Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 15 · 4. februar 2011 7 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ Eydnu eydna@sosialurin.fo Nú leingjast tey flestu okkara eftir ljósari tíðum, lýkku og vári. Húðin er ofta bleik og illa dæmd eftir eiN langan, myrkaN vetur, og tað elvir til, at vit síggja illa uppløgd og troytt út. men tað er Hjálp at heiNta Vetrartroytt húð prei: Nýt putur, til dømis mineralputur, ella andlitskrem, sum skyggjur, tí tað fær húðina at síggja vældæmda út. prei: Ger tína egnu andlitsmasku av hunangi, havragrýni og banan. Blanda eina súpuskeið av hunangi, fimm spísiskeiðir av havragrýni og eina masaða banan. Gnýggja varliga í andlitið og lat maskuna virka í 15-20 minuttir. prei: Kinnareytt, serliga rosalitt, gevur andlitinum ein frískan dám. Body Shop: hevur gjørt eina nýggja røð av vørum til andlitið, sum fríska andlitið upp við c-vitamin, geva húðini vætu og nýtt lív. Tað verður gjørt í trimum stigum: 1 Fá fríska dæmi aftur í húðina: Tað verður gjørt við at skrubba deyðar húðkyknur burtur, geva húðini vætu og gera húðina bleyta. 2 Gev húðini lívsmáttin aftur: Tað verður gjørt við vørum, sum geva sjónlig úrslit beinanvegin, t.d. serligum c-vitanmin serum. 3 Varðveit fríska dæmið: Ringastu fíggindarnir hjá húðini eru uVA og uVB strálurnar frá sólini. Triðja stigið er tí at verja húðina móti sólini. Til ber at keypa eina røð av vørum, sum geva húðini sítt fríska dæmi aftur eftir 10 døgum. Talan er bæði um reinsandi krem, serligar úrdráttir, sum hjálpa húðini skjótt og væl, vætugevandi krem, krem, ið serliga eru ætlað húðini um eyguni og annað. Biotherm: hevur eina vælútbygda røð av vørum til øll sløg av húð - bæði til kvinnur og menn. Fyri at fáa húðina fríska og klára skal hon reinsast væl við maskum einaferð um vikuna. Biotherm hevur nógvar maskur. Flash Recharge, sum gevur vætu og orku aftur í andlitið eftir bert fimm minuttum við ginseng, oligo-vitaminum og bio-elsastinum. Hydra-detox Bio-defensis, er ein maska, sum gevur orku og gott dæmi. Gevur nógva vætu og reinsar djúpt í húðini. Hvørt kvøld skal húðin eisini vaskast við til dømis reinsimjólk, sum samstundis gevur húðini vætu. Make-up Store: hevur eisini fleiri vørur til røkt av húðini, bæði reinsandi, vætugevandi og maskur av ymsum slagi. Mud-mask - runumaskan - hevur aloe vera, tekur burtur deyðar húðkyknur og reinsar djúpt í húðini. Face Mist er vætugevandi spray til andlitið, sum tú kanst taka við tær og sproyta á andlitið av og á, tá tørvur er á vætu. Tað eru aloe vera, algur og allantoin í vætuni, sum hava ymsar góðar eginleikar.