fríggjadagur 4. februar 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15
28
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Fuglfirðingar eru framvegis við
fullari ferð á veg í FM-finaluna
hjá monnunum, og hóast teir í
gjárkvøldið fingu mótstøðu frá SÍ
í Sørvági, vann ÍF dystin 3-1 og er
nú seks stig fremst í Eik-liguni. SÍ
er hinvegin bara trý stig framman
fyri Mjølnir og fimm framman fyri
Fleyr, ið bæði skulu spæla ímóti TB
um vikuskiftið. Tá kann hugsast, at
tann munurin minkar.
Tey bæði fyrstu settini vóru rím-
iliga jøvn, men fingu hvør sín vinn-
ara. Tí var umráðandi hjá báðum
pørtum at vinna triðja sett, men
her kom tað at kosta SÍ, at spælandi
venjarin, Rajko Petrovic, fyrst grenj-
að um ein bólt, sum SÍ vann til 11-11,
so hann fekk gula kortið og ÍF stigið
til 11-12. Men hann grenjaði víðari og
endaði við at fáa reyða kortið, og so
var eingin hjálp eftir í honum.
Endin var, at ÍF royndist drúgvari
og vann triðja sett, og í fjórða setti
var lítil og eingin ivi, so tað koyrdu
fuglfirðingar heim. Tí kundu teir
fara heimaftur til Fuglafjarðar í
nógva vindinum við tveimum stig-
um í viðførinum, meðan SÍ sat eftir
við ongum – hóast dysturin vísti,
at skerda SÍ-liðið ikki enn skal av-
skrivast.
Næstu dystirnir
Sum sagt, eru tveir mansdystir
um vikuskiftið, tá fyrst Mjølnir í
morgin tekur ímóti TB, og síðani TB
sunnu dagin tekur ímóti Fleyr. TB
hevur enn ongan dyst vunnið, so
tí verða tað væntandi hini bæði, ið
fáa stigini og sostatt taka seg nærri
sør vingum.
Hjá kvinnunum eru tríggir dystir
sunnudagin, og øll liðini spæla utt-
an Mjølnir og Dráttur, ið møtt ust í
vikuni og eru ávikavist fremst og
aftast.
Serliga munnu mong eygu fylgja
við, hvussu fer at gangast SÍ og
Fleyr, ið royna at hanga í Mjølnir,
sum í løtuni er trý stig framman fyri
hini bæði. SÍ tekur í Sørvági ímóti
ÍF og Fleyr hevur heimadyst ímóti
KÍF. Triði dysturin er í Trongisvági
millum TB og Ternuna.
hilmarjan@sosialurin.fo
ÍF vann toppdystin
Flogbóltur Tá sørvingar í gjárkvøldið tóku ímóti ÍF, fingu
teir bitið rímiliga væl frá sær, til spælandi venjarin tók
munnin ov fullan og fyrst fekk gula og síðani reyða kortið
FullA FErÐ FrAM
ÍF hevur framvegis beina kós í FM-finaluna hjá monnum eftir 3-1 sigur á SÍ í gjárkvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Kvinnurnar hjá Tjaldri spældu seg
mikukvøldið í steypafinaluna, tá tær
á heimavølli vunnu á Neistanum
við tveimum málum. Tjaldur, sum
var á odda allan dystin, vann fyrru
hálvfinaluna við átta málum og er
tí víðari samanlagt 62-52.
Í finaluni skal Tjaldur spæla
ímóti Stjørnuni. Hesi bæði liðini
møttust eisini í steypafinaluni fyri
tveimum árum síðani, og ta ferðina
vann Stjørnan 25-23. Hetta er ann-
ars áttanda árið á rað, at Stjørnan
er í steypafinaluni.
Var kanska ikki so stórur spenn-
ingur í Runavík, var øðrvísi á Skála,
har StÍF og KÍF møttust, tí ta fyrru
vunnu kollfirðingar á heimavølli
við bara einum máli. Hesa ferð tóku
teir sær kortini betri partar fyri og
vóru á odda allan dystin.
KÍF skal í steypafinaluni møta
Neistanum, sum vann bæði í fjør og
í fyrraárið. Kollfirðingar hava bara
eina ferð verið í steypafinaluni fyrr.
Tað var í 1986, tá teir taptu við bara
tveimum málum fyri Kyndli.
Neistin hevur frí
Bæði hjá kvinnum og monnum eru
liðini hjá Neistanum millum odda-
liðini, men hvørki teirra spælir um
vikuskiftið. Í Sunset-kappingini hjá
kvinnum eru tríggir dystir um viku-
skiftið, og teir eru allir í morgin.
