Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tiltakið, sum verður á Hotel Føroyum, er ein sálar frøði­ ligur fakfestivalur, ið er við komandi fyri øll, sum á ein hvønn hátt arbeiða við menniskjum ella hava áhuga fyri menniskjaligum og organisatoriskum viður­ skiftum. Ein stýrisbólkur er settur at skipa fyri tiltakinum, og forkvinna í hesum bólki er Tóra Petersen. Margfeldni Stýrisbólkurin sigur, at fak­ festivalurin hevur til enda­ máls at varpa ljós á sálar­ frøðiligt margfeldni, sum tað verður rópt. ­ Vit vóna at kunna veita øðrum fakbólkum møguleika at ogna sær vitan og íblástur. Sum tað liggur í heitinum, verður tiltakið skipað sum ein festivalur við tað, at luttakarar fáa høvi til at seta sína egnu skrá saman. Stýrisbólkurin vísir á, at í dag arbeiða sálarfrøðingar á øllum økjum samfelagsins og við sera ymiskum uppgávum og innan ymisk og ólík arbeiðsøki. ­ Festivalurin kann tí síggjast sum eitt sjálv tøku­ borð, har tú velur tað, sum hóskar best til tín, sigur stýris bólkurin. Fimm breytir Fimm umboðandi breytir verða á sálarfrøðiliga fak­ festi val inum. Hesar eru 1) Børn og Ung, 2) Arbeiðs­og Organisatiónssálarfrøði, 3) Læring og Menning, 4) Klinisk Sálarfrøði og 5) Viðgerð og Likam og Sál. Aftrat hesum verða eisini felags framløgur. Stýrisbólkurin sigur, at hetta vil tryggja, at ein og hvør fær møguleika at velja okkurt, sum passar til teirra arbeiðs­ella áhugaøki. ­ Hetta verður gjørt, so­ leiðis at luttakararnir skriva ein raðfestingarlista, har tey raðfesta ta verkstovu, tey í fyrstu syfti og aðru syfti ynskja at luttaka í, sigur bólk urin. Seinasta freist Nøgdin av atgongumerkjum er avmarkað, og bólka av­ sláttur verður givin ar beiðs­ plássum sum senda meiri enn ein luttakara. Seinasta freist at keypa atgongumerki til sálar­ frøði liga fakfestivalin er 18. februar. Atgongumerki kunnu keypast við at senda tilmeldingarlepa við kvittan fyri inngjald til Felagið Før oyskir Sálarfrøðingar, Tórsgøta 17, Tórshavn. Til ber eisini at senda teldu post til fakfestival@ psykolog.fo Upphæddin fyri ein lut­ takara er 3.950 krónur, men er talið av luttakarum, sum tekna seg saman, meiri enn ein, er kostnaðurin 3.350 krón ur. vilmund@sosialurin.fo Føroya størsta sálarfrøðiliga tiltak nakrantíð Í døgunum, 14.-15. mars, skipar felagið Føroyskir Sálarfrøðingar fyri sálarfrøðiligum fakfestivali, sum verður størsta tiltak í Føroyum av slíkum slag nakrantíð. Tilmeldingarfreistin fyri luttøku á tiltakinum er sett til 18. februar SÁLARFRØÐILIGUR FAK 14.-15. mars 2011 FESTIVALUR FØROYSKIR SÁLARFRØÐINGAR - Fakfestivalurin hevur til endamáls at varpa ljós á sálarfrøðiligt margfeldni, sigur stýrisbólkurin Í sambandi við sálarliga fakfestivalin er ein faldari gjørdur, sum eitt nú lýsir høvuðsbreytirnar, ið arbeitt verður við á festivalinum Festivalurin kann síggjast sum eitt sjálv­ tøkuborð, har tú velur tað, sum hóskar best til tín... STÝRISBÓLKURIN