Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. februar 2011 · Nr. 15 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Slík viðurskifti, sum tey, vit í dag síggja millum manningarfeløg og reiðarar, hava ikki verið áður í nýggjari tíð, ei heldur í gamlari tíð, sum menn vita um at siga. Í vikuni segði fyrrverandi formaðurin í Føroya Fiski mannafelag, Óli Jacobsen, sum hevur fylgt samráðingum og verið partur av samráðingum í eini 40 ár, at slíkt, sum nú er hent, ikki áður er hent í hansara tíð. - Eg haldi, at støðan tyk- ist kaotisk, og fyri mær sær tað út, sum Viberg Søren sen, formaður í Føroya Reið ara- felag, hevur givið skarvin yvir. Eingin veit í løtuni at siga, hvat fer at spyrjast burt ur úr hesum, men fáur velur at trúgva, at Føroya Reið- arafelag fer í upploysn. Fólk, sum Sosialurin hevur tosað við og sum hava staðið samráðingunum nær, sum verið hava seinastu dagarnar millum manningarfeløg og skipabólkar, siga, at hetta er ikki nøkur ynskistøða hjá nøkrum av pørtunum. - Eg kann ikki trúgva ann- að enn, at Føroya Reiðarafelag fer at koma aftur í aftur og kemur at gerast ein leiðandi partur hinumegin borðið hjá manningarfeløgunum. Keldan, sum Sosialurin hevur tosað við og sum hevur verið við til samráðingarnar millum manningarfeløg og skipa bólkar, sigur seg ikki duga at meta um, nær sáttmálarnir við teir bólkar, ið eftir eru, koma undir land. - Ein stórur bólkur, sum er eftir, er Felagið Trolskip, sum enn ikki hevur gjørt nakran sáttmála. Tað hava eitt nú lemmatrolarar, flakatrolarar, garmaskip og rækjuskip heldur ikki, sigur keldan. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Línubáturin Volunteer er ikki longur heima hoyr- andi í Runavík, har hann hevur havt heimstað heilt síðan 1979. Ímyndin av hesum línubáti gjøgnum hesi mongu ár, hevur verið Jack Højgaard, sum vit síggja á hesi myndini. Volunteer hevur leingi staðið á sølulista, og í dag veit heimasíðan www.skipini.com at siga, at báturin nú er seldur til felagið, Sp/F Volli á Strondum. Heimasíðan veit eis- ini at siga, at skrá set - ingin av nýggju eigara- viður skiftunum fór fram hin 27. januar í ár. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Stutt fyri klokkan 18 hós- kvøldið samdust mann ing- arfeløgini við Felagið Línu- skip um nýggjan sátt mála fyri restina av hesum árinum. Nýggi sáttmálin er galdandi til 31. desember 2011. Fundur millum partarnar var í hølunum hjá Føroya Fiskimannafelag allan seinna partin hósdagin, og fe- løgini samdust umsíður um ein nýggjan sáttmála sum ger, at línuskipini nú kunnu loysa. Bert smærri broytingar eru í nýggja sáttmálanum. Ein er, at manningin rindar ein part av reiðskapinum og ein onnur, at partarnir hjá yvirmonnum eru fastfrystir, soleiðis at partarnir ikki veksa, tá manningartalið mink ar. Við sáttmálanum millum manningarfeløgini og Fe- lag ið Línuskip, eru nú tveir sáttmálar millum mann- ing ar feløg og skipabólkar komnir upp á pláss, umframt at ein sersáttmáli. Umframt hendan sátt- málan, er sáttmáli eis ini gjørdur millum mann ing ar- feløgini og Felagið Nóta skip. Haraftrat hava mann ingar- feløgini undir skrivað sátt- mála við felagið, sum eigur verksmiðjutrolaran, Norð- borg. vilmund@sosialurin.fo' Nóta - skip loysa eisini Vilmund Jacobsen - Partarnir eru hampi- liga væl nøgdir. Fyri nótaskipini er tað gleði ligt, at skipini nú kunnu loysa, tí lodnu- fiskiskapur stendur fyri framman, sigur reiða ríið í Gøtu Tá nevndin í Føroya Reiðarafelag týsdagin kunngjørdi, at hon frá- sigur sær uppgávuna at samráðast við mann- ingarfeløgini vegna limirnar, og at lim un- um nú stendur frítt at gera sum frægast, fóru feløgini, sum umboða ymisku skipabólkarnar í beinleiðis samráð- ing ar við manning ar- feløgini. Felagið Nótaskip bað beinanvegin um fund við manningarfeløgini, og áðrenn fundurin, sum var í hølunum hjá Føroya Fiski manna- felag, var lokin, var semja um sáttmála fyri rest ina av hesum árinum. Skulu vit nevna eitt mál hjá hvørjum parti, sum er broytt í nýggja sáttmálanum, ynsktu manningarfeløgini at fáa flogferðir goldnar, um maður hevur ver- ið mynstraður í ein mánaða ella meiri. Hetta var áður hálvur triði mánaði. Hetta ynskið varð gingið á møti. Hyggja vit so at hin- ari síðuni, fekk Felagið Nótaskip í sáttmálan, at landingarútreiðslur skulu dragast frá óbýtt- um. Avtala varð eisini gjørd um hetta. - Nú kunnu nóta- skip ini so loysa. Part- arnir eru hampiliga væl nøgdir. Fyri nótaskipini er tað gleðiligt, at skip- ini nú kunnu loysa, tí lodnufiskiskapur stendur fyri framman, sigur www.vinnan.fo á síni heimasíðu. vilmund@sosialurin.fo Línuskipini hava nú sáttmála Við sáttmálanum, sum varð undirskrivaður millum manningarfeløgini og Felagið Línuskip hósdagin, eru nú tveir sáttmálar millum manningarfeløg og skipabólkar og ein sersáttmáli gjørdur Teir, sum eiga línuskip­ ini, kunnu nú við góðari samvitsku loysa, tí nýggjur sáttmáli er undirskrivaður Hvat ger Reiðara felagið? Eingin veit at siga, hvat fer at spyrjast burtur úr Føroya Reiðarafelag, nú felgið hevur kastað handklæði í ringin, og skipabólkar - hvør í sínum lagi - gera sáttmálar Volunteer seldur til Strendur Jack Højgaard, sum í nógv ár hevur átt og rikið línu- bátin Volunteer, hevur nú selt bátin til Strendur Jack Højgaard hevur verið ímyndin av línuskipinum Volunteer í mong ár Mynd: Vilmund Jacobsen Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen, hevur fyribils kastað handklæði í ringin Mynd: Vilmund Jacobsen