fríggjadagur 4. februar 2011síða 32
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15
32
Sosialurin
Savnsleiðari
til Listasavn Føroya
Við hesum verður starv sum leiðari á Listasavni
Føroya lýst leyst at søkja til setanar frá 1. mai 2011.
Listasavn Føroya er tjóðlistasavn Føroya.
Endamálið hjá Listasavninum er at savna,
varðveita og miðla føroyska list. Fram
sýningar av føroyskari og útlendskari list
skulu tryggja og miðla vitan um føroyska
og útlendska list í Føroyum.
Uppgávur
Leiðarin á Listasavni Føroya kemur at
hava listarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina
og skal standa fyri menningini av Lista
savninum sum tjóðlistasavn føroyinga.
Høvuðsuppgávurnar
hjá leiðaranum eru:
• at hava dagliga raksturin av savninum
um hendur, herundir at umsita savnið
innan fíggjarligu karmarnar og í
samsvari við endamál savnsins
• at gera framsýningarætlanir og aðrar
virkisætlanir fyri savnið
• at virka fyri gransking og útvegan av
tilfari um savnið og tey listaverk, ið
savnið eigur
• at veita ráðgeving og virka fyri góðum
samskifti og samstarvi við
myndugleikar, listaøkið, søvn, stovnar,
skúlar og almenningin yvirhøvur
Faklig førleikakrøv
Vit vænta, at umsøkjarar hava visjónir um
at menna listaøkið í Føroyum og neyðug
an førleika at leggja framtíðar ætlanir fyri
Listasavn Føroya.
Umsøkjarar skulu hava listfrøðiliga ella
aðra útbúgving, ella royndir ið kunnu
metast at geva fakligan førleika at røkja
starvið. Harumframt skulu umsøkjarar
hava innlit í fíggjarviðurskifti og fyrisiting.
Fyrimunur er at hava leiðsluroyndir, kunn
leika til og royndir innan listasavnsøkið.
Persónlig førleikakrøv
Umsøkjari skal hava góð leiðslu og sam
starvsevni, vera ágrýtin, tænastuhugaður,
miðvísur, arbeiða sjálvstøðugt og vera til
reiðar at royna nýggjar avbjóðingar.
Lønar- og setanartreytir
Starvið er tíðaravmarkað í fimm ár við
fyrsta árinum sum royndartíð og verður
sett sambært sáttmála millum Fíggjar
málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Stýrið
setir savnsleiðaran eftir tilmæli frá Lista
felag Føroya og Felagnum Føroysk Mynd
listafólk. Tann, ið verður settur, má góð
taka møguligar broytingar í setanar og
starvsviðurskiftum sínum í sambandi við
bygnaðarbroytingar á savnsøkinum
Fleiri upplýsingar
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við
Martin Næs, formann í stýrinum fyri
Listasavn Føroya, tlf. 55 50 40 ella á
martinn@mmr.fo, fyri at fáa meira at vita
um starvið.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og
viðkomandi skjølum skulu sendast til:
Listasavn Føroya
Stílað Martini Næs, stýrisformanni
Postrúm 1141
FO 110 Tórshavn
Umsóknir skulu vera Listasavni Føroya í hendi
í seinasta lagi 25. februar 2011, kl. 15
Listasavn Føroya varð skipað sum sjálvsognarstovnur í 1989 og verður rikið við rakstrarjáttan á
løgtingsfíggjarlógini, egnum virksemi og við stuðli frá Tórshavnar kommunu og ymsum grunnum.
Listasavnið virkar eftir viðtøkum fyri Listasavn Føroya frá 2002. Stýrið fyri Listasavn Føroya er
ovasta leiðsla á savninum. Á Listasavni Føroya starvast 3 fólk í føstum starvi.
LISTASAVN FØROYA | P.O.BOx 1141 | FO110 TóRShAVN | TLF. +298 313579 | INFO@ART.FO | www.ART.FO
Vælkomin til Íslands
SKÚLAFLOKKAR · ÍTRÓTTARFELØG · PENSJÓNISTAR · ARBEIÐSPLÁSS · BINDIKLUBBAR · GONGUFELØG
Davíð Samúelsson,
Góðkendur ferðaleiðari
Skipað verður fyri ferðum kring Ísland, m.a.
til Gullfoss, Geysir, Tingvellir og Bláa Lón.
TOSAÐ VERÐUR FØROYSKT
Bæði stórir og smáir bussar
Tel. +354 861 3426 · davidsam@simnet.is
-so eru tit við!
um...
...er lisin
-so ert
tú við!