fríggjadagur 4. februar 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15
18
Sosialurin
Áhugavert at fylgja við á
síðulinjuni, hvussu semings
stovnurin tykist at arbeiða,
tá arbeiðsósemjur eru. Serliga
spennandi bleiv tað nú, tá sem
ingsstovnurin tók eitt stig, sum
var út um tað, sum vanligt er,
nevniliga av sínum eintingum
at seta fram eitt semingsupp
skot sum so bleiv forkastað
av øðrum partinum.
Semingsstovnurin hevur
fingið til uppgávu at lofta
pørtum, sum ikki evna sjálvir
at koma til eina avtalu um
framtíðar samstarv. Grund
leggjandi er og eigur at vera,
at partarnir sjálvur gera sínar
avtalur og bera fylgjurnar
also taka ábyrgd.
Semingslógin og stovn
urin var ætlaður sum ein
neyðloysn, sum skuldi vera
til at taka hjá stríðandi
pørtunum, tá
vandi
varð
fyri, at stór samfelagsvirði
fóru til skeyti orsakað av
hóttandi verkfalli/banni á
arbeiðsmarknaðinum.
Semingsstovnurin skuldi
vera hjálpin, sum skuldi fáa
partarnar at tosa saman enn
einaferð og hesuferð undir
leiðslu av semingsstovninum
til tess at koma til eina semju.
Tað stendur ikki í lógini,
og var heldur ikki ætlanin,
at lógin skuldi tulkast so,
at uppgávan hjá semings
stovninum var at seta fram
semingsuppskot,
soleiðis
sum hetta í Føroyum aloftast
er blivið praktiserað: seming
sstovnurin er komin uppí,
og so kunnu partarnir seta
seg afturá at bíða eftir at
okkurt skilagott uppskot
kemur hiðani. Hetta kann so
forkastast ella góðtakast.
Verður semingsuppskotið
góðtikið av báðum pørt
um, eru øll av røttum glað,
men kanska ikki altíð so
nøgd. Tá so tætt er millum
partarnar, at sannlíkindi eru
fyri
at
semingsuppskotið
verður samtykt, átti meiri
orka verið løgd í at mýkja
partarnar at finna eina loysn
við at sita saman og sam
ráðast, og semingsstovnurin
átti at verið meiri afturhald
andi við at taka ábyrgdina
á seg at finna loysnina. Eitt
úrslit partarnir sjálvir hava
arbeitt seg fram til kann ikki
sammetast við eitt semings
uppskot, sum meira at meta
sum ein neyðloysn.
Stoltleikin yvir í felag
at hava arbeitt seg fram til
eina semju er í stóran mun
fráverandi eins og kontinui
teturin, sum liggur í at hava
tosað seg fram til úrslitið
eisini er fráverandi, tá semjan
er grundað á eitt semjuupp
skot frá triðjapersóni.
Hugburðurin hjá pørtu
num til alla semingsgongdina
gerst ein
heilt
annar, um
partarnir uppfata semings
stovnin sum ein samráð
ingarleiðara,
sum
ikki
væntast at taka ábyrgdina
frá
pørtunum, og so
at
uppfata
semingsstovnin
sum tann triðjipersónurin,
sum skal fóðrast við góðum
argumentum vitandi um, at
semingsstovnurin skal brúka
hesi til at tilevna eitt sem
ingsuppskot. Sum
nú
er,
er
tað
semingsstovnurin,
sum ger tað mesta arbeiði
tað átti at verið partarnir. Og
semingsstovnurin(menni
nir) kenna tað sum eitt press,
at fáa semjuna í lag kanska
meiri enn partarnir í veru
leikanum gera tað. Ábyrgdin
er líkasum ikki teirra meir.
Semingsstovnurin hevur
ofta fingið nógv góð orð
á vegnum fyri dygdargott
arbeiði, og hevur tað uppi
borið. Men kortini eru viður
skifti, sum kundu verið
betri og eigast at havast í
huga. Umframt
omanfyri
nevnda um, at semingsstovn
urin skal ansa sær ikki at taka
ábyrgdina frá pørtunum, so
hevur stovnurin eisini tað atl
it at taka, grundleggjandi fyri
alla samráðing: nevniliga at
tryggja, at partarnir varðveita
álitið á semingsmonnunum.
Í hesum døgum tykist her
rilla, nú annar av pørtunum
sigur seg hava misti álitið á
semingsstovninum.
Báðir partar mugu hava
álit á at semingsstovninum.
Verður álitið mist kemst illa
víðari uttan fyrst at brúka
tað neyðugu tíðina at byggja
tað mista álitið uppaftur.
Semingsstovnurin og ein
hvør, sum fæst við mekling,
setur sítt trúvirði uppá spæl
við at pilka við innihaldið í
málinum, substansin. Sem
ingsstovnurin vaðar út á
djúpt vatn, tá hann av sínum
eintingum fer inn í innihaldið
í málinum og setur fram eitt
uppskot til loysn enntá
uttan at partarnir hava biðið
um tað. Tað undraði meg tí
ikki sørt, tá semingsstovnurin
henda
dagin
setti
fram
semingsuppskot "úr leysum
lofti" so at siga. Grundgevingin
segist vera, at tað var fyri betur
at finna útav, hvar partarnir
stóðu. Varð uppskotið góðtikið
av báðum pørtum, so var
henda gambling vunnin fyri
semingsstovnin fyri hesu ferð.
Men bara arbeiðsgevarasíðan
góðtók
uppskotið,
meðan
arbeiðstakarasíðan vrakaðu
tað við orðunum, at uppskotið
bara tók áhugamálini hjá
hinum partinum við.
