fríggjadagur 4. februar 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 4. februar 2011
6
VIKUSKIFTI
frásigarin er til staðar við kameranum,
men hoyrist ikki. Hann er ein listarligur
dokumentaristur, sum ikki vil gera
niðurstøðurnar fyri fólk, men lata fólk
gera sínar egnu niðurstøður. Ein tann
kendasti danski dokmentaristurin er
Lars Engels, ið hevur gjørt 60 filmar á
hendan hátt.
– Lars Engels er ein av mínum
fyri myndum, og ein onnur fyrimynd
er enski dokumentaristurin, Paul
Watson. Hann sigur m.a., at sum doku
mentaristur skalt tú minnast til, at tú
ert ikki journalistur, men søgusigari. Tú
skalt ikki siga fólki, hvat hendir, men
vísa teimum tað, og so skalt tú haraftrat
geva hyggjarunum tað, sum teir ikki
vistu, at teir vildu síggja. Sjálvandi
hava fólk sera ymsar meiningar, tá tey
fáa eitt petti av einum øðrvísi veruleika
borið inn í stovuna, men Clint Eastwood
sigur tað rættiliga beinrakið: »Opinions
are like assholes. Everbody has one!«
At fólk hava ymsar meiningar,
er frálíkt, og umráðandi er,
at tey meina okkurt, tí tað
ringasta hevði verið, um
øll vóru líkaglað. So var
mítt arbeiði ikki nóg væl
gjørt, sigur Bjarni Árting
Rubeksen.
Í sendingini um
Victoriu Wild vóru
f leiri
brot,
sum
hyggjararnir fingu ilt av. Á einum
vertshúsi nurtu gentur við hennara
silikonboppur og hildu tær vera deiligar,
og á einum polterabend amaðust
hon og komandi brúðgómurin uppi í
hvørjum øðrum at kalla nakin. Var hetta
moralskt forkastiligt og á markinum
til porno? Var tað neyðugt at vísa so
nógv? Hvat vildi sjónvarpið siga við at
vísa alt hetta? Bjarni Rubeksen svarar,
at tað hevur hann onga meining um.
Hyggjararnir mugu sjálvir gera sína
niðurstøðu um tað, teir sóu, men hann
leggur dent á, at sendingin var væl
umhugsað, áðrenn hon varð send, og
fleiri fólk umrøddu, hvussu nógv skuldi
vísast. Eisini góvu øll í sendingini loyvi
at vísa tað, ið víst varð.
– Eg veit væl, at summar myndir
kunnu vera provokerandi, eisini í
sendingini um Dennis Agerblad, har
menn dansa í konufólkaklæðum á
strond ini. Men vit
kunnu
ikki
lata eyg uni
aftur fyri
veruleikanum. Fólk halda,
at um tey lata eyguni aftur,
so finst veruleikin ikki, men
hann finst. Vit føroyingar
eru sum øll onnur fólk og hava
akkurát somu tendensir sum onnur.
Hetta kunnu vit ikki avnokta. Tá tú
velur eitt evni til eina sending, sum
tú vilt hava nógv at síggja, velur tú
sjálvandi eitt óvanligt evni, tí fólk eru
jú forvitin eftir at síggja tað ónormala
og løgna. Men tú fært meg ikki at kalla
hetta undir hald. Hetta er veruleikin,
og tola vit at síggja hann? Eg sigi ikki,
vit skulu góðtaka alt, men eg haldi, at
tolsemi er ein dygd, sigur Bjarni Árting
Rubeksen.
Eitt slag av dupultmorali
Í farnu viku skrivaði formaðurin í
Kristiligum Lurtara og Hyggjarafelag,
Uni Næs, eitt lesararbræv um sendingina
við Victoriu Wild, og hvat hann fekk
burtur úr henni. Hann helt avgjørt, at
brotið við føroyska stripparanum og
komandi brúðgóminum fór langt út um
mark. Somuleiðis helt hann, at søgan
um Victoriu var ein harmasøga, men
at hyggjararnir sótu eftir við nógvum
ósvaraðum spurningum. Hví varð hon
misbrúkt og svikin? Hvørja hjálp fekk
hon, um hon fekk nakra? Sjónvarpið
gjørdi onki fyri at svara hesum spurn
ingum. Tvørturímóti helt tað bara fram
at válka sær í niðurgerandi og nær
gang andi myndum, skrivaði Uni Næs.
