Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 15 · 4. februar 2011 17 VIKUSKIFTI – Eg havi tvær linjur. »Main Line« er avant garde, spælandi og eksperi­ menterandi, meðan hin, »Black Line«, er eitt sindur meiri main­ stream. Men hóast »Black Line« ikki er so ekstrem, so er hon tó for eksperi mentell fyri tey flestu, sigur Barbara smíl andi. – Eg geri klæðir, sum kunnu nýtast á ymsar hættir. Tað er ikki sum vanligu klæðini, sum bara hava ein máta at lata seg í tey. Mær dámar væl, at fólk sjálvi fáa sett dám á klæðini og stílin, og tað kunnu tey við mínum klæðum, greiðir Barbara frá. Hon er kend fyri sín sermerkta svarta og androgyna stíl, sum hevur lag omaná lag av toyi og eitt sterkt grafiskt úttrykk. Í fjør vóru nøkur fá ljós klædnasett ímillum, og í ár hevur hon arbeitt eitt sindur við armygrønum. – Tað verða 4 grøn sett at byrja við, og restin verður alt kolasvart, sum eg eisini eri mest kend fyri. Men eg havi arbeitt við tveimum høvuðsevnum, sum eru »tvær dimensjónir« og »burðar­ dygd«, sum snýr seg um, at pløgg ini kunnu nýtast á fleiri hættir, hava fleiri funktiónir, og harvið geva fólki størri gleði, soleiðis, at tey nýta tey longri. Mótashowið – Tað er stórur áhugi frá útlendsku miðlunum, so eg vóni, at tað fer at ganga væl. Vit hava eisini hesi handils­ fólkini úr París millum áskoðararnar, og tað hevði verið fantastiskt, um eg eisini fekk sáttmála við tey. Vit hava eisini nógv onnur mæt nøvn á listanum yvir tey innbodnu, vit hava pláss til 800 áskoðarar, og tað verður fult. So tað er týdningarmikið, at showið gongur ordiliga væl. – Men enn eru nógv ting, sum skulu koma uppá pláss. Tað er altíð sera nógv at gera í døgunum undan eini mótasýning, so nú stressa vit og hava sera nógv um oyruni, greiðir Barbara frá. Hóast hon longu er eitt stórt navn og dyggiliga hevur prógvað sína dygd sum sniðgevi, hevur tað ikki gjørt Barbaru til eina primadonnu. – Man verður eyðmjúkur, tá man hevur eitt slíkt starv. Eg kann bara gera mítt allarbesta og so vóna, at tað gongur væl. myndir: Beinta Haraldsen GG: Hendan samrøðan varð prentað áðrenn sýningin Hevði verið, men aðrastaðni í sosialinum kanst tú lesa ummæli av sýningini Hjá BarBaru í gongini. Barbara í Gongini eftir mótashowið í fjør, sum fekk heilt framúr góð ummæli. M.a. varð hon skýrd at vera »The queen of avantgarde« Fakta: um sýningina februar 2011 • 20 modellir sýndu 40 ymisk sett fram • 4 sett vóru armygrøn, restin vóru svørt • Videofilmur av Marionnu Mørkøre varð vístur á gólvi og veggjum, meðan mótasýningin var • Ljóðmyndin, við føroyskum íblástri, varð gjørd av Jens L. Thomsen • Tvær klædnalinjur vóru sýndar fram: Main Line og Black Line • Høvuðsevni í hesi kollektiónini hava verið: »2 dimensjónir« og »Burðardygd« • Andrea Vagn Jensen kom á pallin og hevði eina dramaturgiska tulking av klæðunum • Ein norsk operasongkvinna kom á pallin at framføra at enda • 800 fólk úr mótaheiminum sóu sýningina hjá Barbaru í Gongini