fríggjadagur 4. februar 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 4. februar 2011
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
Sement finala
farna vikuskiftið var fyrri parturin av Sement
tónleikakappingini hildin í Perluni í havn. Kappingin
er fyri nýggjar bólkar og einstaklingar. 19 bólkar
eru við í kappingini. tvey innleiðandi umfør vóru
farna vikuskiftið, og í kvøld er seinasta innleiðandi
kappingini. leygarkvøldið verður so finalan í
Sement.
Sement 2011
Perlan í havn
4/2 og 5/2 kl. 20.00
føroySKur
danSur fyri ung
Í kvøld hevur Klaksvíkar dansifelag eitt dansitiltak,
sum serliga vendir sær til unga fólkið. Klaksvíkar
dansifelag hevur fleiri ung, sum bæði eru við
í barnadansinum og ofta við teimum vaksnu.
hugsanin kom upp, at tey høvdu brúk fyri einum
tiltaki bara fyri ung, har tey fingu tað uppá
sín máta. norðoyingar hava møtt væl upp til
ung í dansi og verið glaðir fyri at møta øðrum
dansiglaðum ungdómi, verður sagt úr felagnum. tí
fara tey at bjóða øðrum norð til eitt dansikvøld, nú
í bestu dansitíð.
FøroySkur danSur Fyri ung
Skálin í Klaksvík
fríggjakvøldið 4/2 kl. 20.30
Tá mEnnInIr
høvdu alT
aT SIga
vit eru í new York í 1960’unum, og á
lýsingarstovuni Sterling Cooper gongur tað
lívliga fyri seg. hetta er karmurin um røðina
mad men, sum verður róst til skýggja
av ummælarum. røðin vísir samfelagið,
sum tað var tá. menninir sita í øllum
týðandi størvunum, teir roykja og drekka
til arbeiðis, og kvinnurnar mugu stundum
finna seg í vánaligari viðferð. higartil eru
tríggjar sesongir gjørdar av røðini.
mad men
Sjónvarpsrøð, 4 sesongir
Blu-ray
Bjóða TEg Fram
TIl STjóraSTarv
Innlendismálaráðið søkir nú eftir stjóra til
landsverk. millum førleikakrøvini eru, at tú
skalt hava akademiska útbúgving innan eitt
nú verkfrøði, búskaparfrøði ella løgfrøði, og
royndir innan leiðslu eru ein ein treyt. nýggi
stjóran skal eisini duga at samskifta væl við
starvsfólk, politikarar, fjølmiðlar og onnur.
Freistin at søkja starvið er 7. februar.
Stjóri á LandSverki
Freist at søkja er 7/2 kl. 16.00
VandamiKla lygnin
olive Penderghast er ein fitt og friðarlig studentaskúlagenta, men tá hon ger í so nógv
av í royndini at greiða frá einum spennandi vikuskifti, fara søgurnar at ganga um, at
hon er við uppá tað ringasta. Slaturin er ikki til at steðga, og tí má olive taka óvanlig
stig fyri at normalisera sítt umdømi aftur.
eaSy a
Biograffilmur
frá hósdegnum 3/2
StórdyStur
Í london
Sunnudagin bresta tvey av stóru feløgunum
í onglandi saman í fótbóltsdysti í london.
Chelsea, sum hevur haltað nakað
seinastu vikurnar, roynir at halda fast í
hinum toppliðunum í Premier league.
liverpool hevur seinastu dystirnar aftur
roynt at vinna, men nú hava teir stóru
uppgávu fyri framman. Serliga spennandi
verður at síggja nú fyrrverandi Kop-hetjuni,
fernando torres, ið skifti til nettup Chelsea á
síðsta degi av flytingarvindeyganum.
CheLSea-LiverpooL
Premier league
Sunnudagin 6/2
kl. 16.00