fríggjadagur 4. februar 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15
24
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
S
um ofta er fæst ikki nógv
at vita um konurnar
í slíkum frásøgnum. Men
Sunneva Frederikka, kona
Gutta Jens, var kend sum ein
megnarkvinna, sum undir
truplum umstøðum tók sær
væl av sínum børnum, sum
eisini komu væl fyri. Hon
var ættað av Toftum og varð
kallað Frederikka í Tøðuni.
Her kann eisini verða
nevnt, at ein beiggi Sunnevu
Frederikku
var
Christian
Ludvig Johannesen, lærari,
sum var ein teirra, ið tók
stig til tiltikna jólafundin í
1888, sum byrjaði føroysku
sjálvstýrisrørsluna.
Johannes tók
ímóti Stauning
Ein sonur Frederikku og Jens
gjørdi seg galdandi á einum
heilt øðrum øki enn Kisan,
nevniliga fakfelagsvirksemi.
Johannes Simeon Gutte
sen var føddur 5. januar 1887
og andaðist 22. januar 1954.
Hann fór til skips í 1902 og
tók setiskiparaprógv í 1909
við 42 av 42 møguligum stig
um. Vegna sjúku helt hann
uppat at sigla í 1921/22 og var
síðan arbeiðsmaður.
Johannes kom í nevndina
í Havnar Arbeiðsmannafelag
í 1922. Í 1924 verður hann
formaður.
Tað er hetta sama ár, at
danski
javnaðarflokkurin
fór at kanna dýpið í Føroyum
fyri einum javnaðarflokki.
Tann 10. juni 1925 lesur
Johannes upp bræv á lima
fundi í arbeiðsmannafelagn
um frá danska Javnaðar
flokkinum, har teir ynskja
at koma á tal við føroyskar
arbeiðarar. Men Mourentius
við
Stein,
næstformaður,
ávaraði ímóti at fáa politikk
inn í felagið.
Men tann 29. august er
nevndarfundur, tí tað er frætt,
at danski forsætisráðharrin
Thorvald Stauning var við
Tjaldrinum á veg til Føroya.
Avrátt var at bjóða Stauning
á fund við nevndina. Fjarrit
varð sent umborð á Tjaldur
at spyrja, um hann hevði
hug at vitja Havnar Arbeiðs
mannafelag. Tað kom skjótt
fjarrit aftur: “Ja, villig Onsdag
eller Torsdag – Stauning.”
Hesin fundur var tann
3. september kl. 8. Tá fór
formaður Havnar Arbeiðs
mannafelag Johs. Guttesen
niðan til amtmannin eftir
honum. Formaðurin var skjót
ur aftur við danska forsætis
ráðharranum, sum kom inn
á skrivstovu arbeiðsmanna
felagsins við framrættari
hond, og allir nevndarlimir
nir reistust at heilsa honum
Formaðurin bjóðaði Staun
ing at vera vælkomnan.
Hann segði seg vera glaðan
um hesa hending, at danski
forsætismálaráðharrin var
komin at vitja Havnar Arbeiðs
mannafelag, og hann vónaði,
at hesin nevndarfundur fór
at hava trivna og framburð
við sær fyri felagið. Hann
segði seg vóna, at ráðharrin
visti okkurt gott at siga frá
yrkisfeløgum í hinum parti
av ríkinum.
Síðan fekk næstformað
urin Mourentius við Stein
orðið at greiða frá gongdini
og
støðuni
hjá
Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Stauning mælti til, at
fakfeløgini í Føroyum eins
og í Danmark royndu at fáa
ávirkan alla staðni, har hetta
lat seg gera sum í politikki.
Síðan var skipað fyri
limafundi kvøldið eftir, har
Stauning helt røðu. For
maðurin takkaði Stauning
fyri røðuna og síðan varð
rópt hurrá fyri honum, sum
síðan fór av fundi fylgdur av
formanninum.
10. september hevur dan
ska “Socialdemokraten” eis
ini samrøðu við Stauning,
har hann eisini greiðir frá
fundinum við arbeiðsmanna
felagið. Eisini verður greitt
frá áheitanini hjá Stauning
um at velja onnur umboð í
Fólkatingið enn tey verandi.
Hetta
skapti
annars
politiska røring, tí henda
áheitan var ikki væl upptikin
av Andrass Samuelsen og
sambandsflokkinum
sum
rímiligt er.
Ì september sama ár er
tað, at socialdemokratiski
fólkatingsmaðurin
Hans
Nielsen kemur til Føroya at
fyrireika stovnan av einum
systirflokki, og hann er
eisini á fundi hjá Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Tann 12. desember var
vanligur
aðalfundur
har
formaðurin Johannes Gutte
sen eisini greiddi frá umrøddu
vitjanum. Hann hevði sjálvur
verið valdur av felagnum at
ferðast um bygdirnar við
Hans Nielsen. Hetta virk
semið førdi til stovnan av
Javnaðarflokkinum.
Tað
hevur eisini ávirkað Jo
hannes, tí hann var javnaðar
maður alla sína tíð.
