Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15 Sosialurin Yvirgangsmenn sluppu úr usa dagin fYri atsóknirnar 11. september Yvirgangur Myndugleikarnir í USA leita eftir einum higartil ókendum bólki, sum er undir illgruna fyri at hava verið við til at fyrireika atsóknirnar tann 11. september í 2001. Hóast menninir elvdu til illgruna, sluppu teir úr USA dagin fyri atsóknirnar Árni Joensen Amerikonsku myndug­ leik arnir eru framvegis ikki lidnir at kanna, hvat veruliga hendi upp undir yvirgangsatsóknirnar tann 11. september í 2001. Skjøl, sum WikiLeaks hev­ ur kunngjørt, vísa, at sam­ veldisløgreglan FBI er í ferð við at kanna leiklutin hjá trimum monnum úr Qatar, sum eru undir illgruna fyri at hava havt samband við atsóknirnar. Sambært bretska blað­ num Daily Telegraph hev ur ein amerikanskur diplo matur í Qatar sagt mynd ugleikunum Wash­ ing ton, at teir tríggir menn­ inir eru undir illgruna fyri at hava verið í New York og Washington og eygleitt støðini, sum vórðu álopin tann 11. september. Millum annað vóru menninir við World Trade Center, Frælsis standmyndina, Hvítu Húsini og fleiri støð í Virginia. Teir tríggir menninir fóru við flogfari úr USA til London tann 10. september ella dagin fyri atsóknirnar. Undan fráferðini gistu teir á einum hotelli í Los Angeles, og har undraðust reingerðarkvinnurnar á, at menninir vildu ikki lova teim um inn á kamarið at rudda. Starvsfólk á hotell­ inum høvdu kortini bitið merki í, at menninir høvdu fleiri búnar, sum líktust flogskiparabúnum. Teir tríggir menninir úr Qatar høvdu ferðaseðlar til eitt Boeing 757­flogfar hjá American Airlines úr Los Angeles til Washington tann 10. september. Men menninir fóru ongantíð í tað flogfarið, men í eitt annað, sum fór til London. Dagin eftir fleyg tað sama Boeing 757­flogfarið inn í verjumálaráðið Penta­ gon, har 184 fólk doyðu. Fingu illgruna Í skjølunum, sum myndug­ leikarnir í Washington hava fingið úr Qatar, stend­ ur, at starvsfólk á hotell­ inum í Los Angeles høvdu varnast ymiskt løgið ella óvanligt við teimum trim­ um gestunum. ­ Starvsfólk fingu ill­ gruna til menninar, tí teir høvdu fleiri flogskipara­ bún ar og fleiri farteldur. Harumframt høvdu menn­ inir fleiri pappeskjur við áskrift, sum vísti, at eskj­ urnar skuldu til Sýrialands, Jerusalem, Afghanistan og Jordan, stendur í skjøl un­ um úr Qatar. Har stendur eisini, at menninir høvdu eina far­ telefon, sum var knýtt til eina farteldu við einum metaltráði, og at teir høvdu fleiri yvirlit við nøvnum á flogfeløgum, flogskiparum og fráferðum. Sambært Daily Tele­ graph hava kanningar hjá FBI víst, at ein maður, sum er dømdur fyri yvirgang, rindaði bæði hotellið og flogferðaseðlarnar hjá teim um trimum monnun­ um úr Qatar. arni/sosialurin.fo American Airlines-flogfarið, sum teir tríggir menninir úr Qatar høvdu ferðaseðil til, rendi inn í verjumálaráðið Pentagon Mynd: AP United Airlines 175 hevur júst rakt tað syðra World Trade Center-tornið Mynd: AP