Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15 6 Sosialurin Randi Jacobsen Ikki øll, sum søkja inn á peda­ gogútbúgvingina í Føroyum, sleppa inn. Haraftrat er tað møtimikið hjá teimum, sum hava børn og ikki búgva í Havn, at skula ferðast aftur og fram hvønn dag millum heim og skúla. Hetta var orsøkin til, at Hervør Nolsøe í Klaksvík valdi at søkja inn á ein dansk­ an skúla og lesa á netinum. Tað vóru fleiri smærri pedagogskúlar á Norður sæ­ landi, og Hervør byrjaði á einum teirra. Síðan eru teir allir lagdir saman til “Peda ­ goguddannelsen Nord sjæl­ land”, haðani tær 19 nú hava fingið prógv. Útbúgvingin tekur trý ár. Tey, sum ikki hava roynd­ ir, skulu tríggjar ferðir í starvsvenjing, men hesar 19 fóru bara eina ferð í praktikk, tí tær høvdu allar royndir. Nakrar føroyskar aftrat í sama flokki fáa prógv um eitt hálvt ár, tí tær høvdu ikki royndirnar. Gott og strævið Hervør er fegin um at vera komin á mál. Tað var ein góð­ ur skúli og ein avbera góður flokkur, men tað hevur verið sera strævið, tí hon arbeiddi fulla tíð tað mesta av tíðini, meðan hon las. ­ Men tað var tað vert, sig­ ur hon. Tað mesta av undirvísing­ ini fór fram á netinum, har flokkurin hevði sína egnu skúlastovu. Nakrar ferðir ahav tær verið á skúlanum og fingið undirvísing, og fleiri ferðir hava tveir lærarar veri í Føroyum og undirvíst í tveir dagar á rað hvørja ferð. Henda undirvísingin fór fram við Gjógv. Hervør viðgongur, at tað var hart at arbeiða, sam­ stundis sum hon las. Hinvegin var tað ein fyrimunur at kunna royna nýggja kunn­ leik an beinanvegin. Tað sein­ asta hálva árið hevði hon ikki orku til at arbeiða eisini. Kostar Tað er ein fyritøka at fara undir slíka útbúgving, tí skúlin kostar nógv, bøk ur­ nar tað sama, og ferða út­ reiðslurnar og útreiðslurnar við at vera í Danmark ella eitt vikuskifti við Gjógv eru ikki smáar. Stuðul var eingin. Elsti næmingurin í flokk­ inum hjá Hervør var 55 ára gom ul, og bara onkur hend­ inga næmingurin var blað­ ung. ­ Tær flestu vóru í 30­árunum og høvdu børn, og vit fóru allar miðvíst í út­ búgvingina. Tað mundi vera tí, at úrslitini vóru so góð, sigur Hervør. Uppi í tí hongur eisini, at fólk, sum brúka so nógvan pening til eina útbúgving, tveita ikki peningin burtur við at gevast. 28. januar vardi Hervør baccelor­uppgávu sína og fekk prógv. Enn hevur hon ikki fingið nakað starv. Men tað verður neyvan nakar trupulleiki, heldur hon. Føroyskur flokkur á donskum skúla 19 føroyskar kvinnur hava við fjarlestri á donskum skúla útbúgvið seg til baccelorar í pedegogikki. Árgangurin á skúlanum hevði besti úrslit nakrantíð Allar vóru í føroysku klæðum, tá ið tær í Danmark fingu prógvini handað. Aftast frá vinstru: Ester (lærari) Mia Samuelsen, Klaksvík - Rakul N í Lágabø, Vágur - Hildur L Jákupsdóttir, Leirvík - Halgerð Jacobsen, Tórshavn - Miriann Poulsen, Nólsoy Í miðjuni: Doris Olsen, Velbastaður - Eyðhild Mørk, Vágur - Sólva Valle, Tórshavn - Hervør Nolsøe, Klaksvík - Anna Jørmundsson, Fuglafjørður - Arnleyð Hjelm, Vágur - Hansina Clementsen, Tórshavn - Maja Joensen, Viðareiði. Sitandi fremst: Helena Hergeirsdóttir, Vágur - Helin Rasmussen, Hósvík - Ruth Jacobsen, Klaksvík - Elsa L. Leo, Leirvík - Anja Clementsen, Klaksvík - Sólgerð Joensen, Klaksvík. Leo Poulsen Vindurin var so nógvur sum sjáldan áður í Fuglafirði í gjárkvøldið, og fleiri storm­ skaðar vóru. Tað byrjaði um knapt átta tíðina í gjárkvøldið, tá tveir rútar á flakavirkinum fóru. Sløkkiliðið fór á staðið og negldi plátur fyri. ­ Stutt eftir máttu vit so á gamla Ice, sum eisini hevði fingið stormskaða, og tað fingu vit so bøtt upp á eisini, sigur Johann Clementsen, sum er sløkkiliðsleiðari í Fuglafirði. Seinni upp á kvøldið fekk eisini frystigoymslan á havnarøkinum stóran skaða, tá ein heilur veggur feyk í havið. Sløkkiliðið fekk lagt trol oman yvir. ­ Vit vóru lidnir um mið náttina, og tað er einki hent síðani, hvørki í nátt ella í morgun, sigur Johann Clement sen. Sløkkiliðið í Fuglafirði var í fleiri førum úti og smíðaði fyri stormskaðar í gjárkvøldið Mynd: Johann Clementsen Fleiri stormskaðar í Fuglafirði