fríggjadagur 4. februar 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 4. februar 2011
4
VIKUSKIFTI
Bjarni Árting ruBeksen er maðurin aftan fyri ein hóp av dokumentar
sendingum í sjónvarpinum, m.a. sendingarnar um Victoriu Wild, dennis
agerBlad og 1448 um løgreglufólk til arbeiðis. hansara fremsta mál við
sendingunum er at Vísa fólki tann óVæntaða veruleikan. hvat hyggjarin
heldur um Veruleikan, blandar hann seg ikki uppí, tí hyggjararnir duga best
at hugsa sjálvir og gera egnar niðurstøður um tað, teir síggja, heldur hann
Hyggjarin
dugir sjálvur
at hugsa
vangamynd
uni arge
ua@sosialurin.fo
Meiningarnar millum fólk vóru ógvu
liga ymiskar, tá sendingin um føroyska
stripparan, Victoriu Wild, hevði verið
í sjónvarpinum 20. januar í ár. Var
sendingin ov fúl? Var livihátturin hjá
Victoriu Wild andstyggiligur? Tørvaði
gentuni hjálp, tí hon dansaði fyri skjóti
glaðum rokkarum, var kynsliga misnýtt
og hugsaði um at gera sjálvmorð? Ella
var tað kærkomið, at Kringvarp Før
oya varpaði ljós á eina føroyska gentu
í Keyp mannahavn, sum kendi tað
ov trongt í Føroyum, onga nøktandi
hjálp tóktist at hava fingið og annars
pilk aði glansin av føroyskum monnum,
ið gera, sum teir vilja, á horuhúsum í
danska høvuðs staðnum?
Sendingin reisti nógvar spurningar,
og tað gjørdi eisini sendingin um sam
kynda Ova, ið hevði fingið sær navnið
Dennis Agerblad. Hann dans aði saman
við sínum vinmonnum í konu fólka
klæðum, var giftur við sínum elskaða
sjeiki og greiddi frá, at Tóroddur Poulsen
hevði sæð hansara listarliga pissiling í
Lista skálanum. Ja, ónda verð, soleiðis
hevur skilið verið í Kringvarpinum
í sein astuni. Var Dennis ein fittur
mamm usa drongur, ella tørvaði honum
hjálp at ger ast normalur? Ella var hann
bara ok, men øðrvísi? Meiningarnar eru
uttan iva ymiskar, og júst soleiðis vildi
mað urin handan sendingarnar, Bjarni
Árting Rubeksen, hava tað.
– Nógvir mátar eru at gera doku
mentarsendingar. Fólk eru kanska
mest von við at hoyra ein journalist
siga søguna við orðum, og so eru sam
røðubrot inni í frásøgnini, har fólk sita
pen og pyntilig og úttala seg. Eg vil
koma tættari í mínum frásagnum og
vera sum flugan á vegginum við upp
tøku tólinum. Hyggjarin skal sjálvur
tulka tað, hann sær og hoyrir, og taka
støðu til veruleikan, um so veruleikin er
bæði ónormalur og løgin. Eg geri altíð
upp tøkurnar við handhildnum kamera.
Tá sleppi heilt tætt at fólki og fái sagt
søguna so væl sum gjørligt, sigur Bjarni
Árting Rubeksen, ið legði sendingarnar
um Victoriu Wild og Dennis Agerbald
til rættis saman við Elini í Stórustovu.
Broytti stíl á Transit
Bjarni Árting Rubeksen er 48 ára gamal
og hevur starvast í Kringvarpinum
síðan í februar 1985, tá hann byrjaði
í út varpinum. Tann tá einans 23 ára
gamli teknikarin fekk seg royndan frá
fyrsta degi. Hann varð settur at gera ein
út varpsleik um Oliver Twist saman við
Høgna Joensen. Bjarni minnist aftur á
uppgávuna við einum longsulsfullum
smíli, tí hon var fantastisk, heldur
hann. Teir báðir gjørdu 12 partar á ein
tíma hvør, og fleiri enn 100 fólk vóru
við í leik inum. Arbeiðið tók eitt hálvt
ár. Hetta var hansara kreativi elddópur
sum loft miðlamaður, eitt ódnartak, sum
varð væl fagnað millum lurtararnar.
Men sjón varpsmiðilin dró meira enn
útvarps miðilin.
– Dreymurin hjá mær var at sleppa
at gera sjónvarp, tí eg havi altíð verið
hugtikin av myndum. Eftir stutta tíð
í útvarpinum fór eg so í sjónvarpið.
Tað var 1. oktober í 1986, so nú havi
eg skjótt 25 ára starvsdag sum sjón
varps maður. Eg eri sjálvlærdur foto
grafur og klippari. Tann fyrsta sjón
varps send ingin, eg var við at gera,
var barna send ingin Fram við Gjónni.
Hana gjørdu eg og Per Zachariassen
saman við Zachariasi Hammer. Í míni
tíð í sjón varp inum havi eg gjørt fleiri
enn 100 sendingar, eitt nú um listafólk,
politistar, ølfjepparar, samar, djóra
læknar, stripparar, samkynd og laksa
fisk arar, sigur Bjarni Rubeksen.
Kortini var tað ikki í sjónvarpinum,
at hann menti sín serliga hátt at filma so
livandi, sum hann ger. Í 1994 var hann
upp tøkumaður á donsku ung dóms send
ingini Transit, har Per Zachariassen var
framleiðari. Á redaktión ini vildu tey
gera upp við gamlar mátar at arbeiða
uppá. Foto graf arnir nýttu sjáldan stativ,
tí teir vildu heldur hava upptøkutólini í
hond ini ella á økslini. Myndirnar vóru
tí ófriðarligar, og klippini vóru ótolin
sum ung dómurin sjálvur. Eftir tíðina
á Transit slepti Bjarni stativinum og
fór at filma við leysum kamera. Tað
gav søgunum, hann vildi siga, ein
heilt annan dynamikk. Uppaftur fleiri
royndir fekk hann, tá hann sum foto
grafur arbeiddi saman við donsku
skemt arunum, Timm og Gordon, í 1997
og var við til at filma Den Store Mission
hjá TV 2 í 2000.
– Den Store Mission var ein stór
framleiðsla við eini fíggjarætlan upp
á tríggjar milliónir hvørja ferð, og vit
gjørdu 10 partar. Eini 80 fólk arbeiddu
saman um sendingina. Á Transit vóru
vit 15 fólk, sum skuldu levera ein
hálvan tíma hvørja viku. Tað var ann
að lív enn í Føroyum, her vit eru nógv
færri at gera sendingarnar, sigur Bjarni
Árting Rubeksen.
Øll hava eina meining
Dokumentarsendingar eru mangan væl
umtóktar, tí tær greiða frá veruleikanum
á sera spennandi hátt. Hugtakandi eru
sendingar um t.d. vanlukkur, politiskar
søgugongdir og fløktar húsagangir, har
tann alvitandi frásigarin greiðir frá,
hvussu alt fór fram, og at enda tekur
saman um orsøkirnar. Ein annar nógv
brúktur háttur er so at siga frá einum
lítl um petti av veruleikanum sum
eygleiðandi frásigari. Tann eygleiðandi
Sjónvarpið og Dimmalætting vóru herfyri og
tosaðu við ein føroying, sum er í Afganistan og
kanska má drepa fólk. Tá var onki rok. Eru silikon
boppur vandamiklari enn ein alvápnaður her maður?