Á hesum aðalfundi verður
Mourentius við Stein valdur
til formann og Johannes
Guttesen verður skrivari.
Hann var limur í nevndini
fram til 1928.
Á odda at stovna
Føroya Arbeiðarafelag
Tað tykist eisini sum at
hesar donsku vitjanir í 1925
hava birt uppundir, at fáa
stovnað eitt meginfelag fyri
arbeiðarar.
Hin 17. desember 1925 varð
stovningarfundur
Føroya
Arbeiðarafelags hildin í sali
Havnar Arbeiðsmannafelags.
Endamálið við fundinum var
“at fáa í lag at fáa eina sam
skipan millum øll arbeiðs
mannafeløgini í Føroyum,
so tey kundu standa hvørt
øðrum bi í allar mátar, t.d. í
tilfelli av streyku.”
Á fundinum vóru møtt
sum umboð fyri Havnar
Arbeiðsmannafelag
Johan
nes
Guttesen
umframt
Anton Andrésen, Ole Udbø
og Johannes Hansen. Onnur
feløg sum møttu vóru Klaks
víkar
Arbeiðsmannafelag,
Enigheden
á
Tvøroyri,
Fremtiden í Vági og Føroya
Fiskimannafelag.
Stovningarfundurin varð
settur klokkan 8 á kvøldi.
Johannes
Guttesen
bað
fundarmenn vera vælkomnar
og greiddi frá, hvat endamálið
var við fundinum. Síðan var
orðaskifti. Hesin fundur varð
niðurlagdur um midnátt.
Dagin eftir tann 18.
desember var fundurin tikin
upp aftur, og tá varð uppskot
til
lógir
og
stevnuskrá
samtykt.
Síðan vórðu Maurentius
Viðstein, Anton Andrésen
og Johannes Guttesen valdir
at skipa fyri, at hesi upp
skot síðan vórðu send út
til feløgini, sum vóru biðin
um at siga frá, hvørt tey
samtyktu uppskotini, sum
tey vóru, ella tey vildu hava
broytingar gjørdar.
Avgjørt
varð,
at
um
feløgini samtyktu uppskotini,
so varð Føroya Arbeiðarafelag
stovnað, og at teir tríggir
nevndu vórðu so ávikavist
formaður og nevndarlimir
til fyrsti ársfundurin varð
hildin. Tað komu so øll
tey nevndu feløgini uttan
Føroya
Fiskimannafelag
við
í
felagsskapin.
Hini
arbeiðarafeløgini
komu
seinni uppí. Jóhannes varð
so nevndarlimur í Føroya
Arbeiðarafelag fram til 1933.
Ættin
Johannes giftist við Elsebeth
Christine
Poulsen
f.
17.
desember 1885. Hon doyði
29. juni 1973. Tey búðu við
Gripsvegin í Havn.
Tey fingu børnini:
1. Poul (f. 1911), giftur v.
Hedvig f. Christensen úr
Tappernøje í Suðursjællandi,
2. Jenny (f. 1913), g.v.
Daniel Hansen úr Mikinesi,
búðu í København
3. Poulina (f.1916), doyði
13 ára gomul
4. Christian (f.1918), g.v.
Ester úr Randers, búðu í
København
5. Ninna (f.1920),
g.v.
Jørgen Hellesøe úr Åbenrå,
búðu har
6. Kinna (Kristina, f.
1923) g.v. Palla Djurhuus úr
Froðba
7. Kriss (Kristin, f. 1926)
g.v. Lis Dam av Tvøroyri
8. Pauli (1928), g.v. Árnu
Djurhuus úr Hósvík
9. Karl (1933) g.v. Daniu
Olsen úr Hósvík
Keldur:
Rolf Guttesen.
Havnar Arbeiðsmannafelag
í 75 ár.
Fimmti ára minningarrit.
Føroya Arbeiðarafelags.
Keraldið.
Rætting:
Í seinastu grein vóru mynda
tekstirnir hjá Jens og Johan
Dam við konum av mis
gávum umbýttir.
Guttesenættin:
Johannes tók ímóti Stauning
Í næstseinasta parti í hesi røð umrøddu vit Frederikku og Gutta Jens, og serliga son teirra Jens Christian, sum
saman við síni ætt hevur havt stóran týdning fyri sang og tónleik í Føroyum. Hesa ferð umrøða vit sonin Johannes
Elsebeth Christine og Johannes Guttesen
Standandi aftan: Jenny, Pauli, Kriss, Ninna, Kinna
Frammanfyri Christian Ludvík, Poul,
mamman Elsebeth Christine og Karl
Ein systir Johannes var Sunneva. Henda myndin
vísir hennara ætt. Aftast f.v. Thodine Lohne, Olav,
Tobias Andreas, Petur, Sunneva Fredrikka. Sitandi
Jens Christian og so foreldrini Sunneva Fredrikka f.
Guttesen og Olaf Askildsen, ættaður úr Noregi
Komandi partur
Hereftir kemur henda
røðin tvær ferðir um
mánaðin, 1. og 3. fríggja
dag. Tískil kemur næsti
partur um tvær vikur
og verður um ættina
hjá Gustu