fríggjadagur 4. februar 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15
Sosialurin
Ein kann spyrja, um ferða
seðlaprísurin
eisini
skal
hækkast við t.d. 100 kr hjá
Súluni, Sildberanum, Sam,
Teistanum, Smyrli o.ø. So
høvdu tey ið ferðast sjóvegis
eisini “sloppið” at verið við
til at stuðla útbyggingina av
Skálafjarðartunnlinum. Og
við at legga enn meiri byrðar
á tey, ið longu nú gjalda nógv
fyri at ferðast, kunnu tey,
sum í dag sleppa undan at
gjalda, framhaldandi sleppa
undan.
Álvaratos. Hetta uppskot
í Bank Nordik kemur við, er
heilt langt úti.
Avtalan við bæði Vága
tunnli og Norðoya tunnli
var, at restupphæddin skuldi
gjaldast niður av teimum
ið ferðaðust. Tá tunnlarnir
vóru niðurgoldnir, skuldi
koyrast eftir somu treytum
har, sum eftir landsvega
kervinum annars. Tað var og
er avtalan, og henni kunnu
vit liva við.
Eg má spyrja Jóannis
Eidesgaard: hvar er soli
dariteturin í “hol í høvd
uppskotinum” hjá CHE og
Bank Nordic?. Boðini eru
nevniliga greið: Vágafólk og
Norðoyingar skulu gjalda
Eysturoyartunnilin
–stórt
sæð. Hví skulu hesi fólk
gjalda milliarda upphæddir
meira enn aðrir føroyingar?
Er tað ikki ósolidariskt?
Korta nei til hasa ætlan
ina hjá CHE og Bank Nordic.
Latið vera við at gera ein
part av Føroyum til økir, har
avgjaldstrælir búgva.
Mítt ynski er at vit
1: Lata ferðsluna gjalda
Eysturoyartunnilin
2: Lata øll gjalda Sand
oyartunnilin
Nú blussaði upp aftur í
Vágaportalinum um Jógvan
Thomsen
stjóra
í
Skrá
setingini og Fjarskiftiseftir
litinum,
nýggjar
ákærur,
men óivað sama dagsskrá: at
fremja dómsmorð á Jógvan
Thomsen. Nú varð sagt, at
Jógvan Thomsen loyniliga
“bandar samrøður, sum hann
hevur.” Og tað skal hann hava
“gjørt í fleiri ár, sigur keldan
hjá Vágaportalinum.”
Hvør kelda?
Henda sokallaða kelda sigst
av Vágaportalinum at vera
álítandi. Vit vita einki um
hesa keldu, ella um hon er til.
Hetta er so lætt sloppið, tí at
keldur hava ávísan rætt til at
vera dulnevndar, og standa
tí ikki til svars fyri nakað,
og Vágaportalurin, í hesum
førinum, er bert boðberin
og nýtist tískil heldur ikki
at standa til svars fyri hesar
skaðiligu leysasøgur. Gerið
so væl øll somul, nú er loyvi
at fremja dómsmorð – ein
skal bert velja ímillum at
vera boðberi ella kelda.
“The Power of
Suggestion” - sterka
ávirkanin av tilsipan
Jógvan Thomsen hevur stutt
og greitt víst ákærunum
aftur
á
Vágaportalinum.
Trupulleikin er bara, at nú
er ivin sáðaður, og nógv fólk
fara at hugsa: ‘Sjálvandi vísir
Jógvan
ákærunum
aftur,
men er hann ósekur?’ Tað
er eisini syrgiligi sannleikin.
At vísa ákæruni aftur er ikki
prógv fyri at vera ósekur, tí er
skaðin gjørdur beinanvegin,
og er hetta ov vánaligt,
at tað fær loyvi at virka
soleiðis. Tað er órættvíst,
at bara Jógvan Thomsen
skal standa til svars, meðan
ósjónligir ákærarar vaska
hendurnar í tí dulda. Og hvar
er rættartrygdin hjá okkum,
ið ikki hava politiskt vald ella
aðra máttmikla ávirkan?
Okkara »fitti«
løgmaður
Fyri at fyrru óreiðiligu ákær
urnar frá Jóhan Dahl skuldi
fáa frið at standa, mátti
hetta fáa vælsignilsi frá
hægri staði, nevniliga frá Kaj
Leo Johannesen, Løgmanni,
og hann var ikki seinur í
vendiningini hesu ferð, men
segði sín landsstýrismann
at hava handla innan sínar
heimildir. Hevur ein lands
stýrismaður heimild til at
føra fram falskar ákærur
ímóti sínum embætisfólkum
og
soleiðis
skaða
teirra
arbeiðsintegritet og fram
tíðarútlit innan embætis
mannaverkið? Eg haldi ikki,
og tað meti eg heldur ikki, at
Løgmaður veruliga heldur.
