mikudagur 27. februar 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
16
Nr. 40 - 27. februar 2002
17
Landsliðið á venjingarlegu
Landsliðið í svimjing
hevur verið á venjing-
arlegu í Fuglafirði um
vikuskiftið. Venjarin
hevur fyribils valt
átjan svimjarar á
landsliðið, og hesir
eru í góðari venjing,
heldur hann
SVIMJING
Stefan í Skorini
Eftir venjingarleguna hjá
svimjilandsliðnum,
sum
var í Fuglafirði um viku-
skiftið, sigur landsliðsvenj-
arin, Petur Heðin á Fløtti, at
svimjararnir vístu, at teir
eru í góðari venjing, og
hann er nøgdur við venjing-
arleguna.
Svimjararnir hava verið
fýra ferðir í hylinum, og
teir hava harumframt havt
rennitest og styrkivenjing.
Tilsamans hava teir svomið
18 kilometrar.
Landsliðið venur aftur í
apríl, og tá gongur leiðin til
Vágs. Hetta er samstundis
liður í fyrireikingum til
DKM, sum verður í býnum
Nærum í Danmark. Til hesa
kappingina fara Andras
Thomsen, Jóanes á Fløtti
og Elisabeth Rasmussen úr
Havnar Svimjifelag.
Hesi trý fara eisini til
kappingina Køge Open, ið
verður sama vikuskiftið.
Christoffer vann gull og bronsu
Christoffer Olsen úr
Havn vann tvey
heiðursmerki í eini
altjóða judokapping í
Danmark
JUDO
Stefan í Skorini
Ungi havnarmaðurin gong-
ur í løtuni á miðnámsskúla
í Vejen í Danmark, har
hann venur nógv judo.
Hann var við í kapping um
vikuskiftið, og úrslitið var
avbera gott.
Christoffer luttók í bólki-
num undir 66 kilo. Hann
vann henda bólkin og fór
við gullinum. Hann kapp-
aðist eisini í einum opnum
bólki. Í hesum bólkinum
gjørdist hann nummar trý
og fekk bronsumerki. Í hesi
kappingini vann hann á ein-
um íðkara úr 81 kilo bólki-
num, og tað verður mett
sum eitt gott úrslit.
Næsta altjóða kappingin
hjá Christofferi Olsen verð-
ur Limfjords Cup, sum
verður í Ålborg á páskum.
Christoffer Olsen vann um vikuskiftið tvey heiðursmerki í
altjóða judokapping í Danmark
Havnar Svimjifelag
fekk flest heiðurs-
merki, tá svimjifelag-
ið Flot skipaði fyri
kapping á Toftum um
vikuskiftið
SVIMJING
Stefan í Skorini
Fríggjadagin og leygardag-
in var svimjikapping á
Toftum. Seks feløg luttóku
í kappingini, og tey vóru
Flot, Skeggjar, Havnar
Svimjifelag, Vágs Svimji-
felag, Tvøroyrar Svimji-
felag, Fuglafjarðar Svimji-
felag.
Tilsamans luttóku 130
svimjarar, sum allir eru
føddir í 1989 ella seinni.
Flot sigurí tíðindaskrivi, at
kappingin eydnaðist væl,
og at fleiri góð úrslit vóru
at síggja. Hetta kundi bent
á eitt spennandi SUM
(Smáunglingameistaraskap),
sum verður í apríl.
Havnar svimjifelag fekk
flest heiðursmerki við heili
seytjan
gullmerkjum.
Annars var heiðursmerkja-
býtið hetta:
Svimjikapping
á Toftum
Nr. Felag
Gull
Silvur
Bronsa
1 HS
17
17
13
2 Skeggjar
5
3
4
3 FS
5
2
5
4 TS
4
8
2
5 FLOT
2
2
4
6 VS
1
0
2
Landsliðið
Ottar í Hjøllum,Flot (Toftir)
Beinir Danielsen, Flot
Per S.Hansen, Flot
Jóanes á Fløtti, HS (Havnar Svimjifelag)
Kristoffur Hentze, HS
Jón Absalonsen, HS
Janus Olsen, HS
Búi Rouch, HS
Egil Gunnarsson, HS
Aksal Norðfoss, HS
Andrass Thomsen, HS
Elisabeth Rassmussen, HS
Helga Djurhuus, HS
Hanus Eysturdal, HS
Karina Peterssen, FS (Fuglafjarðar Svimjifelag)
Jákup Mohr, FS
Sára Eidesgaard, TS (Tvøroyrar Svimjifelag)
Shaila millum Garðarnar, TS
Venjari er Petur Heðin á Fløtti og hjálparvenjari er Malena Hansen
Fótbóltssambandið
skipar um vikuskiftið
fyri dómaraskeiði fyri
virknar dómarar.
Kendi danski dómar-
in Peter Mikkelsen fer
at hava ein fyrilestur
á skeiðnum
DÓMARAR
Stefan í Skorini
Dómaraskeiðið verðu hild-
ið komandi vikuskiftið frá
fríggjadegi til sunnudag.
Skeiðið snýr seg bæði um
kropsligan førleika og á-
støði um døming.
Fríggjadagin skulu dóm-
ararnir til rennitest í høllini
á Hálsi, og leygardagin fer
danin Peter Mikkelsen at
hava sítt fyrsta innlegg.
Dómararnir í 1. deild
fara harumframt at viðgera
farna kappingarár, og dóm-
arafelagið fer eisini at hava
aðalfund.