Ser liga áhugavert verður at síggja,
um Stjørnan kann vísa, at tapið
fyri StÍF í steypa kappingini var
eitt undan tak, meðan Tjaldur helst
fær sítt at síggja til, tá VB vitjar í
Runavík.
Hjá monnunum kunnu kollfirð-
ingar royna at nærkast Neistanum,
tá teir sunnudagin møta særdu
hoyvíkingunum, og tá skal Team
Klaksvík á útivølli ímóti StÍF vita,
um sigurin á H71 í vikuni kann
endur takast. Triði dysturin verður
í morgin millum Kyndil og VÍF, ið
bæði munnu vera tvey skuffað lið,
nú finalu dreymurin kámast.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fullmannaðar finalur
Hondbóltur Tjaldurskvinnur vunnu aftur á Neistanum og
skulu møta Stjørnuni í steypafinaluni, meðan KÍF-menninir eru
klárir at møta Neistanum í mansfinaluni eftir sigur á StÍF
Eik-ligan, kvinnur:
FLOGBÓLTUR
06/02
15.00
SÍ - ÍF
FLOGBÓLTUR
06/02
15.00
Fleyr - KÍF
FLOGBÓLTUR
06/02
15.15
TB - Ternan
Eik-ligan, menn:
FLOGBÓLTUR
05/02
12.00
Mjølnir - TB
FLOGBÓLTUR
06/02
13.30
TB - Fleyr
Sunset-kappingin:
HONDBÓLTUR
05/02
14.30
Kyndil - VÍF
HONDBÓLTUR
05/02
15.00
Tjaldur - VB
HONDBÓLTUR
05/02
17.00
StÍF - Stjørnan
Atlantic Airways-kappingin:
HONDBÓLTUR
05/02
16.00
Kyndil - VÍF
HONDBÓLTUR
06/02
16.00
StÍF - Team Klaksvík
HONDBÓLTUR
06/02
16.00
H71 - KÍF
Ítrótturin um vikuskiftið:
SÍ - ÍF 1-3
(23-25, 25-21, 20-25, 18-25)
Hilmar Jan Hansen
Hagtølini teknaðu eina greiða
mynd av støðuni hjá Team
Klaskvík, sum spælir sítt fyrsta
kapp ingarár í bestu mans deild-
ini. Liðið hevði spælt 15 dystir
uttan sigur, og málúr tøk an
vísti ein mun upp á 194 mál í
undir skoti.
Nú H71 vitjaði í Badmin-
tonhøllini í Klaksvík fyri aðru
ferð innan fáar dagar, skuldi
tað gerast ein dystur, ið skrivaði
søgu, tí tá liðugt var, stóð Team
Klaksvík eftir sum vinnari. Og
tað fegnaðust klaksvíkingar
um, hóast tað framvegis er
langt upp til hini liðini.
– Vit dekkaðu væl, og fyri
fyrstu ferð fingu vit verjuna at
koyra ordiliga. Endiliga eydn-
aðist tað, sigur Fríðin Ziskason,
ið bæði er formaður í felagnum
og annar venjarin hjá Team
Klaksvík.
Team Klaksvík var á odda
17-14 í hálvleikinum, og endaði
við at vinna 32-30. Tá bara
tveir minuttir vóru eftir, kom
H71 upp á javnt, 30-30, men
so skoraðu Dánjal Kjærbo og
Beinir Heðinsson tey bæði
sigurs gevandi málini síðstu
løtuna.
– Tað hevur gingið rætta
vegin hjá okkum síðani á jól-
um, og hetta var nógv tann
besti dysturin, vit hava spælt í
vet ur, sigur Fríðin Ziskason.
Toppskjútti
hjá
Team
Klaksvík var hoyvíkingurin,
Hanus Norðberg, sum skjeyt 12
mál. Fyrr í vetur spældi hann
við H71, men er nú fluttur til
Klaks víkar. Besti málskjútti hjá
H71 var Dánjal Tórgarð, somu-
leiðis við 12 málum.
EndIlIgA
Eftir 15 dystir uttan nakað stig, bragdaði mikukvøldið
hjá Team Klaksvík, sum á heimavølli basti H71
Mynd: Álvur Haraldsen
Søguligur sigur
í Klaksvík
Hondbóltur Team Klaksvík skrivaði
mikukvøldið søgu, tá tað eydnaðist
at vinna fyrsta dystin í Atlantic
Airways-kappingini. H71 var felagið,
ið mátti lúta fyri klaksvíkingunum