fríggjadagur 4. februar 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 4. februar 2011
15
VIKUSKIFTI
Gates og bilarnir
Tað var upp á tíðina!
Ein kloyndur vertur
Eg havi eitt uppskot, skilagott og
neyðugt. Vit stovna eitt fakfelag
fyri okkum, sum ikki eiga børn
og/ella ikki roykja.
Okkara fakfelag skal ikki selja
lønarhækkingar fyri sosialar
veitingar, fyri almannahjálp.
Okkara felag skal hava alt upp á
lønina, tí tað er har, og bara har,
prosentini gera mun.
Eftirlønin fánar burtur til
umsiting og skatt. Og er hon til
yvirhøvur, tá vit koma so langt,
um vit koma so langt.
Einki skal telja hjá okkara
fakfelag uttan lønin, icecool cash.
Vit, sum ikki eiga børn og/
ella ikki roykja, arbeiða fleiri
vikur meira um árið enn tey við
børnum og sigarettum gera. Fleiri
vikur um árið, men vit fáa somu
ússaligu lønina sum hini.
Onga staðni í heiminum eru
børn so sjúk sum í Føroyum.
Tað er ikki rættvíst. Nei, men
solidariskt, samhaldsfast.
Solidaritetur my ass.
Helvtin av mikroskopisku
lønarhækkingini er longu horvin,
áðrenn eg fái hana. Eisini hon fer
til sosialhjálp.
Eg kann ikki rinda rentur og
avdráttir, SEV, kringvarpsgjald
ella limagjald til fakfelagið við
solidariteti.
“Ja, góðan dag, Høgni
Djurhuus. Tað var í sambandi við
hatta lánið hjá mær. Fakfelagið
hjá mær hevur tíverri selt
lønarhækkingina fyri nakrar
vikur til teirra við sjúkum
børnum, so eg havi ongar pengar
at gjalda við hendan mánaðin.
Men eg havi nøkur prosent av
solidariteti. Kann eg flyta tey?”
Men vit, sum halda, at
eitt fakfelag eigur ikki at
vera ein almannastova ella
neyðhjálparfelagsskapur, áttu
at havt okkara egna fakfelag.
Fakfelagið hjá okkum, sum
arbeiða hvønn arbeiðstíma,
skal hvørja ferð fara eftir einari
lønarhækking, sum munar.
Vit vanligu apur í gomlu
fakfeløgunum fáa ongantíð at
vita, hvat fakfelagið krevur
okkara vegna, hvat verður selt
fyri hvat í samráðingunum. Tað
einasta, vit fáa at vita, og tað er í
fjølmiðlunum, vit fáa tað at vita,
er vánaliga samráðingarúrslitið.
Eg ivist ogna løtu í, at
fakfeløgini hava selt eitt ella
tvey prosent fyri rættin hjá
roykjarum at arbeiða tveir tímar
minni um dagin enn vit, sum ikki
roykja, fyri somu løn sjálvandi.
Roykipausur við løn. Tveir tímar
um dagin at roykja í. Og tá
verður ikki arbeitt, men sleygað.
Fakfeløgini eru ikki longur tey
stríðsfeløg, sum tey vóru.
Arbeiðsgevarin er
ikki mótpartur longur.
Á einum aðalfundi hjá
Starvsmannafelagnum fyri
nøkrum fáum árum síðani
brúkti eg orðið mótpartur um
Fíggjarmálaráðið.
Næstformaðurin í
foreiningini var skjótur at
átala. Fíggjarmálaráðið er so
sanniliga ikki ein mótpartur.
Nei, Fíggjarmálaráðið er
samstarvspartnari.
Landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum var eisini á
fundinum. Hann mótmælti
sjálvandi ikki hesum stóra
sannleika. Tað gjørdi eingin
onnur ella annar heldur.
Sjálvur gjørdist eg so bilsin, at
eg fekk einki sagt.
Fakfelagið hevur tann
undarliga sið altíð at bjóða
einum samstarvspartnara at vera
gestarøðari á aðalfundunum.
Nú eri eg so burturoldaður og
ómodernaður, at í mínari verð
eru arbeiðsgevarar og hansara
ella hennara ørindasveinar og
skutilsmoyggjar mótpartur.
So leingi einki fakfelag hevur
mótprógvað tí, standi eg við, at
soleiðis er, burturoldaður ella ei.
Samstarvspartnari, eg meini
tað.
Fakfelagið hjá okkum,
sum hvørki eiga børn og/
ella ikki roykja, skal fara eftir
lønarhækking. Tað selur ikki
prosentini fyri sosialhjálp, so bara
promillur eru eftir til lønina.
Solidaritetur my ass!
Solidaritetur
my ass
UmaftUrafturum
høgni djurhuus
Ágangur í Losjuni?
Mikudagin 2. februar kl. 20.00 hevur
felagsskapurin Kris ein fyrilestur um
kynsligan ágang í Losjuni í Sandavági.
Portal.fo
Longri til Kirkjubøar
enn á súkklu...
Føroysk tíðindafólk betri
umstøður enn aðrastaðni.
Portal.fo
Er hann tónleikari eisini?
Ein sprellandi og sýrukendur Budamn.
Dimma
Hvør rennur so skjótt?
Vindskaði á Tórsvølli.
Portal.fo
Finst ókvalifiseraður?
Maðurin er skuldsettur bæði fyri
kvalifiseraðan harðskap...
Portal.fo
Trævøkstur?
Minni vøkstur í Vestmanna.
Kringvarp.fo
Ruddið forsíðuna
Løgreglan handtikið ein mann.
Portal.fo
Kvinnurnar ikki at líta á
Tryggast at læna norð
monnum pengar.
Portal.fo
Løgtingið fingið tunlar
Nógv kjak um undirsjóvartunlar
í løgtinginum.
Portal.fo
Tá verður trupult at dansa
Vilja hava føroyskan dans
á internetið
Portal.fo
ranga
í
strúpan
Deyvatulkurin í Degi og Viku krevur sanniliga sítt pláss á skíggjanum – og so er minni pláss til tíðindavertin. Tað hevur stundum við
sær, at myndin er heldur margháttlig. Soleiðis sá skíggin út í vikuni, tá ið verturin tóktist verða meira enn vanliga kloyndur.
Bill Gates, stovnari av Microsoft, tosaði við stjóran fyri eina
stóra bilaverksmiðju.
– Tað er nú keðiligt, at menningin av bilum ikki gongur eins
skjótt og menningin av telduskipanum, segði Gates.
– Tað veit eg nú ikki. Eg haldi, at okkara kundar eru glaðir fyri,
at bilurin ikki spyr býttar spurningar sum: Tú hevur roynt at
bremsa. Ert tú vísur í, at tú vilt bremsa nú?
Umsíðir hava mannfólk fingið eitt av hesum skeltunum. Tað
hevur ikki verið sørt diskriminerandi, at tað vanliga hava verið
kvinnur, sum hava havt umstøður at taka sær av smábørnum
á almennum toilettum. Hetta skeltið komu vit fram á í
Danmark, og hetta er eitt stórt frambrot fyri menninar.
Ikki tí, at teir skulu brúka umstøðurnar til at skifta
smábørnum – men tí nú hava teir eisini eitt slíkt skelti!