Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15 16 Sosialurin Nøvn Edmund Joensen løgtings- og fólkatingsmaður Hvat skuldi eitt samfelag gjørt uttan ein góðan eyg­ leiðara, sum kann siga okk­ um, hvussu veruleikin sær út úr einum øðrvísi sjónar­ horni? Henda spurning setur man sær aftur og aftur, tá man hevur sæð tekningar hjá Óla P. í Sosialinum. Hóast hann hevur nógv ár á baki sum teknari, ella kanska júst tí, er eygað fram­ vegis líka gløgt og blýanturin líka beinrakin og spískur. Óli P. hevur ein heilt ser­ ligan leiklut í okkara sam­ felagsorðaskifti, og henda leiklut hevur hann varðveitt í tey samfullu 22 árini, hann hevur teknað í Sosialinum. Við áhaldandi at seta ljós á dagsins politisku og sam­ felagsligu hendingar er hann vorðin ein institutión í okk­ ara føroysku verð. Neyvan fer man skeivur, um man sigur, at tann lítillátni og siðiligi teknarin hevur rætti­ liga stóra ávirkan í føroysku opiniónini. Í veruleikanum kann tekn arin úr Klaksvík síggjast sum ein týðandi partur av fjórða statsvaldinum, sum pressan nevnir seg sjálva. Einføldu tekningarnar bera boð um neyvar eygleiðingar og djúpar greiningar, ið ofta eru bæði beinraknari, betri og rættiliga nógv skemtiligari, enn fjølmiðlarnir megna at gera. Tí hava tekningarnar hjá Óla eisini ein ávísan týdn ing fyri demokratiið í Føroyum. Tíverri er føroyskur poli­ tikkur – eins og í nógvum øðrum londum – merktur av politikaraleti, sjálvt um politikkurin hevur stóra ávirkan á dagligdagin hjá flestum samfelagsborgarum. Her er Óli P. ein hóskandi mótvekt, tí hann ger tað hugaligari og stuttligari at fylgja við í og arbeiða í politikki. Sum avísteknari er Óli P. ein bjartur viti her heima, og lítil ivi man vera um, at hann hevði verið eitt kent og virt navn, óansæð hvar í heiminum, hann hevði búð og virkað. Hóast komin nakað til árs, so vóni eg, at vit kunnu síggja og njóta tekningarnar hjá Óla P. í nógv ár frameftir. Tær fáa okkum at hugsa djúpri yvir tey ymsu politisku og samfelagsligu viðurskiftini, og vit kunnu ikki vera tær fyriuttan. Tíverri hevði eg ikki møgu­ leika at vera við hátíðar dag­ in, tá mæti viðmerkjarin og skemtiteknarin hevði móttøku í Miðlahúsinum á sínum 75 ára føðingardegi. Harmiligt, tí tað er altíð hugaligt at skifta orð við hendan sanna meistaran á sínum fakøki. Eina heilsan skal hann kortini fáa frá einum trúgv­ um lesara. Tillukku við teimum 75 og blíðan byr, Óli. Ein føroysk institutión er 75 ár Føðingardagsheilsan til Føroya beinraknasta politiska viðmerkjara Hilmar Jan Hansen Líka síðani á vetri 2009 hevur Robert McBirnie verið í gongd sum undirhaldari í orðsins breiðastu merking. Bæði sum sangari, tónleikari og skemtari er hann kendur kring alt landið og enntá eisini uttan fyri føroysku landoddarnar. Nú yvir 50 ár eru liðin, síðani hann á fyrsta sinni trein pallin við bólkinum Red Boys í Vági, er komin út ein trífløga, ið fevnir um sangir av áður útgivnum plátum, umframt útvarpstilfar, so sum tættir og barnasangir frá tíðini við Øssuri og Giggu, ið ikki er útgivið áður. – Eg eri sera fegin um, at tað umsíður er eydnast at fáa alt hetta tilfarið savnað og givið tað út undir einum, tí eg eigi ikki so frægt sum allar pláturnar sjálvur, sig­ ur Robert, ið mikudagin var miðdepil á móttøku í Tutl­ handlinum á Káta Horn in­ um í Havn, har fitt av fólki var komið at taka ímóti út­ gávuni. – Ja, eg gjørdist ikki sørt bilsin, at so frægt av fólki kom, tí veðrið var avgjørt ikki til vildar. Eg taldi einki fjøruti fólk, ið taldu bæði vinir, kenningar og familju, umframt at tað eisini vóru nøkur, ið ringdu at heilsa uppá, tí teimum ikki lá fyri at koma. Serlig konsert Útgávan við hesum trimum fløgunum, ið telja 42 sangir av ymsum slagi, er bara fyrsti parturin av tí, ið gerast skal burturúr, nú »the grand old man« í føroyskum sangi, tónleiki og undirhaldi hevur verið í gongd í yvir eina hálva øld. Fyri framman stendur ein stór konsert í Sjónleikar­ húsinum í Havn, sum verð ur fríggjakvøldið 25. febru ar, har eitt vælmannað hús orkestur við tónlikarum og sang­ arum skal leggja botnin, samstundis sum fleiri av teimum, ið Robert hevur sam­ starvað við á tónleikaleiðini øll hesi árini, vera saman við honum á pallinum. – Hetta verður eitt aftur­ lítandi kvøld, sum eg gleði meg sera nógv til. Vítt er um at fara, tá so nógv og so ymiskt hevur verið á skránni millum ár og dag, men eg haldi, at vit hava fingið sett eina góða skrá saman, ið fer at geva áhoyrarunum eina góða mynd av, hvussu mítt lív á pallinum hevur verið, sigur Robert McBirnie. einslistir@kallnet.fo Ein hálv øld við Roberti Tónleikur Mikudagin kom »the grand old man« í føroyskum sangi, tónleiki og undirhaldi út við einari trífløgu, ið fevnir um stóran part av hansara virksemi á palli í yvir hálva øld Robert McBirnie handar Kára Mourtsen fløguna. Kári og Robert hava mangan brattan farið í sínari tíð í The Faroe Boys. Fleiri myndir frá tiltakinum í Tutl í gjár eru at síggja í myndatema á Portalinum Mynd: Jens Kristian Vang