Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 15 · 4. februar 2011 16 VIKUSKIFTI – Míni klæðir eru nú koMin at hanga í teiMuM handlunum, suM Man bara kann droyma uM, tá Man byrjar at sniðgeva. soleiðis sigur barbara í gongini og váttar harvið, at hon er komin sera langt suM sniðgevi. hóskvøldið setti hon, við sínuM eyðkenda stíli, punktuM fyri Copenhagen Fashion Week. tveir dagar undan sýningini fingu vit orð á slóðbrótandi sniðgevan Eg fari altíð at líkjast frá hinum Móti eydna skaale eydna@sosialurin.fo Klæði hennara eru ikki so kend her heima, men Barbara í Gongini er eitt stórt navn á altjóða mótapallinum. Hós kvøldið var hennara show enda­ bresturin á Copenhagen Fashion Week, og øll 800 plássini í gamla konsert­ salinum hjá DR vóru full av týðandi fólki, sum hava nakað at siga innan mótavinnuna, og sum øll vildu síggja, hvat forvitnisligi føroyingurin nú hevur funnið uppá. Føroyskan íblástur Barbara í Gongini er nevniliga ikki hvør sum helst. Hennara slóðbrótandi stílur hevur ført hana upp á mótatindarnar, og hon metir sjálv, at íblásturin, sum hon heintar í Føroyum, er ein av hennara styrkjum. – Eg eri føroyingur, og hóast eg ikki bindi siðbundnar føroyskar troyggjur, so leiti eg heim eftir íblástri. Eg taki essensin av Føroyum við í mína snið­ geving, og sinnalagið fer altíð at vera føroyskt, tí eg eri uppvaksin har. Tað ger, at mín sniðgeving altíð fer at líkjast frá tí, hini gera, greiðir Barbara frá. Hennara øðrvísi klæðir, sum ikki verða nógv brúkt í Føroyum, verða hálovað uttanlands. Eisini av teimum, hvørs orð viga mest. – Í øllum heiminum eru nakrir fáir handlar, sum eru langt fremstir og sum vísa tað mest slóðbrótandi og inno vativa innan mótaheimin. Tey hava ein smalan, men sera kritiskan og selektivan málbólk. – Dreymurin hjá øllum sniðgevum er at fáa sáttmála við hesar handlarnar, og eg havi seinastu árini fingið sáttmála við nakrar teirra. Tað er eitt kempistórt stig at verða presenterað undir teirra paraply, greiðir Barbara frá. – Tað er nakað, man bara kann droyma um, tá man byrjar. Hóast fleiri av hesum fáu, stóru handlunum longu umboða merkið hjá Barbaru í Gongini, so leggjast møguliga fleiri afturat. Umboð fyri fremsta handilin í París komu nevniliga at hyggja at sýningini hósdagin. Copenhagen Fashion Week Showið hjá Barbaru í Gongini er vorðið ein fastur táttur av mótavikuni, sum sýnir mótan fyri heyst og vetur og sum hvønn februar er í Keypmannahavn. Hendan vikan savnar handilseigarar, mótajournalistar og ummælarar úr øllum heiminum, og Barbara heldur, at hóast hon hevur nógv stríð og høgar útreiðslur av showinum, so er tað alt vert. – Showini hava heilt víst latið nakrar hurðar upp fyri mær, og eg havi sæð ítøkilig úrslit, við tað, at fleiri heimskendir handlar vilja selja mínar vørur, sigur hon. Í fjør fekk hon hartil sera góð ummæli og var í blaðnum, sum kemur út í sambandi við mótavikuna, millum annað skýrd at vera »The queen of avantgarde«. – Ummælini hava sera nógv at siga. Sjálvandi er tað fantastiskt, tá eg fái góð ummæli og verði róst. Tað ringasta er, um eingin letur við seg koma. So vil eg heldur hava keðiligan kritikk, sum eg kann taka til eftirtektar, heldur Barbara. Samstarv við ymisk listarfólk Hóast hon er ein víðagitin sniðgevi, sum at kalla bara hevur góð ummæli at vísa á, hevur hon tó framvegis summar­ fuglar í búkinum undan móta show­ unum. Men mótashowini hjá Barbaru eru heldur ikki sum flestu mótashow, vit kenna. Barbara plagar at gera nógv burturúr, og tað ger hon eisini í ár. Hon hevur gjørt samstarv við Marionnu Mørkøre, sum hevur gjørt ein film, sum skal vísast á veggjunum og gólvunum undir sýningini, og við Jens L. Thomsen, sum hevur staðið fyri ljóð myndini, og sum skal sita á pall­ inum og spæla á eitt heimagjørt ljóføri, meðan modellirnar sýna klæð ini. Harumframt kemur ein norsk opera­ sangarinna á pallin, umframt at danska sjónleikarinnan, Andrea Vagn Jensen, eisini fer at framføra eitt dramaturgiskt innslag við Barbarusa klæðum sum rekvisittum. – Mær dámar væl at hugsa eitt sindur skeivt og at royna at flyta nøkur mørk. At vera sniðgevi snýr seg um at nýta bæði nútíðina og fortíðina til at geva eitt boð uppá framtíðina. Og tað verður altíð mín subjektiva tulking, sum kemur fram, greiðir Barbara frá. Eitt av hennara eyðkennum er tað norðurlendska og melankolska huglagið, sum altíð valdar á sýningunum. – Tað er eitt dapurt univers, men tað er ikki destruktivt allíkavæl. Eg havi altíð onkur ljós innsløg, t.d. opera sang­ arinnan, sum á hesi sýningini kemur á pall móti endanum. Barbara er greið um, at hetta ikki er tað vanliga huglagið, sum er til mótasýningar, men tað leggur hon ikki so nógv í. – Eg hugsi ikki kommersielt. Eg havi ein smalan málbólk, og tað eri eg greið um. Eg geri tað, sum hevur mín áhuga. Eg veit, at tey eru serlig, men eg gangi sjálv í øllum mínum klæðum. Burðardygd Tað eru ikki nógv »vanlig« fólk, sum nýta klæðir frá Barbaru í Gongini. Sum hon sjálv sig­ ur, so sniðgevur hon til ein smalan, men kritiskan brúk­ ara skara. Barbara í Gongini hevur nú nátt so langt við síni sniðgeving, sum hon bara kundi droyma um, tá hon byrjaði. Fleiri av heimsins allarfremstu mótahandlum umboða nú hennara merki