fríggjadagur 4. februar 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 4. februar 2011
10
VIKUSKIFTI
Brúdleypið hjá Rakul og
Johan Dalsgaard var óvanligt.
Tey høvdu sjálva vígsluna í
byrjanini av veitsluni. Tá ið
Johan í Kollafirði kom inn,
rungaði temaið frá Superman-
filmunum, og verturin fyri
kvøldið presenteraði við
harðari rødd brúðgomin.
– Tá ið tað var gjørt, var
samstundis sagt, at her er
nógv loyvt. Vit høvdu 300
gestir, og vit skuldu fáa
tey at slappa av. Vit skuldu
fáa tvey sløg av fólkum
at kenna seg væl saman,
sigur Johan í Kollafirði.
Vanliga er brúðarparið
inaktivt til sítt egna brúdleyp,
men soleiðis var ikki í
brúdleypinum hjá Johan og
Rakul. Brúðgomurin, sum er
vanur at framføra tónleik,
hevði einar 12 framførslur um
kvøldið, brúðurin sang eisini
ein sang, og brúðarparið helt
eisini stýr upp á ymiskt annað.
– Vit vóru teknikarar.
Vit góvu boð um ljóð og
ljós og royk, sigur Johan.
– Johan ætlaði, at tey,
sum skuldu sita við síðuna
av okkum til brúdleypið,
vóru tøkningurin og ljós-
maðurin, men tá segði eg
altso nei, sigur Rakul
– Brúdlepið var eitt
mega-live show frá 19 til 02.
Tað var sett í gongd við eini
roykmaskinu og popøsum
tónleiki. Gestirnir skuldu
bara spenna trygdarbeltið
og halda fast. Hetta var Las
Vegas showið, sum vit hava
ynskt okkum í Føroyum,
men sum ongantíð kom.
Hvørjaferð eg havi ætlað mær
okkurt, sum minti um hetta,
so hava fólk sagt, at tað er
ikki vanligt, so eg mátti eiga
showið sjálvur fyri at sleppa
at gera tað, sigur Johan.
Klæðini hjá brúðgominum
vóru eisini øðrvísi. Johan
var í Dracula-klæðum,
sum hann hevði keypt í
handlinum Skorti, ið vanliga
selir eitt nú grýluklæði.
Gift í veitsluni
Rakul, at tað loysir seg ikki at baksast
við handan gamla, tvøra mannin. Men
tað loysti seg, sigur Johan Dalsgaard.
Foreldrini hjá Rakul høvdu tað eis
ini trupult fyrstu tíðina, eftir at hon og
Johan høvdu funnið saman.
– Eg skilji øgiliga væl, at tað var hart
fyri tey í fyrstuni. Tí hvør ynskir sær, at
dóttirin fær sær ein 20 ár eldri mann,
sum hevur verið psykatriskur patientur
og eitt skifti var meira ella minni heim
leysur. Men nógv er broytt hesi 5 árini,
vit hava verið saman, og fólk hava sæð,
at tað ber til, og nú vita tey eisini, at
vit meina tað alvorligt, tí vit eru gift.
Vit hava heldur ikki fingið so nógvar
viðmerkingar seinasta árið, sum vit
fingu fyrstu tíðina, sigur Rakul.
Kundi verið pápi tín
Tey eru ikki bara ymisk sum persónar,
stórur aldursmunur er eisini millum
tey, og tað hava tey fingið nógvar
viðmerkingar um. Men Rakul hevur
funnið sær eitt gott svar:
– Fólk hava sagt við, at hann kundi
verið pápi tín. Tá havi eg bara svarað,
at »maðurin hjá tær kundi verið beiggi
tín«.
– Tað eru 20 ár á muni millum okkum,
men tað havi eg ongar trupulleikar við.
Vit rigga sera væl saman, hóast vit eru
fullkomnir mótsetningar.
– Eg vil helst hava stýr upp á, hvat
skal henda, men Johan er totalt impul
sivur. Saman við honum veit eg ongan
tíð, hvat dagurin hevur at bjóða. Hann
kroystir meg eitt sindur at prøva ting
av, men saman við honum tori eg taka
kjansir. Onkuntíð verður sagt, at fólk
vilja hava tryggleika ella frælsi, men
saman hava vit tryggleika í frælsinum,
sigur Rakul.
Gulløl við á møti
Fyrstu tíðina, tá ið Johan og Rakul
gingu saman, drakk Johan illa, og tað
var eitt stríð hjá honum at leggja av.
Stund um vóru framstig, men so datt
hann út í aftur.
– Eg havi gingið nógv í Filadelfia,
og eg vildi hava Johan við mær á møti.
Hann ivaðist eitt sindur, men segði at
hann kundi koma, um hann slapp at
hava øl við sær. Hann tordi ikki at verða
edrúur á møti. So fyrstu tíðina hevði
hann tvær gulløl í jakkalummanum, tá
ið vit fóru á møti. Tær drakk hann so í
onkrum steðgi og var altíð hálvfullur
á møtinum.
– Fyrstu ferð, vit komu heim, og
hann hevði aðra ølina við sær heimaftur,
var eg sera glað, og vit prátaðu nógv
um tað. Og so hendi tað eisini, at hann
kom heimaftur við báðum fløskunum
og hevði ikki brúk fyri at hava øl við
sær á møti.
Johan stríddist við at leggja av at
drekka, men tað var ikki lætt. Hann
var niðri hjá trúðarfelagsskapinum
Evangelist og fekk góða hjálp, men
eftir at hann kom heimaftur, datt hann
útí aftur.
Men so hendi tað, sum broytti hann
fullkomiliga.
– Johan ringdi til mín eitt kvøldið
fyri júst trimum árum síðani og segði,
at nakað heilt serligt var hent. Hann var
bæði bangin og glaður, tí hann føldi á
sær, at hann var givin at drekka. Hann
kallar tað »tað bláa ljósið«, sum fekk
hann at leggja av. Tað hendi simpelten
frá einari løtu til aðra, og síðani hevur
hann ikki drukkið. Eg hevði ikki klárað
at fingið hann at lagt av, og hann hevði
neyvan klárað tað sjálvur, men tað
hendi eitt undur, sigur Rakul.
Hon og Johan giftust á trý ára
degnum fyri »bláa ljósinum«.
Búgva í Famará
Rakul og Johan Dalsgaard skulu búgva
í Fámará í Suðuroy, har tey hava gjørt
avbyrgdu húsini í stand.
– Tað verður rættiliga avsíðis at
búgva har, og hatta er ikki nakað, sum
eg vanliga hevði torað. Men saman við
Johan vil eg gjarna búgva har. Vit hava
ymiskar ætlanir fyri, hvat vit fara at
gera, og eg gleði meg at flyta suður,
sigur Rakul.
Komandi tíðina skal hon lutvíst
búgva í Fámará og lutvíst í Havn. Hon
lesur til pedagog á Læraraskúlanum og
hevur eitt ár eftir.
– Nú er tað soleiðis, at eg eri í Havn
mánadag, týsdag og mikudag, og so eri
eg har suðuri hinar dagar, men tá eg eri
liðug at lesa, flyti eg veruliga suður at
búgva, sigur Rakul Dalsgaard.
Rakul og Johan – nýgift og lukkulig
mynd: JenS KRiSTian VanG
brúðleypsmyndir: SaRaH ZacHaRiaSSen
Vígslan var í byrjanini av sjálvari veitsluni í Dansifrøi
Vøkur brúður í hvítum
kjóla. Brúðgomurin var
í Dracula-klæðum