Partar í konflikt gevast
ikki so, og smæðast ikki við
at geva øðrum skuldina fyri
tær óloystu konfliktirnar,
júst so, sum tað ofta passar
pørtum í konflikt rættiliga
væl at sleppa undan trupl
um konfliktunum, og geva
tær yvir til onnur at loysa
eitt dømi her kann vera at
geva skarvin yvir til semings
stovnin. Eitt annað er at føra
rættarmál.
Verandi konflikt koyrir nú
víðari í fjølmiðlunum, og tað,
sum nú hoyrist, og slíkt hava
við hoyrt áður, er, at annar
parturin sigur seg hava mist
álitið á semingsstovninum,
meðan hin parturin heldur
tað vera undir lágmark at
loyva sær at missa álit á
semingsstovninum,
sum
partarnir sjálvir hava valt
limir í. Álit er nakað man
hevur ella ikki hevur. Álit
kann missast og tað kann
byggjast upp, men at tosa
um at man ikki kann loyva
sær at missa álit á fólki, sum
man annars hevði álit á, er
volapyk. Uttan álit frá pørtu
num er trupult hjá semings
monnunum at arbeiða.
Tað, sum eg vildi siga við
hesum var, at tað var váða
verk hjá semingsstovninum
av sínum eintingum at leggja
fram hatta semingsuppskotið.
Leggur tú fram eitt uppskot
ella kemur við ráðum, so
er tú samstundis farin inn
í materiuna, substansin, í
málinum, og ger tú tað, so er
skjótt at partarnir byrja at
seta spurnartekin við, hvat
her er er vási og byrja at tosa
um partískheit og at tú heldur
meiri við øðrum enn hinum.
So niðurstøðan er, at um tú
skal vera samráðingarleiðari
fyri partar í konflikt, so skal
tú halda teg til proceduruna
og at seta spurningarnar
og gera kanningar, men
ikki koma við meiningum
og ráðum, sum hava við
innihaldið at gera. Neutrali
teturin er í váða, tá tú
byrjar at hava meiningar
um innihaldið í málinum.
Innihaldið eiga partarnir
einsamallir og teir skulu
ikki sleppa undan ábyrgdini
av hesum og sjálvir finna
eina loysn við neyðugari
hjálp frá semingsstovninum
sum
samráðingarleiðara.
Semingsstovnurin skal vara
seg at taka ábyrgdina frá
pørtunum. Partarnir eiga at
vita best sjálvir.
Semingsstovnurin vaðar út har...
Turið Debes Hentze
advokat og mediator m.m.c.r.
Kjak
Kringvarpið hevur á allari vetraskrá sínari havt
ein tíma við kvæðasendingum, har mong evni eru
umrødd og nógvar upptøkur eru spældar. Mong
eru tey, sum hava glett seg yvir hetta, men flestu
teirra hava eisini latið eina viðmerking falla um at
fríggjakvøld ikki var rætta senditíðin.
Nú dansitíðin er í hæddini, hevur útvarpsdeildin
hjá Kringvarpinum flutt kvæðasendingarnar til
mánakvøld klokkan 20.00. Hetta er ein skilagóð avgerð,
og vilja vit nýta høvi at takka Kringvarpinum.
Nú Kringvarpið hevur gjørt hesa skilagóðu gerð,
gevur tað okkum vón um, at teir halda á við at raðfesta
kvæðaskatt okkara. Enn verða sendingarnar Álvaran
og Upp á gólv ikki endursendar og tað harmar okkum,
tí Kringvarpið missir einki við at stytta náttartónleikin
við einum tíma okkurt kvøldið og ístaðin latið hesar
sendingar sloppið framat. Eisini vilja vit heita á
Kringvarpið um at fáa lagt kvæðasendingarnar út á
netið. Her haltar í ólukkumát. Síðsta kvæðasending,
sum út er løgd, var send 5 oktober 2009. Vit hava hoyrt,
at heimasíðan kemur til heiður og æru í næstum, og
hetta gleða vit okkum til.
Áhaldandi góðan dansivetur
Fyrst er at ynskja TFholding góðu eydnu við keyp av Eikbanka.
Vónandi kemur vit og skil aftur í hendan gamla stovn. Navnið Eik
átti at verði jarðað og farið sama veg eins og gamla leiðsla og grunnur,
og nýtt navn komið fyri tað gamla. Eik banki og grunnur standa
fyri minst 11.000 føroyingum sum ímyndin av einari hasarderaði
bankaleiðslu og einum inkompetentum grunni, sum so væl varð lýst
í sjónvarpssending herfyri.
Eik Danmark stóð fyri dønum sum Roskilde ella Ebberød bank.
Eiknavnið eigur tí at verða koyrt burtur úr føroyskum málbrúki í
bankasamanhangi. Hettar navnið, sum er nýtt í bankamáli, er ein leivd
frá gomlu leiðslini og átti tí at fylgt hesi somu leiðslu á dyr. Eik er alt
annað enn trygd fyri fólk flest.
Á Kyndilsmessu
Broytið navn!
Anders H. Ree
Argir
Herðaklapp til Kringvarpið
Sláið Ring
Í blaðnum mánadagin prentaðu við eitt lesarabræv hjá Egili Petersen í Kvívík. Tíverri
er skeiv myndin komin í blaðið - myndin var av einum øðrum Egil Peteresen í Sandavági.
Vit biða báðar umbera okkum mistakið!
blaðstjórin
Skeiv mynd