Leygarmorgunin verður
áhugaverdur
pallborðs-
fundur
við
heitinum
“hvussu ynskja vit, at ein
føroyskur dómari skal vera
í framtíðini”. Við pallborð-
ið sita venjari, ein leikari,
ein dómari og ein tíðinda-
maður.
Jógvan Jensen, Nemus
N. Djurhuus og Peter
Mikkelsen fara eisini at
vísa brot úr dystum og við-
gera hesi brot.
Peter Mikkelsen hevur
dømt í bæði HM- og EM-
endaspølum, og tí verður
áhugavert at hoyra, hvat
hann hevur at siga um før-
oyskar dómarar.
Dómaraskeið
um vikuskiftið
17
Nr. 40 • mikudagur • 27. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Ungi sumbingurin
Mortan úr Hørg fer
komandi kappingarár
at spæla við VB.
Harumframt eru tveir
jugoslavar komnir til
Vágs saman við
nýggja venjaranum
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Í Vági brynja teir seg til
komandi kappingarár, og
tríggir nýggir leikarar eru
komnir til felagið.
Mortan úr Hørg, sum
seinastu árini hevur spælt
við Sumba, hevur valt at
royna
eydnuna
í VB.
Mortan er evnaríkur spæl-
ari, sum hevur spælt trý
kappingarár í 1. deild við
Sumba.
Í fjør spældi hann í 2.
deild við barndómsfelagn-
um, men tað eydnaðist ikki
sumbingum at endurvinna
sætið í 1. deild. Nú hevur
hann so leitað sær nýggjar
avbjóðingar í grannabygd-
ini Vági.
Mortan úr Hørg, sum er
um 20 ára gamal, kann
spæla á fleiri plássum, men
tá Sumba var í fyrstu deild
spældi hann mest sum
vongverji.
Tveir jugoslavar
Umframt Mortan úr Sumba
eru tveir jugoslavar komnir
til Vágs at spæla. Talan er
um Slobodan Madzar, sum
er miðvallari, og Nenad
Zivanovic, ið er áleypari.
Teir eru báðir um 25 ára
gamlir.
John Henrik Holm, ið er
nývaldur formaður í VB, er
fegin um nýggju spælararn-
ar. Tað, sum hann hevur
sæð og hoyrt higartil, boðar
frá góðum.
VB hevur nú fimm útl-
endskar leikarar í hópinum.
Marek Viersbicki og Ro-
bert Cieslewicz úr Póllandi
og Slobodan Madzar, Ne-
nad Zivanovic og Predrag
Zivkovic úr Jugoslavia.
Marek hevur spælt so
leingi í Føroyum, at hann
ikki verður roknaður sum
útlendingur í fótbóltshøpi.
Loyvt er at hava fýra útl-
endingar á liðnum.
Allir tríggir jugoslavarnir
hava spælt á sama liði í
heimlandinum,
og
teir
kennast tí væl. Umframt
teir fimm leikararnar er
venjarin eisini úr Jugo-
slavia, og hann eitur Dra-
gan Kovacevic. Teir tosa
allir enskt, og tí er lætt at
samskifta við teir.
Vilja vera í oddinum
John Henrik Holm við-
gongur, at tað kann vera
óheppið við so nógvum útl-
endingum, tí teir troðka
vágbingar burtur. Hann
ásannar samstundis, at tað
er neyðugt, um liðið skal
standa seg í kappingini.
– Tað er sera umráðandi
at hava ein breiðan hóp. Í
fjør høvdu vit nógvar
skaddar spælarar, og tað
gav okkum trupulleikar, tí
hópurin ikki var nóg breið-
ur. Harafturat skal sigast, at
útlendsku leikararnir ikki
eru sjálvskrivaðir á liðnum,
men teir mugu berjast fyri
plássinum eins og hinir,
sigur John Henrik Holm,
formaður.
Hann leggur afturat, at
endamálið er at minka um
talið av útlendingum, so
hvørt sum yngri leikarar
taka við, tí VB hevur fleiri
góðar leikarar í yngru
deildunum.
Men í løtuni verður hild-
ið, at tað er neyðugt av hava
styrk út útlondum. Formað-
urin er bjartskygdur undan
hesum kappingarárinum,
og hann metir, at VB hevur
eitt sterkt lið, sum kann
gera seg galdandi í heim-
ligu kappingini.
VB endaði á fjórða plássi
í fjør, og teir gjørdust júst
ov stuttir til evropeisku
kappingarnar.
Mortan úr Hørg til VB
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
Í kvøld, mikukvøldið,
tekur
mansliðið
hjá
Neistanum ímóti Tjaldri
í høllini á Hálsi í Havn.
Neistin skal tryggja sær
silvurmerkini og halda
lív í evarska lítlu vónini
um at fanga VÍF. Dystur-
in verður klokkan 20 í
høllini á Hálsi.
Dysturin
millum
kvinnuliðini hjá Neist-
anum og Sóljuni, sum
skuldi
verið
leiktur
mikukvøldið, er útsettur
til hósdagin. Hann verð-
ur ístaðin leiktur í
Gundadalshøllini í Havn
hóskvøldið klokkan 18.
Orsøkin er, at vága-
kvinnur ikki sleppa aftur
til Vágarnar mikukvøld.
Neistin møtir
Tjaldri
Mortan úr Hørg fer komandi kappingarár at spæla við VB. Harumframt
verður VB liðið styrkt við tveimum jugoslavum
Mynd: Álvur Haraldsen
Predrag Zivkovic hevur
fingið tveir vinmenn úr
Jugoslavia til Vágs at spæla
komandi kappingarár.
Tilsamans fimm útlendingar
eru í hópinum hjá VB