroya, men eftir teimum upplýsingum, hon hevur frá løgregluni, hevur tað vundið meiri og meiri upp á seg hesi seinastu árini, at smugla sterk ari rúsevni til landið. - Løgreglan sær meiri og meiri til sterk evni sum amfe- tamin, metamfetamin, sum er upp aftur nógv sterkari, umframt kokain, ekstasy og heroin. Tað, sum ræðir lands- stýris kvinnuna mest av øllum, er, at hon stúrir fyri at tað er bara toppurin av ísfjallinum, sum vit síggja. - Smuglararnir verða al- samt snildari og tí er vandi fyri at løgreglan bara fær hendur á einum lítlum brot- parti av tí, sum kemur til landið. Sostatt stúrir hon fyri, at trupulleikin er nógv størri enn tað, sum kemur fram í ljósmála. - Smuglingin av rúsevnum er farin at líkjast eini van- lukku fyri samfelagið, tí fólka talið er so lítið, at tað skulu ikki stórar nøgdir til fyri at beina fyri einum heil- um ættarliði av umgdómi, sigur hon. Nú ein dagin fingu ting- limir og landsstýrisfólk høvi at kjakast um støðuna við- víkandi rúsevnum í Føroyum eftir at Jenis av Rana hevðu spurt landsstýriskvinnuna, hvørji tiltøk, hon ætlar at seta í verk at forða fyri, at rúsevni verða smuglað til landið. Nógv verri umstøður Tað skilst á henni, at hon ætlar sær rættiliga í hernað ímóti smuglingini og í hesum sambandi arbeiðir hon við fleiri møguleikum. - Í veruleikanum eiga vit at taka øll vápn í nýtslu, sig- ur hon. Í hesum sambandi leggur hon stóran dent á at geva løgregluni nógv betri um- støður at kanna brot á lógina um rúsevnum. Hon staðfestir, at á hesum øki eru vit langt aftanfyri okkara grannalond. - Okkara løgregla hevur nógv verri umstøður at upp klára brot á lógina um rúsevni enn løgreglan í okk- ara grannalondum - Í hesum samandi eru Føroyar næstan at meta sum eitt svart hol og her skal okkurt henda, tí vit skulu ikki verða eitt smørhol fyri rúsevnasmugling, leggur Annika Olsen dent á. aki@sosialurin.fo Løgreglan skal sleppa at lurta Ein møguleiki, Annika Olsen arbeiðir við í roynd unum at basa rús evnasmuglingini, er at geva løgregluni størri heimildir at eyg- leiða fólk og til at lurta eftir telefonum og far- telefonum. - Hesar møguleikar hevur løgreglan ikki í dag Jenis av Rana mælir til, at Annika Olsen bein leiðis setir ein van lukkubólk á stovn við einum umboði úr hvørjum politiskum flokki, ið skal hava til høvuðsuppgávu at berj ast ímóti rús evn- um og at koma við til mælum um, hvørji tiltøk skulu setast í verk. Hann mælti eisini til at útvega fleiri hassjhundar, so at smuglarar aldrin kundi føla seg tryggar, tá ið teir koma til landið. Floksfelagið hans- ara, Bill Justinussen bað hana eisini um- hugsa eina skipan, tey hava í øðrum lond um. Og tað er, at fólk, sum melda rús- evnasmuglarar og selj- arar, fáa peningaliga virð isløn afturfyri. Tórbjørn Jacobsen helt, at vit eiga at seta eina kanning í verk fyri at kanna út í æsir, hvat tað er, sum ger, at tørvurin at doyva seg við rúsevnum, alsamt veksur. Annika Olsen aftur- vísti ongum av hesum. - Eg haldi, at vit eiga at taka øll amboð í nýtslu, tí í einum lítlum samfelag, sum okkara, skal so lítið til, áðrenn ungdómurin fer fyri skeyti. Serliga helt hon, at uppskotið hjá Tórbjørn Jacobsen var skilagott, tí tað kundi givið okk- um eina greiða mynd av orsøkini til mis- brúk ið. Avleiðingarnar av rúsevnamisnýtslu eru vanlukkuligar, bæði fyri einstaklingin, fyri familjuna og fyri sam- felagið. Annika í hernað ímóti smuglarum RÚSEVNI Annika Olsen ætlar at taka øll vápn í nýtslu at forða fyri, at rúsevni verða smuglað til Føroyar, tí hon heldur, at støðan er skelkandi 16 ár Seinastu árini eru fleiri tiltøk sett í verk í eini roynd at basa smugl ingini av rús evnum. Eitt nú eru revs ing ar nar munandi harðari nú. Fyrr bar ikki til at fáa meiri enn 10 ár í fongsul fyri at bróta lóg ina um rúsevni, nú kann revsingin verða heilt upp í 16 ár í fongsul. Annars er løgreglan við í SSP, sum er sam starv ímill um skúla, almanna­ verk og løg­ regluna og í PSP, sum er sam starv ímillum løgreglu, al mannaverk og heilsu verkið. Enda málið við hes ­ um samstarvi er at fyribyrgja, at ung koma í óføri av rús­ evnum, rúsdrekka og øðrum ólógligum. Somuleiðis hevur Annika Olsen eisini lagt uppskot fyri Løgtingið at gera eina DNA skráseta før oy ingar, sum verða tiknir fyri lógarbrot uframt at løgreglan fær betri umstøður at rann­ saka fólk kropsliga. Lætt at verja Føroyar Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, undrast á, at tað eru so nógv rúsevni í landinum, sum fráboðað er. Hann heldur nevniliga, at Føroyar átti at verið eitt lættasta landið í verðini at vart ímóti rúsevnum, tí møgulekarnir at koma til landið eru so fáir. - Tað eru bara tveit mátar at fáa rúsevni til Føroyar og tað er við flogfari og við skipi. Øll, sum koma við flogfari, skulu ígjøgnum eina og somu hurð vesturi í Vágum og tey flestu skipini leggja at á Bursatanga. Annika Olsen heldur, at vit eru á veg ímóti eini vanlukku og landsstýriskvinnan í innlendismálum ætlar at seta øll segl at forða fyri, at rúsevni verða smuglað til Føroya Tilgjørd mynd: Álvur Haraldsen Vit skulu ikki vera eitt smørhol fyri smuglarar Gongdin er skelk­ andi