Løgmaður er ov veikur og
ov feikur; vildi bert fáa frið,
leggja lok á málið og lata
Jógvan kóka undir lokinum.
Hetta er ikki tað, ein “fittur”
ella
rættvísur
løgmaður
ger. Hetta er eisini orsøkin
til, at tað enn prutlar undir
lokinum við nýggjum ákær
um, tí Løgmaður vildi ikki
gera tað trupla og rætta,
nevniliga at kolldøma og
sostatt enda slíkan ágang
ímóti einum borgara, sum
hann er løgmaður hjá.
Dávid Isfeld
Hósvík
Dómsmorð
á Jógvan
Thomsen
Hví fær dómsmorð (justitsmorð)
frítt at virka í fjølmiðlunum fyri øll
at skoða? Hvat billar samgongan
sær inn? Tað var jú landsstýris
maðurin í vinnumálum, Jóhan
Dahl, ið byrjaði hetta dómsmorð
– við vælsignilsi frá løgmanni
Tunnilsætlanin hjá Bank
Nordic er hol í høvdið
Marjus Dam
Løgtingsmaður
Um tíðindini í SVF eru eftirfarandi.
Ætlanin er so blóðórættvís.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Vit vita øll, at tjaldrið er
føroyskur tjóðfuglur, men
eingin veit, hvør hevur valt
tjaldrið fram um aðrar fuglar,
til henda leiklut. Jú vit vita,
at hugskotið er sprottið úr
Fuglakvæðnum, men hví tað
skuldi gera júst henda fuglin
til tjóðfugl, og hvør hevur
tikið hesa avgerð, og við
hvørji heimild, er ógreitt.
Vit hava ein vakran tjóð
sang, sum helst øll eru glað
fyri, men eingin veit, hvør
hevur avgjørt, at júst hesin
sangurin skuldi vera tjóð
sangur. Vit høvdu einaferð
ein annan tjóðsang, men
onkur (eingin veit hvør)
hevur býtt teir um.
Fyri nøkrum árum síðani
fann onkur uppá at skipa
fyri einum vali, har før
oyska tjóðarblóman skuldu
veljast. Tá úrslitið fyrilá, var
mýrusóljan vald sum før
oysk tjóðarblóma. Hvør ið
gav heimild til at skipa fyri
hesum vali og at góðkenna
valúrslitið, er ilt at siga.
Um eg, tá eg gekk í skúla,
hevði skrivað um ein ”kov
boy”, so hevði lærarin sett ta
reyðu strikuna undir orðið
og sagt, at tað var ein feilur.
Men nú ber til at skriva
”kovboy” í skúlanum, tí nú er
ein orðabók á marknaðinum,
sum skrivar orðið soleiðis.
Orðabókarithøvundar fáa
óavmarkaðar heimildir til at
stava orð júst soleiðis, sum
teir halda, at tað skal gerast,
og frá tí degi, tá orðabókin
kemur á marknaðin, er loyvt
at stava orðið soleiðis. Hvør
ið gevur hesa heimildina,
veit eingin.
Kjakast hevur verið nú
í eina tíð um føroyska stav
raðið. Onkur sigur at nakrir
bókstavir skulu ikki vera
loyvdir, meðan onnur hava
aðra meining. Eingin veit,
hvør hevur givið heimild
til at velja og vraka, og argu
mentini eru ofta ósaman
hangandi.
Og nú er Atlasið aftur
komið á dagsskránna, og
øll hyggja spyrjandi uppá
hvønn annan. Hvør skal
geva heimild til at geva
nøkrum útvaldum rætt at
avgera, hvussu staðarnøvn
skulu eita og stavast? Vit
hava eina Staðanavnanevnd,
men hon má ikki fáa nakra
heimild, tí har situr onkur,
ið hevur sjónarmið, sum
onkrum øðrum ikki dámar.
Tí má bíðast eftir eini aðrari
málnevnd, sum møguliga fer
at siga nakað annað (treytað
av, at tað eydnast at fáa tey
”røttu” fólkini vald í hana).
Hvør ið hevur heimild at
avgera alt hetta, vita bara
tey, sum hava givið sær
sjálvum henda rættin.
Tað tykist sum at øll
eru samd um, at politiski
myndugleikin
skal
ikki
hava avgerandi orðið at siga
á hesum øki. Tað kann vera
bæði rætt og rímiligt. Men
eitt er at semjast um, hvør
IKKI skal ráða. Verri gongur
at finna útav, hvør SKAL
ráða. Fyribils ræður tann,
sum klárar at útnevna seg
sjálvan.
Tilvildin stýrir føroyska
samleikanum
Ofta kann ein undrast á, hvussu tilvildin sleppur at ráða í
spurningum, sum hava við okkara tjóðareyðkenni at gera