fríggjadagur 4. februar 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 4. februar 2011
11
VIKUSKIFTI
Hvat fekk teg at fara upp
í kommunalpolitikk?
Eg havi altíð verið sera áhuga í samfelags
viðurskiftum. Haldi ikki, at tað ber til bert at
finnast at. Ein má sjálv gera sítt íkast. Helt
at nógv viðurskifti í samfelagnum ikki fingu
nóg høga raðfesting og hevði tí hug at taka
eina hond í. Úrslitini eru nógv, sum eg gleðist
yvir, og sum eg veit, at eg kveikti neistan í ella
kom við hugskotinum til at fremja í verki.
Er tað skilagott at kommunal
politikkur er partapolitiskur?
Ja, tað haldi eg avgjørt, tí tað eru tey grund
leggjandi hugsjónarligu virðini sum hava
týdning at byggja tann førda politikkin á.
Hvat er tað mest áhugaverda og
spennandi við at vera býráðslimur?
Tað er at skapa betri karmar fyri okkum
borgarar, gera mun, síggja úrslit og skapa
betri kor fyri okkara eftirkomarar.
Hvat er tað ringasta við
býráðsstarvinum?
Tað er, at kramarnir runt býráðsarbeiðið eru
so út av lagi vánaligir. Býráðsarbeiði er at
meta sum eitt frítíðararbeiði, nevndarfundir
og býráðsfundir eru um kvøldarnar og alt
fyrireikingararbeiði má gerast um vikuskiftið
ella á kvøldi ella nátt. Karmarnir leggja ikki
upp til nakað annað, tí býráðslimir fáa ikki løn
eftir vanligum hátti, bert fundpengar, tí hava
eisini allir býráðslimir fulltíðararbeiði. Men
skjøtil er settur á at broyta hesa skipan og mín
vón er, at hetta arbeiðið ber á mál, soleiðis
at býráðslimir í høvuðsstaðnum fara at fáa
nøkulunda somu skipan sum løgtingslimir.
Ein tílík skipan átti eisini at fingið fleiri at
bjóða seg fram, soleiðis at samansetingin
av býráðnum verður meira fjøltáttað.
Tú og borgarstjórin draga ikki altíð
somu línu, gongur samstarvið tungt?
Borgarstjórin er ein blíður, fryntligur og
arbeiðssamur maður, men eg gerist sera
ónøgd, tá ið populisman fær fastatøkur
á honum og fremri raðfesting, enn
seriøsitetur og langtíðarætlanir.
Hevur tú ætlanir
um at fara upp í
landspolitikk?
Enn havi eg
ongar ætlanir
um tað.
Hvat ger tú í frítíðini?
Mær dámar best at vera heima við hús, tá
ið eg havi frí. Við stórum húsarhaldi er nógv
at takast við, eins og frítíðarvirksemini hjá
børnunum taka tíð. Familjan hevur stóran
týdning fyri meg. Mær dámar eisini at røra
meg, og tí súkkli, renni og svimji eg nakað.
Havi eisini gingið á fjalli frá barni av, og
mær dámar sera væl at luttaka í øllum tí
arbeiðinum saman við mínum næstu.
Lesur tú nógv – og hvat?
Tíðin er næstan bara til lesnað viðvíkjandi
kommunalarbeiðinum, tað veri seg um
kollektiva ferðslu, bila og súkkluferðslu,
parkeringsskipanir, býarplanlegging, orku
politikk, varandi orkukeldur, vinnu og
sosialpolitikk v.m. Men tó liggur ein jólagáva á
náttborðinum, bókin Doppler eftir Erlend Loe
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Ja, í mong ár hava vit á hvørjum sumri verið
ein longri tjaldingartúr onkrastaðni í Føroyum.
Vit hava havt nógvar ómetaligar góðar túrar,
men tað er serliga ein túrur, ið børnini minnast
sum heilt framúr, og tað var túrurin í 2008
uppi á Hestoynni. Har svóvu vit í tjøldum í
5 nætur; veðrið var avbera gott, vit fiskaðu
síl og sigldu í gummubátum á vøtnunum,
gingu túrara, onkur málningur varð gjørdur.
Ja, ein sonn heilsubót. Men so hava tað eisini
verið túrar, tá illveður og regn hevur sent
okkum heim sum nakrar druknaðar mýs.
Hvat er besta staðið tú
hevur verið og ferðast?
Tað veldst um hvat verður lagt í »besta
staðið«. Eg havi verið nógvar góðar túrar
sum hava lært meg nógv og sagt mær nógv.
Onkuntíð kemur tú heimaftur við einum klárari
sosialum medviti, onkuntíð við einum styrktum
náttúrumedviti. Og bara at ferðast og vera
saman er so ómetaliga gott í sjálvum sær. Tú
fært sett títt land og heimalív í perspektiv
Hevur tú húsdjór?
Bello, ein føroyskur greðingur, og
Snati, ið er ein seyðahundur
Hvat er tín
yndisrættur?
Allur føroyskur
matur,
seyðarhøvd
og serliga
nakkaspikið.
Hvønn mat dámar tær als ikki?
Eg haldi, at mær dámar so at siga
allan mat, og serliga tað, at royna
mat, ið eg ikki havi roynt áður.
Marin Katrina Frýdal
Ónøgd tá
populisman fær
fremri raðfesting
enn seriøsitetur
lagt tIl rættIs: Leo Poulsen
Tað var ynski um aT gera mun, ið fekk marin
kaTrinu FrýdaL aT fara upp í poLiTikk,
men hon heldur aT umsTøðurnar aT
rEka poliTikk Eru úT av lagi vánaLigar.
YndismaTurin er sEyðarHøvd og helsT
nakkaspikið. hon FErðasT nógv í Egnum
landi, men HEvur korTini ongar æTlanir
um aT fara upp í LandspoLiTikk – enn