Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Báðir landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, umframt FSF-aðal- skriv arin, Virgar Hvidbro, vóru til staðar í Nyon í Schweiz, tá lutakastið til komandi EM-undan kappingina hjá U21-lands liðnum var í gjár. Í undan farnu kapping fingu U21-menninir 11 stig, so spenn- ing urin var stórur, hvussu okk ara bólkur hesa ferð fór at síggja út. Tá avtornaði, fingu Føroyar úr teimum báðum niðastu bólk- unum Makedonia og Norður- írland, áðrenn Danmark kom úr pottinum í næstovasta bólk- inum. Í ovasta bólkinum vóru lond sum Ongland, Holland, Italia og Týskland, men tað end aði við, at Serbia kom í bólkin hjá Føroyum. – Alt í alt haldi eg, at tað var fínasta slag. Makedonia passaði okkum væl og Norðurírland somuleiðis, og hetta vóru tvey av londunum, vit ynsktu okk- um frammanundan. At vit so fingu Danmark, var fantastiskt, tí tað fer at geva okkum ein spenn andi útidyst í onkrum av størru donsku býunum, um- framt at tað verður stuttligt at spæla ímóti danskarunum í Før oyum, sigur Bill McLeod Jacobsen. – Serbia er hinvegin eitt av lond unum, ið kann verða nokk so torført at spæla ímóti, men tað er so frægari enn Rumenia ella okkurt av hinum lond- unum, vit kundu fingið. Vit hava so ikki spælt ímóti nøkr- um av hesum londunum fyrr, sum vit skulu møta hesa ferð, so tað verður bara spennandi. Vilja longur upp Beint eftir lutakastið fóru sam ráðingar í gongd um, hvussu skráin fyri bólkin skuldi síggja út, og hóast Før- oyar ikki fingu øll síni ynski upp fylt, er tað kortini á einari góð ari leið. Úrslitið gjørdist ein heima dystur og fýra útidystir í ár, men so aftur fyri tríggir heimadystir næsta ár. Og útidystirnir ímóti Norður- írlandi og Serbia eru mestsum sam stundis, sum A-landsliðið møtir somu tjóðum, so har ber til at samskipa ferðingina hjá lands liðunum báðum. – Vit gleða okkum annars til at koma í gongd, og fegnast um, at vit í tveimum kappingum hava megnað at spælt okkum 10 pláss fram á styrkilistanum. Vit eru nú nummar 41 av teim- um 53 limalondunum í UEFA, men ætla okkum víðari, sigur Bill McLeod Jacobsen. – Sjálvandi er undanfarna kapping nógv at liva upp til hjá okkum, men vit fara at royna, um vit ikki kunnu vinna okkum longur upp á styrkilis- tanum. Koma vit upp í næst- niðasta styrkibólkin, kunnu vit næstu ferð fáa eitt ella tvey mót støðulið úr niðasta bólk- inum, og tað er málið, vit ætla okkum at røkka við hesi kom- andi undankappingini. Ikki so galið U21-lutakast Fótbóltur – Vit fingu tvey av lond­ unum, vit ynsktu okkum, umframt at tað altíð er spennandi at møta Danmark, sigur annar av U21­ lands liðs venjarunum, Bill McLeod Jacobsen, eftir lutakastið í gjár til komandi EM­undankappingina VIlJA VÍÐArI Eftir frálíku undankappingina hjá U21-landsliðnum, ið gav heili 11 stig, er málið nú at standa seg so væl í kom- andi EM-undankapping, at Føroyar kunnu koma ein bólk upp í styrkismetingini Mynd: Álvur Haraldsen 2011: 31/05 Føroyar - Norðurírland 10/08 Norðurírland - Føroyar 06/09 Serbia - Føroyar 07/10 Danmark - Føroyar 11/11 Makedonia - Føroyar 2012: 01/06 Føroyar - Makedonia 05/06 Føroyar - Serbia 15/08 Føroyar - Danmark Hilmar Jan Hansen Á hvørjum ári eru tríggjar steypa- kappingar í amboðsfimleiki, har kappast verður í einum, tveimum ella trimum amboðum hvørja ferð. Um nýggj amboð koma við, verður sum oftast kappast fyrstu ferð í teimum í einari steypakapping. Kappingin í morgin, sum verður í Fimi í Havn, er onnur av trimum, og hon koyrir líkasum í tveimum, tí gentur og smádreingir sleppa framat klokkan 11, men høllin er tøk til fyrireikandi venjing longu frá klokkan 9. Tey eldru, sum eru kvinnur, menn, kvinnuunglingar, mans- ung lingar og dreingir, byrja at kapp ast klokkan 15, men sleppa fram at høll ini tveir tímar áðrenn. Hjá kvinnum verða amboðini hesa ferð lop og forskotin barr, og hjá monnum eru amboðini gólv, reck og paralell barr. Tann fyrsta av steypakapp- ing unum var 22. januar, og tann triðja og seinasta verður 19. februar. hilmarjan@sosialurin.fo Kappast í amboðsfimleiki FImleIkur Í morgin verður onnur av tilsamans trimum steypa­ kappingum í amboðs fimleiki í Fimi í Havn FImI Í FImI Onnur av trimum steypakappingum í amboðsfimleiki verður í Fimi í morgin Mynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Talan er um eina undankapping, har fýra lið eru í einum bólki og besta liðið teirra millum kemur víðari til sjálva EM-undankappingina. Før- oysku kvinnurnar eru í bólki saman við Armenia, Malta og Georgia, og kappingin á Malta verður í døg- unum frá 1. til 9. mars. – Vit hava vant miðvíst síðani hálvan november. Kvinnurnar hava verið samlaðar til venjing tríggjar ferðir um vikuna, og eg haldi, at formurin er á góðari leið nú, sigur landsliðsvenjarin, Álvur Hansen, við FSF-heimasíðuna. Hann heldur kvinnulandsliðið hava góðar møguleikar í hesi kapp- ingini: – Eg dugi ikki heilt at siga, hvørja styrki mótstøðuliðini hava, men um ein hyggur at úrslitunum hjá teimum, skuldu vit havt góðar møguleikar at klárað okkum væl í kappingini. Teir 17 spælararnir, Álvur Hansen hevur tikið út til kappingina, eru Rannvá B. Andreasen, KÍ, Mona Breck mann, AB, Fríðrún Danielsen, Skála, Olga Kristina Hansen, AB, Sigrid Jacobsen, KÍ, Rakul M. Johannesen, B36, Sólvá Joensen, BK Skjold, Bjarta Ó. Johansen, HB, Malene Josephsen, KÍ, Margit Magnusdóttir, MB, Rakul V. Magnussen, Vejle BK, Paula Mikkelsen, KÍ, Ragna Patawary, KÍ, Ansy Sevdal, Víkingur, Heidi Sevdal, Víkingur, Randi S. Wardum, KÍ, og Anja Weyhe, B36. hilmarjan@sosialurin.fo Fótbóltur Um ein lítlan mánað skal kvinnulandsliðið í fótbólti spæla við í einari undankapping á Malta. Landsliðsvenjarin, Álvur Hansen, hevur tikið út 17 spælarar til uppgávuna Kvinnurnar til Malta