Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 15 · 4. februar 2011 12 VIKUSKIFTI StripteaSe er ein glíðibreyt, heldur løgtingSmaður, sum ætlar at leggja uppSkot fyri løgtingið um at banna striptease í Føroyum við lóg lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein / Áki Bertholdsen skal stripp bannast við lóg? Seinastu vikurnar hevur striptease verið meira sjónligt í Føroyum, enn tað mangan hevur verið. Høvuðsorsøkin til tað er, at Sjónvarpið hevur sent sending um føroyskan strippara í Danmark. Eisini hava aðrir miðlar havt greinar um stripparan. Men eingin skal hava gleði av striptease í Føroyum, tí tað eru veikar kvinnur, sum verða útnyttaðar til hetta. Tað heldur í øllum førum Jenis av Rana, formaður í Mið­ flokkinum. Hann ætlar sær at leggja uppskot fyri løgtingið um, at stripptease skal bannast við lóg í Føroyum. Jenis av Rana sigur, at striptease er bannað við lóg í Íslandi og tað er haðani, at hann hevur fingið hugskotið um, hvussu eitt slíkt uppskot kann verða lagt til rættis og orðað fyri at vinna frama í politisku skipanini í Føroyum eisini. Veikar kvinnur Jenis av Rana sigur, at royndirnar úr Íslandi vísa, at striptease er ein glíðibreyt, sum førir til skøkjulevnað og kvinnuhandil. – Striptease er als ikki so meinaleyst, sum tað kann tykjast. Íslendingar siga, at har byrjaði tað so líðandi við, at skipað varð fyri striptease­ tiltøkum ymsastaðni. Men hetta vant upp á seg og áðrenn nakar varnaðist, høvdu íslendingar stórar trupul leikar av skøkjulevnaði, sigur hann. Ein ráðstevna í Norðurlandahúsinum fyri nøkrum árum síðani um kvinnuhandil, staðfesti somuleiðis, at nógv tær flestu kvinnurnar, sum enda í striptease og skøkjulevnaði, eru kvinnur, sum eru misbrúktar. Tað var eisini upplýst, at 90% av teimum vórðu longu misbrúktar, tá ið tær vórðu smágentur. Jenis av Rana heldur, at tað er neyðugt, at politiska skipanin tekur um rótina á trupulleikanum og bannar striptease, áðrenn tað sleppur at vinda upp á seg, so at vit, áðrenn vit varnast tað, standa við somu trupulleikar av skøkjulevnaði, sum íslendingar hava. – Striptease er als ikki so meinaleyst, sum tað kann tykjast, sigur løgtingsmaðurin Jenis av Rana, sum nú fyrireikar uppskot um forboð ímóti strippi í Føroyum mynd: Jens Kristian Vang púra samd við Jenis elin reinert Planck leiðari í kvinnuhúSinum – eg eri púra samd við Jenis av rana í hesum máli, og eg taki fult undir við, at striptease verður bannað við lóg í Føroyum. tað er væl kent, at nógvar kvinnur, sum onkusvegna selja seg sjálvar, hava verið fyri umsorganarsviki og misbrúki, tá ið tær vóru smágentur og tí eru í eini serligari støðu. striptease kann gerast ein glíðibreyt, sum førir til skøkjulevnað og kvinnuhandil. tað var akkurát tað, sum hendir í Íslandi. Har byrjaði tað við, at stripparar vórðu fingnir til Íslands av og á at framføra á einstøkum tiltøkum. Men tað vant upp á seg tað endaði við at tað vóru sjey skøkjuhús í Íslandi, har tey fimm vóru í reykjavík og hini bæði í øðrum býum. tað er eisini staðfest, at handil við kvinnum fór fram í Íslandi. talan var um fremmandar kvinnur, sum vórðu lokkaðar til Íslands undir skeivum fortreytum, men komnar til Íslands, var passið mangan tikin frá teimum, og tær vórðu tvingaðar at arbeiða í skjøkjuhúsum. tað vóru heldur ikki tær, sum fingu vinningin av hesum, men tey, sum skipaðu fyri. tí eru allar orsøkir til at taka hetta málið í fullum álvara og at banna striptease, áðrenn tað sleppur at vinda upp á seg.