Bjarni Rubeksen skilir lutvíst atfinn
ingarnar.
– Eg skilji væl, at fólk sita eftir við
ósvaraðum spurningum, tí hesin hátt
urin at gera dokumentarsendingar
leggur bara fram eitt petti av veru leik
anum, og tað er tað. Fólk eru meira von
við, at tann alvitandi frásigarin tekur
samanum og ger allar niðurstøðrunar
fyri tey. Uni Næs hevur rætt í, at ein
tílík sending skuldi verið diskuterað
aftaná, og at fólk í eini kjaksending
í t.d. útvarpinum skuldu fingið høvi
at sagt sína hugsan um hana. Men
tað er áhugavert, hvat fær fólk upp úr
stólinum. Sjónvarpið og Dimmalætting
vóru herfyri og tosaðu við ein føroying,
sum er í Afganistan og kanska má drepa
fólk. Tá var onki rok. Eru silikonboppur
vandamiklari enn ein alvápnaður her
maður, spyr Bjarni Rubeksen.
Uni Næs minti í sínum lesara
brævi eisini á, hvat endamálið hjá
Kring varpi Føroya er. Hann nevndi,
at programmvirksemið hjá Kring
varp inum skal fjálga um mál, mentan,
átrúnað og siðalæru føroyinga. Eisini
skal Kringvarp Føroya ansa eftir, at
send ingar ikki skaða likamligu, sálarligu
og siðalagsligu menningina hjá børnum
og ungum, eitt nú við ónærisligum
ella ógrund aðum harðligum innihaldi.
Sendingarnar skulu heldur ikki elva
til mann minkan, harðskap ella hatur
orsakað av húðaliti, kyni, átrúnaði ella
tjóðskapi. Ja, lurtarar og hyggjarar hava
krav upp á virðiliga viðferð. Tað eiga
stjóri og stýri at leggja sær í geyma,
skrivaði Uni Næs.
Allar hesar ásetingar eru tey í Kring
varpinum greið um, og allatíðina um
hugsa tey sendingarnar etiskt, sigur
Bjarni Árting Rubeksen, sum redigerar
sínar sendingar í einum leigaðum
skúri á parkeringsplássinum aftan fyri
útvarpshúsini í Sortudíki. Í sama skúri
situr Hans Petur Hansen, sum eisini
hevur gjørt nógvar tílíkar sendingar,
og redigerar. Bjarni geirðir frá, at
hann hevur fleiri jørn í eldinum, nú
Victoria og Dennis eru løgd afturum,
m.a. nakrar nýggjar sendingar um
arbeiðið hjá løgregluni. Tá vit spyrja
hann, um hann hevur fingið nakrar
kontro versiellar myndir í kassan í
sambandi við sendingarnar, nikkar
hann loyndarfullur.
– Ja, for tramin, og nú mugu vit so
umhugsa, hvussu nógv kann vísast!
mynd: jens kristian vang
mynd: Meistarbrau
mynd: jojofoto.dk
Fakta:
Bjarni Árting Rubeksen. 48 ár. Giftur við Anniku
Petersen. Eiga trý børn, 14, 7 og 5 ár. Byrjaði í útvarp
inum 1. februar 1985. Fór í sjónvarpið 1. oktober 1986.
Sjálvlærdur fotografur og klippari.
Sendingar: Basalt, Politiaspirantarnir, 1448, E elski
Førjar, Djóralæknarnir, Fram við Gjónni, Hin nakni
sannleikin, Dennis Agerblad - ein føroysk prinsessa,
Maðurin og áin, Maðurin og havið, Sól fýra tímar hvønn
dag, Patruljan, sendirøðir um Samaland og Ísland, ein
hóp av barnasendingum og fleiri aðrar.
Hevur eisini arbeitt á Transit og Supergejl hjá DR
og Den Store Mission hjá TV 2
Bjarni Árting Rubeksen við handhildnum kamera. Soleiðis filmar hann allar sínar sendingar